Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroysk framleiðsla Vilmund Jacobsen V est Pack, sum øll árini síðan stovnan hevur ligið í Vestmanna, er í dag ein av stóru veitarunum til vinnuna, har fiski­vinnan fyllir ein rættiliga stóran part. Virkið hevur síðan stovnan eisini framleitt dygdarvørur til føroysku húsarhaldini, serliga frysti-og rusk­ posar. Mest kendir eru kanska teir svørtu sekkirnir, sum hava verið rætti­ liga væl umtóktir í nógv ár. Vest Pack hevur seinastu nógvu árini arbeitt miðvíst fram ímóti at gerast heildarveitari innan pakkitilfar. – Vit hava hollan kunnleika til pakki­tilfar og pakkiloysnir og ynskja, at hetta er nakað, sum viðskiftafólk kunnu njóta gott av. Tað sigur stjórin í Vest Pack, Christ­ ian Danielsen, sum vísir á, at virksemið hjá fyritøkuni er nógv vaksið seinastu árini, og sum partur av vøkstrinum er bæði vøruúrval og kundaskarin vaksin. Áki verður søluleiðari Sum ein partur av framhaldandi menn­ingini av Vest Pack, hevur virkið framt nakrar bygnaligar broytingar við tí endamáli at styrkja bæði sølu og framleiðslu. Broytingin hevur havt við sær, at tvey av kendu andlitunum á virkinum eru sett í nýggjar positiónir. – Áki Olsen, sum í nógv ár hevur verið sølumaður og eitt av kendu and­litunum úteftir, verður framyvir sølu­leiðari. Áki fær soleiðis ábyrgd av søluni og verður við til at styrkja og menna søluna frameftir, sigur stjórin. Áki Olsen vísir á, at hóast vøksturin hevur verið stórur seinastu árini, eru framvegis nógvir nýggir møguleikar fyri vøkstri, bæði á føroyska og út­ lendska marknaðinum. – Vit hava í fleiri ár havt ein mun­ andi part av umsetninginum uttan fyri Føroyar, og er hetta eisini eitt av økjunum, sum satsað hevur verið uppá, eins og ætlanin er at gera enn meira við henda partin, sigur Áki Olsen. Thomas framleiðslu- og menningarleiðari Thomas B. Thomsen hevur havt ym­ iskar uppgávur á Vest Pack, men sein­astu nógvu árini hevur hann verið sølu­maður. Christian Danielsen sigur, at nú Thomas tekur við sum framleiðslu- og menningarleiðari er hetta ein nýggj funktión í fyritøkuni og ein nýggj av­ bjóðing fyri Thomas. – Menning, endurnýggjan og dag­ føringar eru ein náttúrligur partur av okkara avbjóðingunum, bæði hvat framleiðslutólum, tekniskari útgerð og framleiðslustýring viðvíkur. Tað krevst, at vit eru frammi í skónum, um framleiðslan skal verða fult á hædd og heldur fótin frammanfyri, tá samanborið verður við útlendsku kapp­ingarneytarnar, sigur Thomas B. Thomsen, sum framhaldandi eisini verð­ur knýttur at sølutoyminum. Dagføringar og menning Vest Pack, sum í verandi samanseting er frá 2007, byggir í ein ávísan mun á tað virksemið, sum byrjaði í 1994 - við framleiðslu av plastvørum, serliga til húsarhaldini. – Síðan er framleiðslan nógv ment, og nógvar nýggjar vørur eru komnar aftrat, serliga til fiskivinnuna. Vit ynskja framhaldandi, at nýhugsan skal vera ein týdn­ingar­mikil partur av ger­ andis­degnum, og at fokus er á dag­ føringum og menning, sigur stjórin, Christian Danielsen. Hann vísir á, at tað er ein stór av­ bjóðing at hava framleiðslu í Føroyum, tí marknaðurin er avmarkaður og undir støðugari broyting. ­– Kappingin á marknaðinum er hørð. Okkara styrki er ikki minst fleksi­ bilitetur við tað, at vit ráða yvir egnari framleiðslu og avgera sjálvi, nær vit framleiða, og hvat vit framleiða. At vit eru nær okkara kundum og so­ leiðis kunnu veita eina góða og holla tænastu - skjótari enn aðrir - er ikki minst okkara styrki, sigur Christian Danielsen, stjóri í Vest Pack. Vest Pack hvessur profilin Sum partur av framhaldandi menningini av Vest Pack í Vestmanna, hevur virkið framt nakrar bygnaðarligar broytingar við tí endamáli at styrkja bæði sølu og framleiðslu. Broytingin hevur havt við sær, at tvey av kendu andlitunum á virkinum nú eru sett í nýggjar positiónir Áki Olsen, søluleiðari, Christian Danielsen, stjóri og Thomas B. Thomsen, framleiðslu-og menningarleiðari hjá Vest Pack í Vestmanna Mynd: Vilmund Jacobsen