mánadagur 8. februar 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016
26
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Land í eygsjón
– Áfram Ísland!
Í døgunum 12.-20. februar verður fokus sett á Ísland í Norðurlandahúsinum
undir heitinum – Land í eygsjón, Áfram Ísland!
Vilmund Jacobsen
L
and í eygsjón hevur áður boðið
Finlandi og Noregi vælkomnum,
og nú venda vit okkum móti okk
ara brøðrum og systrum í ein útnyrðing
og bjóða íslendskum listafólkum í
Norðurlandahúsið í níggju dagar við
myndlist, filmi, bókmentum, standup
skemti og tónleiki.
21 íslendsk listafólk
Hesar dagar verður høvi at hitta 21
íslendsk listafólk, summi longu væl
kend her heima – og hini verða tað
heilt víst eftir Land í Eygsjón-tiltakið.
Í Norðurlandahúsinum siga tey, at
atgongumerki kunnu keypast til hvørt
tiltakið sær, men um vitjandi ætla sær
til alt - ella næstan alt – ber eisini til
at keypa eitt festivalpass fyri einans
795 krónur og spara 25 prosent av
samlaða prísinum.
– Festivalpassið kann einans keyp
ast í Norðurlandahúsinum og ikki á
netinum, verður lagt aftrat.
Hekla Døgg
Framsýningin við Heklu Døgg Jóns
dóttir, sum verður í døgunum 12.
februar til 6. mars, er ókeypis. Hon ger
samvirknar samansetingar og flokkar
lutir, sum hava eitt hvørt samband
og saman skapa dialog millum ljóð
skulpturar og video.
– Hennara verkætlanir hava fevnt
um fýrverk gjørt úr ljóðkvæmum
katodaljósum, ein frystan hyl mitt um
summarið, pup-up-igloir, ynskibrunnar
og gandakynstur, sigur Norðurlanda
húsið.
Filmurin Hrútar
Hrútar eftir Grím Hákonarson, sum
hevur vunnið fleiri virðislønir seinastu
árini, fer fram í einum fjarlagdum
íslendskum landbúnaðardali. Tveir
beiggjar, sum ikki hava tosað saman í
fjøruti ár, mugu møtast og finna sam
an at bjarga tí, sum er teimum mest
dýrabart – teirra seyði.
Endabresturin
Íslendsk konsert við Føroya Symfoni
orkestri verður endabresturin á Land
í eygsjón 2016 við Føroya symfoni
orkestri, sum fer at seta seta sjón
eykuna á Ísland við íslendskum tón
leiki og solisti.
Neyvari kunning um alt tiltakið,
Land í eygsjón - Áfram Ísland! Kann
lesast á heimasíðuni hjá Norðurlanda
húsinum – www.nlh.fo
Í døgunum 12.–20. februar verður
Norðurlandahúsið karmur um
átakið – Land í eygsjón, Áfram
Ísland!