Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 4 Útbyggingarnar hjá SEV seinnu árini síggjast nú av álvara aftur í hagtølunum í framleiðsluni. 2015 var besta árið nakrantíð á fleiri økjum SEV legði 2015 aftur um seg við besta úrsliti nakrantíð á fleiri økjum, og sostatt setti elfelagið fleiri met í fjør. SEV hevur ongantíð áður framleitt so nógva elorku yvirhøvur, og elfelagið setti eisini met, tá talan er um framleiðslu burtur úr vatnorku og vindorku. 2015 var fyrsta árið, har nýggju vindmyllurnar í Húsahaga vóru í rakstri í eitt heilt ár. Vatnorkuverkið á Eiði, har nógvar útbyggingar eru farnar fram seinnu árini, setti met í 2015, og vatnturbinan á elverkinum á Strond hevur ongantíð fyrr framleitt so nógv sum í fjør. Í desember 2015 var elframleiðslan eisini methøg, sammett við øll onnur ár og mánaðir. Í Vestmannaøkinum var framleiðslan tann hægsta nakrantíð síðani 1982, og oljurikna Sundsverkið framleiddi 46,4 prosent minni í 2015, sammett við 2010, tá ið framleiðslan á Sundsverkinum var tann hægsta nakrantíð. Niðanfyri sæst yvirlit yvir SEV-metini í 2015. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 3-8 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 3-8 m/s Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum snarar í ein vestan. Um náttina frískar hann vindin av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, annars skýggjað og møguliga mjørki. Hitin millum 4 og 8 stig.. Hann makar vindin niður í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men eitt skifti skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum um náttina øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, eitt skifti møguliga hvassur vindur, 15 m/s. Yvirhøvur týrt, men skýggjað. Hitin millum 5 og 8 stig.. Mánadagur Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 5 og 8 stig. Týsdagur Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, sum um kvøldið øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Um náttina strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, og tað klárar í, tó okkurt ælið. Hitin millum 2 og 7 stig. 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Pauli T. Petersen fílist á, at samgongan ikki er ein homogen eind Sæð á Facebook: Mjørki í Havn. So veit ein at summarið er í nánd Fyri jól løgdu Sonja Jógvansdóttir, Bjørt Samuelsen, Hanna Jensen og Kristianna Winther Poulsen fram uppskot um broytingar í hjúnabandslógini, sum skulu loyva samkyndum pørum at vígast borgarliga. Nenvdarviðgerðin hevur verið drúgv og onnur viðgerð mikudagin var eisini av heilt drúgva slagnum. Málið varð at enda sent aftur í nevnd, tá tað gjørdist greitt, at tveir samgongulimir, Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, ikki vóru sinnaðir at atkvøða fyri broytingunum. Hjúnabandslógin er lógin sum skipar rættindi og treytir í sambandi við vígslur og hjúnaskilnað. Eivør Pálsdóttir fekk fýra virðislønir á FMA, meðan Annika Hoydal fekk tríggjar virðislønir. Heðin Old sigur, at tað ikki verður ókeypis at koyra gjøgnum undirsjóartunlarnar, tá teir eru niðurgoldnir. Magni Arge noktaði at fara til móttøku á Koks í Danmark, í samband við at danir nú fara at flagga við føroyska flagginum á ólavsøku. Bispur óttast, at um samkynd fáa rættindi at verða vígd ella signað í Fólkakirkjuni, kann tað slíta kirkjuna í tvey. Sambandsflokkurin vil leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu »Hjúnabands­lógin« SEV setti níggju met MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt So nógv hægri vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar í 2015 í mun til í 2014 6,3 MANGT OG HVAT Klipp klipp ... Framleiðsla Met í 2015 Samanbering Broyting Elframleiðslan tilsamans 314,4 GWt 305,4 GWt í 2014 9,00 GWt meira Framleiðslan úr vindorku 55,8 GWt 34,5 GWt í 2014 21,30 GWt meira Framleiðslan úr vatnorku 133,1 GWt 120,7 GWt í 2014 12,40 GWt meira Grøn orka tilsamans 188,9 GWt 155,2 GWt í 2014 33,70 GWt meira Framleiðslan í des. 2015 29,76 GWt 27,62 GWt í 2014 2,14 GWt meira Eiðisverkið 68,1 GWt 61,8 GWt í 2014 6,30 GWt meira Vatnturbinan á Strond 4,5 GWt 3,1 GWt í 2014 1,40 GWt meira Vestmannaøkið 54,8 GWt 54,6 GWt í 1982 0,20 GWt meira Sundsverkið 93,9 GWt 175,1 GWt í 2010 81,20 GWt minni Visti tú? Tað eru 25.069 løntakarar tilsamans í Føroyum