Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 24 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Frozen Torg í SMS Í komandi viku fara Elsa og Anna, sum flestu føroysku børn kenna frá filminum Frozen, at seta sín dám á Torgið í SMS. Torgið verður Frozen-prýtt, og í fleiri dagar verður høvi at heilsa uppá bæði Elsu og Annu og at síggja brot úr filminum F østulávintsmánadagur er í dag, men hóast børnini ganga grýlu í kvøld, so merkir hetta ikki, at neyðugt er hjá smágentunum at goyma vælumtóktu Elsu- ella Annu- bún­arnar úr Frozen-filminum. Tí miku­dagin, hósdagin og fríggjadagin er Frozen á skránni í SMS, sum eisini verð­ur pyntað til høvi. Skattaveiða og framførslur Tað verður sama skrá allar dagarnar, og skráin fevnir víða. Millum annað verður skipað fyri skattaveiðu, har man skal finna kenda kavamannin Olaf. Brot verða víst fleiri ferðir um dag­ in úr filminum Frozen, og eisini fer tað at bera til hjá børnunum at taka myndir saman við Elsu og Annu. Ikki minni áhugavert verður tað fyri børnini at uppliva framførslur við Elsu og Annu úr Frozen. Tað verður ein bólkur, sum nevnist Shimacon, ið kemur at standa fyri hesum fram­ førsl­unum. Shimacon Bólkurin Shimacon er ein bólkur av fólki, sum savnast, tí teimum dámar væl at spæla sonevnd »rolluspøl«, telduspøl og mangt annað. Tey hava seinastu árini skipað fyri eini summarlegu í Studentaskúlanum í Hoydølum, har man í veruleikanum hevur havt eitt slag av einum »Nørda- samfelag« við fólki, sum elska at spæla rolluspøl. Kii Narasawa er eitt av oddafólk­un­ um í Shimacon, og hon greiðir frá, at áhugin fyri Shimacon-summarleguni í Hoydølum er støðugt vaksandi. – Tað blívur størri og størri, og sein­astu luttóku okkurt 130 fólk, og tey komu enntá heilt úr Norra, sigur hon. Shimacon hevur ongantíð áður staðið fyri einum so stórum tiltaki, sum hesum í SMS næstu dagarnar, og Kii Narasawa dylur ikki fyri, at tað er ein spennandi uppgáva. – Hetta er ein ordilig roynd hjá okk­ um. Vit hava ikki gjørt nakað líknandi sum bólkur áður, men eg havi gjørt okkurt líkandi í Norra fyrr, men tó ikki so stórt sum hetta, greiðir hon frá. Hon sigur, at tey koma at vera seks leikarar, ið fara at upptraðka í SMS, men so verða eisini fleiri onnur fólk, ið koma at hjálpa til aftan fyri. Kii Narasawa sigur, at tey í Shima­ con vendu sær til SMS og bjóðaðu sær til at skipa fyri hesum døgum, og SMS var púra opið fyri tí, og hon fegnast um, at tað nú verður møguleiki at vísa fyri Føroya fólki, hvat tey í Shimacon fáast við.