mánadagur 8. februar 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
M
atvøruvirkið Krás í Hósvík fór í
endanum av seinasta ári undir
eina nýggja tænastu, sum tey
rópa Stórkeyp.
– Tænastan byggir á, at viðskifta
fólk í Á-handlum og Samkeyp-handl
um kring landið nú kunnu bíleggja
sær vørur í størri nøgdum til eitt nú
føðingardagar, barnadóp, konfirma
tiónir, veitslur, grillveitslur ella hvat
tað nú kann vera.
Tað sigur Alberg Gaardlykke, leið
ari á Krás.
Bílegg – og heinta
Bíleggingarseðil til Stórkeyp liggur við
diskarnar í Á-handlum og Samkeyp-
handlum, sum hava hesa tænastu,
sum Krás nú veitir.
– Einasta treyt fyri bílegging er,
at talan er um fýra kilo ella meira
av kjøtvørum. Hinvegin er eingin av
marking, hvussu stórar nøgdirnar
kunnu verða. Viðskiftafólk, sum
skulu gera eitt størri keyp, fylla út
bíleggingarseðilin og lata hann inn í
viðkomandi handli. Síðan kunnu tey
heinta og gjalda fyri bíløgdu vørurnar
í handlinum dagin eftir.
Alberg Gaardlykke vísir á, at tæn
astan higartil hevur verið brúkt av
fólki, sum skulu halda ein føðingardag
ella sum skulu gera ein størri døgurða
til eitt hvørt høvi.
– Vørurnar, sum verða bílagdar,
eru vanliga malið oksakjøt, kjøtfars,
gullash, steikir, útbeinað lambstjógv -
alt eftir, hvat høvi er, sum vøran skal
brúkast til.
Hann sigur, at Stórkeyp er eitt til
boð og ein tænasta til øll, eisini til
arbeiðspláss, sum skulu skipa fyri
veitslu ella sum ætla sær at grilla.
– Er talan um búffar, kunnu teir
skerast eftir ynsktari vekt, sigur
leiðarin á Krás.
Bíligari keyp
Alberg Gaardlykke sigur, at hugskotið
aftan fyri Stórkeyp er, at viðskiftafólk
skulu kunna keypa størri nøgdir av
ymiskum kjøtvørum nakað bíligari
enn annars.
– Tað, at vøran verður bíløgd í størri
nøgdum, ger, at framleiðsluprísurin
eisini verður nakað lægri, eitt nú tí, at
her verður minni pakking enn annars.
Hetta er soleiðis ein tænasta, sum
bæði kemur okkum á Krás – og ikki
minst viðskiftafólkunum kring landið
– til góðar.
Leiðarin á Krás sigur, at tá við
skiftafólk fylla út bíleggingarseðilin,
skriva tey á, hvørjar vørur, tey ynskja
sær, hvussu nógv av hvørjum, og eisini
verður skrivað hvør viðkomandi er sum
bíleggur.
– Vit koyra út til handlarnar
hvønn dag, og tá bíleggingar eru um
Stórkeyp, taka vit vørurnar við okkum
til handlarnar og viðskiftafólkini, sigur
Alberg Gaardlykke.
Krás bjóðar Stórkeyp
– eitt sindur bíligari
– Vørurnar, sum verða bílagdar um okkara nýggju tænastu, eru vanliga malið oksakjøt, kjøtfars, gullash, steikir,
útbeinað lambstjógv – alt eftir, hvat høvi er, sum vøran skal brúkast til, sigur leiðarin á Krás, Alberg Gaardlykke
Við nýggju tøknini hjá Global Dry Ice
heldur fiskur, ið verður sendur av
landinum, sær upp til fýra dagar og
kann náa runt knøttin við flogfari.
Global Dry Ice, sum hevur turrís
framleiðslu á Eiði, hevur skaffað
sær nýggja turrís pakkimaskinu sum
pressar turrís saman í smáar rundar
pukkar og pakkar ísin inn í plast.
Carbon dioxide, Kolsyra, ella sum vit
kalla tað turrísur, er fastur formur av
kolsyru ( CO2 ). Turrísurin er uml. -79
gr.C við 1 bar trysti, og kølievnið er
munandi størri enn vatn ísur (um 75%
meira).
Eitt samstarv millum Rannsókna
stofu Fiskiíðnaðarins og ISAGA var
gjørt fyri at meta um tað var møgu
ligt, at brúka kolsyrukava, bæði sum
kølimiðil og sum kolsyruluft í 10 kg
fiskakassum, og vita hvat árin tað
hevur á torskafløk.
Úrslitið vísti, at vøksturin av
micro organismum, var nógv seinni
í koldioxid pakkaðum fløkum, og
tað førdi til longri haldbari. Orsøkin
kemur ivaleyst av tí nógv skjótari
kølingini, og longri kølivirknaðinum
av carbon dioxid kavanum, enn tað
er í tí vanligur ísinum. Eisini kann ein
partur av orsøkini vera tann høga
konsentratiónin av kolsyrugassi í
kassunum (yvir 90%) í umleið ein
tíma.
Palettirnar viga 200 gram
Tað endaliga úrslitið var longri hald
bari í kolsyru pakkaðum fløkum, enn
fløkum sum eru køld við vatnísi ella
við ongum kølievnum í kassunum.
Tað er greitt at árinið av turrísinum
á fersk fiskafløk eru bæði stór og góð.
Kølingin er nógv skjótari og longri, og
tað seinkar vøksturin av micro organ
ismum. Tann høga konsentratiónin
av kolsyrugassi fyrsta tíman aftan á
pakkingina, hevur helst verið við til at
minka um bakteriu vøksturin. Mikro
biologiski vøksturin verður tí seinri og
haldbari longri.
Hendan kanningin er gjørd við
turrkava. Vit hava turrís, sum palettir
og pukkar. Munurin er at turrísurin
heldur nógv longur enn turrkavin. Tað
vil siga, at sama frystivirði tekur nógv
minni pláss í kassunum. Palettirnar
eru brúktar í Tysklandi saman við gel
ísi, hetta gevur eitt haldbari á upp til
4 dagar, so teirra produkt kann náa
runt knøttin við flogfari. Pukkanir eru
samanpressaðar palettir, sum viga
200 gram, hesar selja vit berar ella
innballaðar í plast.
Loftvegis flutningur av fiskavørum
Hans Petur Poulsen og Finn Mortensen frá Global Dry Ice
Nýggja turrís pakkimaskinan
hjá Clobal Dry Ice á Eiði
– Hugskotið aftan fyri Stórkeyp
er, at viðskiftafólk skulu kunna
keypa størri nøgdir av ymiskum
kjøtvørum - nakað bíligari enn
annars, sigur Alberg Gaardlykke,
leiðari á Krás í Hósvík