mánadagur 8. februar 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Nøvn siða 10
Heilsan
til Berg
Jacobsen
prest
Tíðindi síða 5
Eri ikki
í nøkrum
lumma
Løgtingsformaðurin rópar varskó,
tí kapitalurin hevur valdið á ting
fólkum.
– Kristin Michelsen og Bjarni
Hammer, løgtingsmenn í Suðuroy,
hava fingið greið beskeð frá Varða
num Pelagic um, at ongar íløgur
verða gjørdar afturat á Tvøroyri,
um teir ikki tæna áhugamálunum
hjá kapitalinum í Gøtu.
Tað segði Óli Breckmann í sjón
varpinum fyri jól – og tað var evnið
í Radaranum í útvarpinum miku
dagin.
Fyrrverandi løgtingsmaðurin,
sum sambært sær sjálvum hevur
umboðað tann partin av føroyskum
politikki, sum vil lívga kapitalinum,
segði eisini, at Varðin Pelagic sam
stundis hevði latið teir báðar javn
aðartingmenninar á Tvøroyri skilt, at
aktaðu teir ikki í málinum um upp
boðssøluna, so kundu teir sjálvir vita,
um teir við síni sosialismu kunnu
skaffa eins nógv arbeiðspláss til
suðuroyingar, sum pengamenninir
úr Gøtu.
Eisini Tórbjørn Jacobsen, fyrrver
andi løgtings-, landsstýris- og fólka
tingsmaður segði við Kringvarpið,
at ávís feløg, ávísar samkomur og
fíggingarstovnar hava so stórt vald
á okkara fólkavaldu politikarum, at
vit skjótt koma í ta støðu, at tingfólk
og landsstýrisfólk røkja áhugamál
hjá hesum fyritøkum, heldur enn at
røkja fólksins áhugamál.
Hetta eru sera álvarsamir pá
standir, sum koma frá tveimum
monnum, sum hava sitið so væl
á valdinum. Serliga tá tað er Óli
Breckmann, sum um nakar kennir
Fólkaflokkin innanífrá og kennir
allar valdsmekanismurnar í Fólka
flokkinum. Tá hann sigur, at stjórar
í føroyskum vinnufeløgunum stýra
løgtingsmonnum so ógvusliga, sum
stjórin í Varðanum Pelagic sambært
Óla Breckmann stýrir Kristin Mich
elsen og Bjarna Hammer, so krevur
hetta eina nærri frágreiðing.
Gamaní er Óli Breckmann opin
skáraður og hevur størstu politisku
avrikini oman fyri hálsvølin. Men
hetta er so álvarsamt, at løgmaður og
Javnaðarflokkurin – sum sita við ak
tuella trupulleikanum í samgonguni,
ið hevur so stóran týdning trúvirði
hjá nýggju samgonguni – má koma
við eini frágreiðing.
Løgtingsformaðurin ávarar eisini
um, at vinnufyritøkur stýra løgtings
fólkum.
Er tað so, ja so er fólkaræðið í stór
um vanda. Er tað so, at samgongan
ikki fær virkað, tí at Varðin Pelagic
hevur keypt tveir javnaðarting
menn á Tvøroyri, so er politiski legi
miteturin hjá samgonguni farin fyri
bakka.
ERU BJARNI OG KRISTIN KEYPTIR?
Fríggjadagin fekk tennis
stjørnan Caroline Wozniacki
heiðurin at vera flaggberi
fyri Danmark á Olympisku
Leikunum í Rio í summar.
Men tað eru ikki øll, sum
eru so fegin um, at unga
stjørnan, sum hevur vunnið
seg upp á heimsins hægstu
tindar innan tennisítróttina,
soleiðis skal umboða Dan
mark. Tí hon er ikki eitt gott
umboð fyri Danmark, siga
kritisku røddirnar.
