hósdagur 4. februar 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
37
Sum HR-partnari hjá Politinum í Føroyum, verður tú ein týdningarmikil
partur av at menna og viðlíkahalda starvsfólkaøkið. HR-partnarin er leiðari
av Starvsfólkadeildini, sum í løtuni telur 3 starvsfólk. HR funktiónin er ein
stabseind og hevur beinleiðis tilvísing til Fyrisitingarstjóran (ovastu leiðslu).
Ábyrgdarøkið hjá HR-partnarinum er breitt, og tað fevnir millum annað um,
at verða strategiskur sparringspartnari hjá øllum leiðslubólkinum, ráðgeva
og vegleiða ovastu leiðslu í øllum HR viðurskiftum. HR- partnarin skal
tryggja, at HR verður tikið við frá byrjan, tá nýggj tiltøk verða sett í verk.
HR-partnarin er kontaktpersónur hjá tí centralu HR deildini hjá
Ríkispolitinum og hevur tætt dagligt samband við deildina. HR-partnarin
er partur av nationala netverkinum við øðrum HR-partnarum í ríkinum.
Umsøkjarar skulu vera tilreiðar at ferðast til Danmarkar í arbeiðsørindum
eftir tørvi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um:
• Uppfylging av strategiskum málum
• Førleikamenning og leiðslumenning
• Starvsetanir
• Starvsfólkamál
• Fíggjarætlan yvir lønir og skeið
• Tænastuplanlegging og tíðarskráseting
• Uppgávur knýttar at Leiðslusekretariatinum
• Fyriskipan og uppfylging av árligu starvsfólkasamrøðum,
trivnaðarkanningum v.m.
Vit vænta, at:
• tú hevur eina viðkomandi víðari útbúgving og leiðsluroyndir,
helst frá HR ella líknandi øki.
• tú hevur kunnleika til at skipa førleikamenning
• tú tolir at broytingar koma í starvsinnihaldinum.
Lønar- og setanartreytir:
verða ásettar eftir avtalu og eftir galdandi sáttmála.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera Politinum í
hendi í seinasta lagi 15. februar 2016.
Umsóknin skal sendast til:
fo-personalekontor@politi.dk
ella
Føroya Politi, Postboks 3018, 110 Tórshavn
Hevur tú spurnigar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Halldis Poulsen, fyrisitingarstjóra, tlf. +298 351448.
John Kølbæk, fúti
Politiið í Føroyum
søkir eftir
HR-partnara
Avloysarastarv sum
deildarleiðari á Skógrøktini
Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo
Skógrøkt
Skógrøkt er deild á Umhvørvisstovuni,
sum umsitur, røkir og mennir frílendi og
plantutilfeingi, tillagað føroyskari náttúru
og umhvørvi. Gróðurstøðin í Hoydølum er
arbeiðsstaður og verkstova, og viðarlundir
kring landið eru partur av arbeiðsøkinum.
Raðfest virksemi er ráðgeving og kunning
um plantur, urtagarðsbrúk, gróðurseting
og náttúrurøkt.
Umhvørvisstovan hevur týðandi fyri-
sitingarligan og vegleiðandi leiklut innan
umhvørvisvernd, náttúrurøkt og lendis-
skipan her á landi, og stovnurin miðar eftir
grønum, burðardyggum hugburði í sam-
felagsmenningini. Skógrøkt skal verða
eyðsæddur viðspælari í hesari stremban.
Á deildini arbeiða eftir árstíðini 5-8 fólk
afturat leiðaranum, millum teirra fram-
leiðslugartnari og skógartøkningur.
Deildarleiðarin
At leiða og samskipa omanfyri nevnda
virksemi verður søkt eftir fólki við hóskandi
útbúgving. Hugsað verður eitt nú um
fortskandidat, landslagsarkitekt ella
náttúrufrøðing, men eisini onnur við
hollum royndum og viðkomandi útbúgving
kunnu søkja.
Deildarleiðarin hevur um hendi dagligu
fyrisitingina av lóg um viðarlundir (Ll nr. 53
frá 27. nov. 1952 um viðarlundir).
Starvið er tíðaravmarkað til 31. aug. 2017.
Løn sambært avtalu millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Meiri fæst at vita við at venda sær til
Petur Nielsen, stjóra, á telefon
+298 234310 ella í telduposti til
peturn@us.fo. Sí eisini www.us.fo.
Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni,
og hon skal vera stovninum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 29. febr. 2016.
Minst til at merkja umsóknina
“skógarvørður”. Postadressan er:
Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir,
T-postur: us@us.fo
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. februar kunnu
hjúnini Hildibjørg og Jógvan I.
Olsen á Toftum halda diamant-
brúdleyp. Dagurin verður hildin
saman við børnum og barna-
børnum.
Silvurbrúdleyp
16. mars hava vit silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 2. apríl kl.
18.00 í Dansifrøi. Tey, sum vilja
hátíðarhalda dagin saman við
okkum, kunnu siga frá á teldu-
postadressu
ojsilvur@gmail.com
ella ringja á telefon 310631, 292539
ella 286912 eftir kl. 16.00, í seinasta
lagi 16. mars.
Vinarliga
Oda og Jørgin Mørkøre
Brúdleyp
Leygardagin 5. mars, giftast í
býráðssalinum í Tórshavn Jóna
Vivi Debes úr Hvalba og Esbern
Abrahamsen úr Fuglafirði. Væl-
komst verður í Dansifrøði kl. 19.00,
tey í vilja gleða okkum hendan dag,
verða vinarliga biðin um at siga frá
innan 10. februar á telefon 509101 -
744593 - 222149
Vit gleða okkum at síggja
tykkum.
Brúdleyp
19. mars 2016 giftast vit í Hoyvíkar
kirkju. Vígslan verður kl. 15 Veitslan
verður hildin í Dansifrøði kl. 19 Tey,
ið ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, vera vinarliga
biðin um at siga frá á tlf 217324
(Katrin), 226021 (Árant) ella mail til
aloekja@gmail.com áðrenn 1. mars.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 5. mars hava Jónleyg
og Marni Weihe, Søldarfjørður
silvurbrúdleyp. Veitslan verður í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey
i vilja hátíðarhalda dagin saman
við okkum, verða vinarliga boða
frá innan 21 februar á tlf. 281950
ella 508199.