Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroysk framleiðsla Vilmund Jacobsen F øroysk framleiðsla er í einari góðari støðu, og føroyingar eru við at síggja týdningin av at keypa føroyskt, har føroyskar vørur eru kapp­ingarførar í dygd og prísi. Tað sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk á Málingavirkinum á Strondum, sum í mong ár hevur framleitt føroyska dygdar­máling. – Sølan hjá okkum er alsamt veks­ andi, og hon fer eisini at veksa í ár. Tað eri eg sannførdur um. Vit hava dygdargóðar vørur, og vit eru kapp­ ingar­førir í prísi. Haraftrat hava vit lagt enn størri dent á tænastu, sum sjálv­andi er ein týðandi partur av virk­ seminum. Mest privatkundar Um føroyska framleiðslu sum heild heldur Jógvan Óli, at har tað onkuntíð kann hava haltað, hava virkir, sum nú hava mong ár á baki, langt síðan traðk­að sínar barnaskógvar og hava gjørt tey mistøk, sum skulu gerast. – Okkara marknaður er serliga privatkundar – fólk, sum skulu mála innan- ella uttandura, og her hava vit máling til allar uppgávur, bæði betong, klædning, tak og alla innan­ dura­máling. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, sigur Jógvan Óli, so var sølan hjá Mál­ inga­virkinum á Strondum helst størst innan takmáling. – Men, í dag trúgvi eg, at tað er okkara træverja, sum telir mest sum einstøk vøra. Okkara innanduramáling er eisini ógvuliga væl umtókt, og her er sølan eisini vaksin nógv seinnu árini. Jógvan Óli vísir á, at málingin hjá teimum fæst í øllum litum. Á einum vegamóti – Okkara máling verður meira og meira at síggja í málingahandlum kring um landið. Vit hava tikið smá fet, men føla tað, sum vit í løtuni eru á einum vegamóti og stýra fram ímóti einum gjøgnumbroti, har okkara mál­inga­vørur í enn størri mun – og í enn størri úrvali – verða at síggja hjá okk­ara samstarvspørtum kring um landið. Jógvan Óli sigur, at Málingavirkið fer at koma við nýggjum tænastum til handlarnar, sum selja teirra vørur, og at hetta eisini fer at merkjast hjá ein­støku brúkarunum. – Vit hava eisini hugsað um møgu­ leikan at gerast veitarar av eitt nú amboðum, tapeti og lími, soleiðis at vit kunnu veita veruligar heildarloysnir innan okkara øki. Tað er ymiskt, sum bendir á, at hetta eisini fer at gerast ein partur av okkara virksemi. Óførir norðanfyri Jógvan Óli á Fríðriksmørk sigur, at ymiskt er, hvussu útbreiðslan av før­ oysku málingini er kring landið, og hvussu viðskiftafólk fyrihalda seg mót­vegis føroysku vøruni. – Í hesum sambandi kann eg ikki lata vera við at nevna Norðoyggjar, sum er flaggskipið hjá okkum. Líkt er nevniliga til, at fólk í Norðoyggjum eru rættiliga bevíst um at keypa før­ oyskt, og hetta er gleðiligt hjá okkum, sum framleiða í Føroyum. Fólk keypa føroyskt, tí vøran er dygdargóð og kappingarfør, sigur Jógvan Óli á Fríð­ riks­mørk. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Málingavirkinum á Strond­um, kunnu ringja á tlf. 550490. Føroysk framleiðsla í góðari støðu – Føroyingar keypa føroyskt, tí vøran er dygdargóð og kappingarfør, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk á Málingavirkinum á Strondum – Okkara máling verður meira og meira at síggja í málingahandlum kring um landið. Vit hava tikið smá fet, men føla tað, sum vit í løtuni eru á einum vegamóti og stýra fram ímóti einum gjøgnumbroti, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk Myndirnar eigur Sjóvar kommuna