Orsøkin er, at Caroline
Wozniacki ikki vil gjalda nak
að til danska samfelagið, sum
hevur uppfostrað hana, eftir
at foreldur hennara fluttu
úr Pólandi til Danmarkar at
búgva – áðrenn hon var fødd.
Hon og foreldur hennara
eru so bangin fyri at at gjalda
skatt av teimum hundraðtals
milliónunum, sum hon tjen
ar, at tey í 2008 fluttu til
skattaskjólið
Monaco
at
búgva.
Pápi hennara, Piotr Woź
niacki, sigur, at tað er tí, at
venjingarumsøðurnar
eru
so góðar har – og so hava tey
eisini eina lagaliga skatta
skipan.
Men dønum – og okkum –
dámar so væl rík og pen fólk,
so tað ger kanska einki, at
Fríðrikur krúnprinsur, sum
heldur ikki betalir skatt,
heiðrar skattasnúltaran Car
oline Wozniacki við, at hon
skal umboða fólkið í Konga
ríkinum Danmark, sum tímir
at gjalda skatt, til OL.
Vit kunnu so passandi
syngja sum Kári P og Hanus
Kamban um pengar og vald:
...men sært tú í havsbrúnni
vinur mín eitt far
sum mót tíðini andróður rør
og hann sum hevur pening
og hann sum hevur vald
har heldur um stýrisvøl
Ov rík at búgva í Danmark
Kann vinnan keypa sær
meiningar frá tingfólkum?
Løgtingið fer neyvan at
velja nevndirnar av nýggj
um, eftir at Annika Olsen
er farin heimaftur í Fólka
flokkin.
Tað er ikki siðvenja – í
øllum førum ikki altíð – at
nevndirnar verða valdar
av nýggjum, tá tingmenn
skifta flokk. Dømi eru Janus
Rein, sum fór úr Framsókn
upp í Fólkaflokkin, og Ger
hard Lognberg, sum varð
koyrdur úr Javnaðarflokk
inum og fór upp í Sam
bandsflokkin.
Tá vórðu nevndirnar
ikki valdar av nýggjum, og
Javnaðarflokkin lat enntá
Gerhard
Lognberg
eiga
sessin í formansskapinum
í løgtinginum.
Siðvenja ella ikki. Hetta
snýr seg eisini um taktikk.
Skulu nevdirnar veljast av
nýggjum, so fær hin av
hopparin í løgtinginum,
Sonja Jógvansdóttir, eina
heilt aðra og nógv sterkari
støðu. Sum seytjanda ting
fólk, kann hon seta krøv,
sum hon ikki kundi seta, tá
samgongan taldi 18 – tann
dagin nevndirnar vórðu
valdar.
Tí
gongur
Javnaðar
flokkurin valla við til at fara
undir ta kommediuspælið.
Hinvegin er lítið sann
líkt, at meiriluti er fyri at
broyta
nevndarbýtið,
tí
Sjálvstýrisflokkurin hevur
boðað frá, at hann ikki tek
ur undir við hesum.
Sum formaður fyri før
oyska bólkin í Tingmanna
ráð Útnorðurs, so sleppur
Kári P. Højgaard at ferðast.
Tað er ikki vist, at hann fær
tann sessin aftur, um býtt
verður av nýggjum.
Tí er valla sannlíkt, at
nevndirnar verða valdar av
nýggjum. Einsta broyting
verður tí, at Jákup Mikk
elsen letur Anniku Olsen
sessin í uttanlandsnevnd
ini – sum er eitt úrslit av
»realitetsforhandlingu
num«, sum Annika Olsen
hevði við sín egna flokk í
sambandi við, at hon skuldi
koma heimaftur.
Velja valla nevndir
av nýggjum
Danir eru stoltir av Caroline Wozniacki. Hóast hon eigur hundraðtals millónir, so unnar
hon ikki sínum landsmonnum burturav. Hon krógvar pengarnar í skattaskjóli í Monaco