hósdagur 17. mars 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
40
SOSIALURIN 33
M
ær dámar ikki skólissur.
Kann satt at siga ikki
torga skólissur. Tann,
sum tær uppfann, átti
at fingið eina um hálsin.
Ikki tí, at aldurin forðar mær í at
knýta tær. Tað ger hann bara partvíst,
men tann parturin veksur. Og tað er
ikki so lætt sum tað var fyrr. Verri enn
so. Fyrr vóru skólissur eisini soleiðis
háttaðar, at tá tær vóru knýttar, so
fóru tær ikki upp aftur, fyrr enn tær
vórðu loystar. Tær vóru ikki sum nú
støðugt sjálvloysandi.
Nú eru skólissur rundar
og hálar, onkur designara
fjandansskapur helst.
Design, snið, er ongan
tíð tað sama sum
nytta. Nytta er hvørki
smart ella cool. Rundar
skólissur fara upp,
tá tú hevur gingið í
fimm minuttir pluss
minus ein. Uttan so, at dupultur
knútur er á. Flestar skólissur eru tó
nú so stuttar, at illa ber til at knýta
tær dupult, uttan at duga onkran
knút, sum bara skótar duga og
sjómenn eisini fyrr.
Ella í stuttum: skó
lissur eiga ikki at
kunna brúkast til
annað enn at
arga fólk,
sum ganga í skóm.
At knýta skólissur er heldur ikki
heilt vandaleyst longur. Tá tú ert farin
at nærkast opnu grøvini, ræður um ikki
at missa javnvágina í knýtingarløtuni.
So helt eg, at gummiskógvar vóru
bjargingin. Skógvar uttan bond,
skógvar, sum tola vatn og salt. Skógvar
uttan lissur.
Men, nei, sjálvandi ikki. Gummi
skógvar, sum halda longur enn nakrar
fáar vikur, fáast ikki. Ikki í Havn, tað
eg veit.
Havi roynt, havi roynt. Nakrar
vikur, so er hol. Ikki tí, at teir vóru
bíligir. Tað vóru teir ikki. Nakrar vikur,
ikki hálvan tíma um dagin, so var hol í
botninum ella omaná.
Og teir gomlu, góðu hvítbotnaðu
fáast sjálvandi ikki longur. Teir vóru
ivaleyst ov góðir, ov sterkir. Alt, sum er
gott, alt, sum riggar, hvørvur so líðandi.
Í staðin fyri kunnu vit keypa okkurt,
sum kostar tað sama ella meira, men
sum einki nyttar.
Tann hvítbotnaði, sum avloysti
húðarskógvin, helt eitt heilt ár ella bæði
tvey, um væl stoð til. Slíka dygd ber
ikki til at selja fólki, tí so verða ov fáir
skógvar seldir. Dygd fæst ikki longur
fyri pengar, sum vanligir lønartrælir
hava. Fyri teir fæst bara dýrt juks.
Gummiskógvar eru annars eisini
hentir hjá okkum, sum ganga, tí tað er
altíð so vátt. Og gummiskógvar leka
ikki, ikki tær fyrstu vikurnar.
Bundin heima við hús er skóleysur
maður. Eg kundi gjørt sum øll hini,
keypt mær bil. Men hann skal eisini
skøðast. Og hann brúkar eisini gummi
skógvar, um til ber at siga so.
Hin grábeinti er altíð skøddur. Hann
svevur í skóm. Har sum trúarfrælsi er,
hevur hann úr at gera við oysa bensin
á bálini, sum ráðaleysir og vinglutir
politikarar royna at sløkkja við olju.
Ganga berføttur (hatturin er langt
síðani fokin av) ber ikki til í okkara
landi, bara inni.
Tá útlendingar spyrja meg, hví allir
føroyingar eiga bil ella báðar tveir, svari
eg, at svarið er sera einfalt. Teir dagar,
sum ikki regnar, er so hált, at ikki er
gangandi. Heldur ikki í gummiskóm
við holi.
Vit ganga, nøkur fá, hini koyra móti
páskum og vári (heldur onkur).
Sunnudagin er várjavndøgur. Tá er
vorðið so lýtt, at pálmarnir spíra. Men
til alla ólukku eru páskirnar ein tíma
styttri í ár. Tí páskanátt skal klokkan
flytast fram. Bara eina viku eftir vár
javndøgur er summartíð. Vorðið sum
optimisma og bjartskygni. Sum at rulla
páskaregg niðan eftir undanbrekku.
Hví hundin hevur páskaregg r, tá
páskir eru fleirtal? Takið eitt tak fyri
undantakið, hóast tí bara nýtist tað í
undantaksstøðu.
Bundin er skóleysur
Edvard Nyholm Debess
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Tónleikari og myndamaður – Bústaður: Havn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
So nøgdur sum gjørligt
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
At vit eru OK og royna okkara besta alla tíðina.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
So lítið sum gjørligt – skuldi sloppið at verði børn longst gjørligt uttan at dragast við
slíkar tankar.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
Eitt myrkakamar til fotoarbeiði.
Um tú tordi, so hevði tú?
… flogið við paraglidara
Hvat hevði gjørt heimin
til eitt betri stað?
Heimurin í síni heild er eitt fantastiskt stað, men tolsemi, tolsemi og enn meira
tolsemi hevði ikki gjørt hann verri.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Minnist ikki – tað gerist eg sjáldan!
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
… beint nú lærdi eg, at tá trupuleikar standast av proxy
í sambandi við DNG-myndafílar, so er nógv lættari
at importera teir allar umaftur enn at leita eftir
trupuleikanum.
Tann støðugt ringa samvitskan
snýr seg um at tú?
… eg havi ikki støðuga ringa
samvitsku, men fái ringa
samvitsku, tá eg onkuntíð
plági meg sjálvan við
ringari samvitsku.
Enda setningin:
Føroyar burdu:
… givist við at verða so
bangnir fyri at lova tí
fremmanda inn í okkara
lítlu, tryggu og heimligu
verð.
BAKSÍÐAN