mánadagur 8. februar 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Føroysk framleiðsla
Vilmund Jacobsen
F
øroya Grótvirki leggur serliga dent
á tríggjar ymiskar framleiðslur,
gravsteinar, borðplátur og flísar
av ymiskum slag.
Eigararnir, sum eru brøðurnir,
Høgni og Heini Tausen, hugsa fyrst og
fremst um føroyska marknaðin, sum
tann berandi.
Málið hjá teimum er at lata vørur,
sum eru av eini so høgari dygd, at
vøran ikki kann samanberast við aðra
vøru.
– Vit vilja, at viðskiftafólkini skulu
vera í fokus, og at tænastustøðið skal
vera á einum høgum støði.
Tað sigur Høgni Tausen.
Hann vísir á, at umframt at gera
gravsteinar, sum eru standard og
gravsteinar eftir egnum ynski, borð
plátur í fleiri ymiskum møguleikum og
steinflísar, eru nógvir aðrir hugsandi
og óhugsandi møguleikar á virkinum.
– Tað er bert hugflogið, sum setir
mørkini, tá ræður um ymiskar skreyt-
og prýðislutir, og eitt nú eru klokkur
sum prýðislutur nógv eftirspurdar.
Hesar kunnu gerast við graveraðari
mynd av oyggj, bygningi, skipi ella
kríatúri – ella, hvat fólk nú einaferð
kunnu koma í tankar um til eina gávu.
Dygdargott basalt
Føroyska basaltið hevur júst tann
rætta »konsistensin« til at hápolera
og annars til at virka eitt nú grav
steinar, borðplátur, flísar, húsaklædn
ingar, skreyt-og prýðislutir úr.
– Basalt hevur tann eginleika fram
um eitt nú granit, at tað er eitt sindur
bleytari og harvið brotnar tað ikki eins
og granit.
Á Føroya Grótvirki hevur nógv verið
at gera, síðan brøðurnir keyptu virkið í
Skopun – ikki minst, nú stórarbeiði yvir
eina longri tíð hevur verið í gongd við
at levera grót til uppihaldstrappuna í
Vágsbotni.
Høgni Tausen vísir á, at hóast
stórar uppgávur, eru viðskiftafólk
altíð vælkomin við fyrispurningum og
bílegginum – antin talan er um grav
stein, borðplátu, flísar ella ymiskar
skreyt- og prýðislitir.
Bíligari enn aðrir
Á Føroya Grótvirki hava teir nógv
ymisk uppskot um gravsteinin, og
viðskiftafólk eru altíð vælkomin við
egnum ynskjum.
– Eitt, sum vindur meira og meira
upp á seg, er, at avvarðandi velja
ein fyribils stein, sum oftast er ein
rundur steinur við navni og øðrum á.
Fólk kunnu nevniliga fáa ta áskrift á
fyribils steinin, sum tey ynskja sær.
Høgni Tausen sigur, at viðskiftafólk
eisini kunnu koma við einum steini
sjálvi, sum tey ynskja sær á grøvina.
– Tá kunnu vit eisini tillaga steinin,
um okkurt er, sum fólk vilja hava eitt
sindur øðrvísi, og vit seta tekstin á
gravsteinin.
Føroya Grótvirki bjóðar sær eisini
at umvæla gamlar gravsteinar.
– Er tað soleiðis, at tey avvarðandi
vilja hava eitt navn aftrat á sama
stein, taka vit okkum eisini av hesum,
sigur hann.
Heimasíðan hjá Føroya Grótvirki er
www.fgv.fo – og fyritøkan er eisini á
Facebook við síðuni Føroya Grótvirki.
Alskyns skreytlutir
úr føroyskum gróti
– Føroyska basaltið hevur júst tann rætta »konsistensin« til at hápolera og annars til at virka eitt nú gravsteinar,
borðplátur, flísar, húsaklædningar, skreyt- og prýðislutir úr, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun
Brøðurnir, Høgni og Heini Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun
Mynd: Vilmund Jacobsen