Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Á ferð við 2500 føroyingum – Loftiferðir leggja seg eftir, at ferðafólk altíð kenna seg trygg, og ferðast verður í tryggum umhvørvi, sigur Maigun S. Otthamar hjá Loftiferðum, sum bjóðar føroyingum á ógloymandi Ísraels-ferðir Vilmund Jacobsen N æsta ár verða liðin 40 ár, síðan Svenning av Lofti byrjaði við regluligum ferðum til Ísraels við føroyingum, har hann sjálvur skipaði fyri ferðunum og var ferðaleiðari. Fyrsta Ísraels-ferðin hjá Svenningi var í 1977. Hesi mong ár eru nógvar ferðir gjørd­ar til Ísraels og Jordan. Einir 2500 føroyingar hava síðan 1977 ferðast við Loftiferðum, og onk­rir bólkar hava verið heilt stórir. Á einum túri í 2010 vóru 89 fólk við. Ann­ars liggja bólkarnir á hesum ferð­ um vanliga um eini 20 til 30 fólk. Ymiskar ferðir Í 2009 skipaði felagið seg av nýggjum við Marneri av Lofti og Maigun S. Ott­ hamar. Loftiferðir hava eisini víðkað um árligu valmøguleikarnar við ferðum til Ísraels, sum nú fevna um páskaferð, kvinnuferð, leyvsæluferð, sum er í sep­tember – og so jólaferðini. Loftiferðir vísa á, at jólaferðin hev­ ur verið sera væl umtókt, og um­framt Svenning og Marner av Lofti, hava Jógv­an og Unn Zachariasen verið ferða­leiðarar á jóla-og páskaferðum. Vælumtóktir damutúrar Tað er Maigun S. Otthamar, sum stend­ur fyri og er ferðaleiðari á væl­ um­tóktu »damutúrunum«. – Á hesum túrum verður vitjað – umframt tey søguligu støðini – eisini í eitt nú barnagørðum, har kunnað verður um, hvussu ísraelski staturin integrerar tey nógvu fólkini, sum hvørja viku koma til landið. Vitjað verð­ur á barnasjúkrahúsi, har kunnað verður um nýggjastu tøknina – og á skúlum fyri serliga útsett børn, sum koma úr sosialt truplum korum. Greitt verður frá, hvussu hesi børn verða loftað, og her eru nógvar sól­skins­ søgur. Maigun sigur, at á damuferðini verða nógvir handlar og basarar vitj­ aðir, og seinastu dagarnir verða brúkt­ ir við Deyðahavið. Í tryggum umhvørvi Loftiferðir leggur seg eftir, at ferða­ fólk altíð kenna seg trygg, og ferðast verður í tryggum umhvørvi. – Gjøgnum øll hesi ár hava vit havt tætt og gott samstarv við eina av størstu ferðaveitarafyritøkum í Ísrael, og tey hava eisini verið og vitjað okkum í Føroyum. Maigun S. Otthamar sigur, at pláss eru eftir til páskaferðina og damu­ túrin, men umráðandi er, at fólk tekna seg til ferðirnar sum skjótast. – Í Ísrael verður vitjað á fleiri kendum støðum, og seinastu dagarnir verða brúktir við Deyðahavið, sigur Maigun S. Otthamar – Pláss eru eftir til páskaferðina og damutúrin, men umráðandi er, at fólk tekna seg til ferðirnar sum skjótast, sigur Maigun S. Otthamar