hósdagur 4. februar 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. FEBRUAR 2016
SOSIALURIN 15
40
H
oyrdi ella sá ella las eg,
minnist ikki, at longu fyri
nógvum hundrað árum
síðani varð barn føtt hvørt
sekund.
Hvørt sekund verður barn føtt, fleiri
børn, og nú nógv børn.
Undarligur tanki ein myrkan og
ljótan vetrardag. Hvussu langt aftur í
tíðina skulu vit fyri at kunna siga við
vissu, at hvørt einasta sekund varð
minst eitt barn føtt?
Á føðideildini í Edens garði var ikki
nógv at gera. Har var langt millum
súreplasnapsirnar. Kanska
tí, teir gjørdu so herviligar
timburmenn í trægarðinum.
Har vóru heldur ikki so
nógv at gera børn. Fyrst
var bara ein. Og so kom
ein steik, rivjasteik.
Eden er afturlatin,
føðideildin stongd í
Guds garði. Fyrireik
andi arbeiðsbólkur
s e ttu r
at fyrireika føðifyri
reiking uttan fyri stongda portrið.
Nú eru nógv at gera børn. Og
tað gera tey so. Gera børn upp í
tøðleypar.
Men vandi er í allari
vælferð í samfeløgum,
tey kalla vælferðar
samfeløg, tí nøkur
fara væl.
Ein jarðarmóðir og ein kvinnuligur
sjúkrarøktarfrøðingur ávara móti
myndatakandi telefonum á føðideildini.
Fonin er við allastaðni. Uttan hana
einki lív, heldur ikki nýtt lív.
Tær báðar siga, at einki er so um
ráðandi hjá einum nýføðingi, skal lívið,
hann er noyddur út í, byrja rætt og væl,
skal neyðardýrið fáa ein góðan start so
to say, so er einki so umráðandi sum at
hava tvey eygu at hyggja í, helst eyguni
hjá mammuni, tá hann ella hon fyrstu
ferð letur eyguni upp og sær dagsins ljós,
hóast einki dagsljós er. Tá eiga eyguni
hjá mammuni at vera har hjá barninum
at hyggja í og hugsa sum so, ókey, hatta
er so mamma. Eg valdi hana ikki. Tað
gjørdi pápi, men hann er ikki her.
Tær ávara móti fonunum á føði
deildini, tí tá hatta lítla vísir, at nú skulu
eyguni latast upp, fer mamman at leita
eftir fonini. Hon má sjálvandi hava
ein mynd av søguligu løtuni at tveita
í bukkuna. Meðan hon leitar, hyggur
nýføðingurin út í tóman heim. Har eru
eingi eygu at hyggja í. Vána byrjan.
Fonin er millum øll. Uppdatering: her
hyggur hon fyrstu ferð, og her blundar
hon so aftur, ella hann ella tað. Og
hópurin av leikes í blæu.
Nýføðingar eru annars bara tøl,
longd og vekt. Tað hevur sjálvandi
ovurhonds stóran týdning hjá øll
um at vita, hvussu nógvar senti
metrar og gramm tað lítla er (pund
ella kilo virka ov lítið), 4000 er nógv
meira enn 8 ella 4, 53 nógv meira enn
0,53. Einki verður upplýst um IQ hjá
foreldrunum ella BMI.
Tíbetur, tí einki krevst fyri at fáa sær
børn, annað enn at duga at mogga. Tað
duga øll, tí tað krevur bara tann eina
førleikan.
Undarligt, steðga vit á og hugsa um
júst hetta. Øll møguliga prógv verða
kravd og royndir og ávísir førleikar til
alt, koyra bil, skjóta harur, drepa grind,
vera pedagogur ella lærari hjá børnum,
ættleiða børn. Einki verður kravt av
teimum, sum gera børn. Teimum nýtist
ikki so frægt sum at duga at lesa ella
skriva.
Ja, nógv børn verða fødd, men tí
betur/tíverri doyggja færri yvirhøvur,
so burðaravlopið er stórt. Hóast mangur
burðurin er tungur burðar og gerst ein
byrða, u gevur y. Burðaravlopið ger, at
fólkatalið bara veksur og veksur. Fleiri
og fleiri líða neyð í øllum heiminum, tí ov
lítið er til, ov lítið er eftir, tá nøkur hava
fingið eftir kristnu grundregluni um at
geva keisaranum tað, sum keisarin sigur
seg eiga.
Eingin veit, hvussu nógv børn eru
komin afturat, meðan hetta tvætlið er
skrivað og prentað, men tey eru heilt
nógv.
Og tit, sum vilja hava hjúnabands
lógina broytta.
Hava tit nakrantíð hugsað um, hvi vit
siga at fara aftur til Ádam og Evu og ikki
aftur til Ádam og Ádam?
Aftur til Evu og Evu
Jákup Sverri Kass
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Forstjóri / CEO
Bústaður: Hoyvík
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
Prestur
Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár?
At finna betur javnvág ímillum familju og arbeiði
Enda setningin: Allir føroyingar kunnu verða samdir um....
at vit, tá ið alt kemur til alt, búgva í einum deiligum landi
Hvør er tín fyrimynd og hví?
Eg havi ótrúliga ringt við at nevna eina heilt serliga fyrimynd.
Tað er heldur ein »Greatest hits« potpourri av foreldrum,
familju, samfelagshetjum, popstjørnum og nøkrum heilt fáum
føroyskum og útlendskum politikarum.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Fyri meg er eitt eydnuríkt lív; eitt lív har man er í javnvág. Man
kann halda seg í javnvág við ikki at hugsa ov nógv um ting, sum
eru farin. Man skal lata ting fara sum man ikki kann broyta og
man noyðist ikki at hava eina meining um alt.
Hvat er seinasta gávan tú gav konuni?
Eitt armband sum eg keypti henni í Sørvági
Hvat er seinasta góða ráðið, ið tú fekk?
Ikki hyggja aftureftir
Um tú kundi sungið ein sang í X-factor, hvønn
hevði tú valt?
Stupid Man hjá Thomas Helmig
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um,
at eg....
ikki havi ringa samvitsku um nakað. Meini at
man skal gera nakað við tað sum man kann gera
nakað við; og hevur man ringa samvitsku um
nakað, so má man gera nakað við tað ella læra
at siga orsakað.
Hvør er seinasta stuttliga uppliving hjá tær?
Ein fantastiskur túrur saman við seks
vinmonnum til Krakow at hyggja eftir hondbólti
í síðstu viku!
BAKSÍÐAN