Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 18. mars 2016 Aksel V. Johannesen og Javnaðar­flokk­ ur­in stóðu ikki fyrstu royndina Tað man kennast beiskt hjá Aksel V. Jo­ hanne­sen at staðfesta, at hann ikki hevur vald­ið í Javnaðarflokkinum. Hósdagin vóru tað borgarstjórarnir báðir, Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, sum høvdu valdið á Aksel V. Johannesen og allari samgongni, tá teir steðgaðu málinum um at loyva samkyndum at giftast – fyribils. Og tað er ikki eitt gott tekin. Tí júst mál­ið um at loyva samkyndum at giftast borg­ar­ liga var eitt stórmál í valstríðnum, sum teir tríggir samgonguflokkarnir lovaðu at loysa. At Javnaðarflokkurin ikki megnaði at standa saman, er eitt veikleikatekin. Tí her var talan um eitt lítið mál, sum einhvør javn­að­ar­flokkur eigur at kunna standa sam­ an um. Men nógv onnur stórmál liggja, har vit longu nú vita, at somu trupulleikar eru í Javn­að­arflokkinum. Leiðslan hevur ikki tam­ar­haldið í flokkinum, og tí fer tað ikki at bera til hjá Aksel V. Jo­hanne­sen at reka politikk. Andstøðan hevur langt síðani funnið veika liðið í Javnaðarflokkinum, og tað fer at verða brúkt við øll hóskandi høvi. Hjún­a­bands­lógin var fyrsta høvið. Málið um upp­boðs­søluna verður næsta høvi, har varg­ar í Javn­að­ar­flokkinum hava hótt við at forkoma enn einum val­lyfti. Vit hava fyrr sæð, at slíkt troyttar samstarvsflokkarnar, og tí hevur ein slík samgonga ikki lív lagað í langa tíð Undir orðaskiftinum á tingi mikudagin vóru tað serliga tey, sum eru greitt fyri og tey, sum greitt ímóti, sum høvdu orðið. Tey sannførdu høvdu orðið at kalla alla­tíðina, men bíðað varð eftir, hvat Heðin Mort­ensen og Kristin Michelsen fóru at gera. Fleiri upp­skot vóru um at fáa málið av sporinum so ella so við at fáa tað aftur í nevnd ella við at skjóta upp at gera eina lóg um skrásett par­lag – sum ikki kann gerast, tí danska lógin er avtikin. Úrslitið var, at Javnaðarflokkurin hokn­ aði. Flokk­urin hevur mist ein tinglim av hes­um máli. Nú kann flokkurin bæði at missa trú­virð­ið og stjórnarvaldið. Dreym­ur­in hjá and­støðuni at taka vald­ið frá Fólka­flokk­i­num tykist nú eins stokk­ut­ ur, sum CHE samgongan var í 2008. Jóannes Eidesgaard lýs­ir støð­ una hjá Javnaðarflokkinum at siga, at »flokshugsjón er ein býur í Ruslandi«. Abbi vildi heldur vinna samgonguni neisur – Vit tora at siga tað – tit mugu fremja tað!... Soleiðis skrivaði abbadóttir Edmund Joensen, Anna Falkenberg, so skilagott til miðlarnar týskvøldið, tá hon í almennum skrivi vegna Ungmannafelagið Samband royndi at ávrika abba sín og hinar fimm gubbarnar, sum manna tingbólkin hjá Sambandsflokkinum. Men nei. Hóast abbin fyrr hevur verið fyri at geva samkyndum rættindi at giftast, so valdi hann heldur at spæla samgonguni eitt puss. Hóast tað tykist so ótrúliga óbúgvið at uppføra seg soleiðis í politikki, so er tað reg­ ul­in. Ikki undantakið. Sjálvt um tingfólk væl kunnu taka undir góðum hugskotum, sum mót­ støðu­fólk koma við, so velja tey heldur at fella tað – tí tað er skeivi persónur, sum hevur tað góða hugskotið. Hitt er so tað, at um andstøðufólk varnast, at samgongan hevur trup­ul­l­eik­ar við onkrum ting­ fólki, so gera hon hvat hon kann fyri at oyðileggja spælið. Soleiðis er politikkur, og tað er tí, at fólk so ofta troyttast av politikarum, tí teir eru verri enn børn, sum klandrast. Málið um hjúnabandslógina er eitt dømi um tað. Har fleiri fólk, ið taka undir við at loyva sam­kynd­um at giftast, sum eru ímóti, bara tí at tað skaðar samgonguna. Ungu sambandsfólkini hildu, at tað bar til at tosa sambands­ mennn­inar til for­nuft. Men tað gjørdi tað ikki. Nú fáa eisni argjafólk sína egnu ítróttarhøll Hósdagin settur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð fyrsta hakan í til nýggju ítróttarhøllina á Argjum Høllin verður bygd upp í fimleikarhøllina í nýggja skúlanum á Argjahamri. Andras Joensen hevur gjørt hakan úr viði úr Viðarlundini í Havn. Spak­in verður nú sett­ ur í glas og rammu og hongd­ur upp á skúla­ num. Er Javnaðarflokkurin stjórnarberandi? Settu hakan í á Argjum ítróttarhøll skotið varð við skørpum Les eisini blaðið á telefonini Hættisligur bygnaður í FT samtakinum síða20-21 Rulla sjokuláta­ páskaregg Matgerð síða 24-25 Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, undir kjakinum um at broya hjúnabandslógina Frágreiðingin frá ST, sum átalar Føroyar fyri ikki at geva samkyndum rættindi er bestilt arbeiðið úr Føroyum. Tað er Amnesty, sum stendur aftanfyri Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Ungur nemur Abbi aktaði ikki! Visti tú? At vit hava keglast um rætt­indi til sam­ kynd í 29 ár?