mánadagur 21. mars 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
FM Í RENNING OG TALVI
Enn eitt hendingarríkt vikuskifti er farið um bak í ítróttarheiminum, har tað her heima hevur verið FM í
10km-renning og talvi, meðan tað í útheiminum mest hevur snúð seg um formil 1, sum nú er byrjað aftur
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Viljormur Davidsen og teir í
Vejle blanda seg nú av álvara
upp í stríðið um uppflyting í
Superliguna. Eftir 4-3-sigur
ímóti AC Horsens, er Vejle
nú einans tvey stig frá triðja
uppflytingarplássinum.
Viljormur var ikki við vegna
skaða.
Fremad Amager við Heina
Vatnsdal á vøllinum allan
dystin megnaði tað, sum
eingin hevur gjørt í triðbestu
donsku deildini í ár, nevniliga
at vinna ímóti Thisted á
útivølli. Teir av Amager
vunnu 3-2, og er felagið
nú á næstfremsta plássi í
uppflytingarspælinum
til
næstbestu deildina.
Vendsyssel
FF
við
Halli Hanssyni og Brandi
Hendrikssyni
í
byrjunar
uppstillingini
tapti
um
vikuskiftið
triðja
dystin
út av trimum møguligum
eftir
vetrarsteðgin.
Iva
sama gongdin merkir, at
Vendsyssel FF nú einans er
trý stig røttu megin upp
flytingarstrikuna.
FC Barcelona fekk bara
eitt stig burturúr vitjanini
hjá Villarreal í gjár. Dysturin
endaði 2-2. Teir úr Barcelona
kunnu tó fegnast um, at
Atlético Madrid snávaðu á
útivølli ímóti Sporting Gijon,
sum vann 2-1. Harvið er FC
Barcelona nú níggju stig
frammanfyri Atlético.
Venjarin
hjá
Atéltico
Madrid,
Diego
Simeone,
hevur uppgivið meistara
heitið. – Eftir hetta tapið
er tað ómøguligt at blíva
meistari. Málið hjá felagnum
er topp trý, og tað er tað, vit
berjast fyri, segði hann við
Marca eftir dystin.
Real Madrid gagnnýtti, at
tey bæði fremstu snávaðu.
Kongafelagið
úr
høvuðs
staðnum vann nevniliga 4-0
á heimavølli ímóti Sevilla.
Karim Benzema, Cristiano
Ronaldo, Gareth Bale og Jesé
skutu málini. Real Madrid
er framvegis á triðja plássi,
nú bara eitt stig aftanfyri
Atlético, tó 10 aftanfyri FC
Barcelona.
PSG, sum longu er vorðin
franskur meistari, tapti í gjár
fyri fyrstu ferð á heimavølli
hetta kappingarárið. Tað var
ímóti nærmasta eltaranum,
Monaco, sum vann 2-0 við
málum frá Vagner Love og
Fabinho.
Lyon hevur nú vunnið
sær triðja plássið í fronsku
Ligue
1
eftir
2-0-sigur
ímóti Nantes. Málini skutu
Gaetan Perrin og Alexandre
Lacazette. Lyon er nú trý stig
aftanfyri Monaco, sum tó
hevur ein dyst tilgóðar.
Juventus er framvegis
oddalið í italsku Seriu A
eftir 4-1-sigur ímóti Torino.
Málmanslegendan í felagn
um, Gianluigi Buffon, setti
met. Hann er nú tann, sum
hevur hildið búrið reint í
flestar minuttir í Seriu A.
Metið er nú á einki minni
enn 973 minuttir.
Nicklas Bendtner er settur
av liðnum í Wolfsburg, og
nú eru veddingarfyritøkur
klárar við oddsum upp á
hvar hann fer at spæla í
summar. Sambært teimum,
so er størst møguleiki fyri, at
hann endar í Premier League
ella
Championship.
Fer
hann ikki har, endar helst í
Danmark ella í Kina.
Mario Gomez er aftur
í týska landsliðshitanum
eftir at hann einans hevur
spælt fýra dystir fyri Die
Mannschaft
síðani
2012.
Hann
er
toppskjútti
í
turkisku deildini (Besiktas)
við 19 málum, og tað hevur
tryggjað
honum
eitt
pláss í týska hópinum til
venjingardystirnar
ímóti
Italia og Týskland.
Fyrrverandi
Arsenal-
spælarin, Andrei Arshavin,
hevur skrivað sáttmála við
Kairat Almaty í Kasakstan. 34
ára gamli miðvallarspælarin
hevur seinast spælt við
Kuban Krasnodar, har hann
tó einans spældi átta dystir
upp á eitt ár.
FORMIL 1
Ársins fyrsta formil 1-kapp
ing varð koyrd í Melbourne
um
vikuskiftið.
Vinnari
gjørdist
Nico
Rosberg
(Mercedes)
frammanfyri
liðfelagan Lewis Hamilton.
Danski Kevin Magnussen,
sum koyrir fyri Renault,
megnaði eitt 12. pláss hóast
hann punkteraði longu í
fyrsta umfari.
FR. ÍTRÓTTUR
FM í 10km-renning hevur
verið
í
Runavík
um
vikuskiftið. Hjá monnum
vann Jan Elmar Sørensen við
tíðini 33.57, sum var sama tíð
sum danin Lars Budolfsen,
ið Treysti hevði fingið heim
at hjálpa Jan Almar til
oyggjaleikakravtíðina. Julian
Gregersen bleiv nummar
tvey og Andrias Hansen
nummar trý.
Marna Egholm vann hjá
kvinnum við tíðini 35.32.
Hetta var einans 20 sekund
verri enn tíðin, sum hon setti
til DM herfyri. Nummar tvey
var Rebekka Fuglø við 39.29.
Rigmor N. Arge var ikki við
hesaferð vegna sjúku.
TENNIS
Heimsins besti tennisspæl
ari hjá monnum, Novak
Djokovic úr Serbia, vann í
gjár ársins fyrstu Masters
1000-kapping. Hetta var í
Indian Wells, USA, har hann
í finaluni vann 6-2, 6-0 ímóti
Milos Raonic úr Kanada.
Í
kvinnukappingini
eydnaðist tað ikki heima
vallarfavorittinum, Serenu
Williams, at vinna kapping
ina. Amerikanska tennis
drotningini, sum er nummar
eitt á heimsstyrkislistanum,
tapti
finaluna
6-4,
6-4
ímóti Victoria Azarenka úr
Hvítarusslandi.
TALV
FM fyri einstaklingar verður
telvað í hesum døgum á
Giljanesi,
og
kappingin
heldur fram til páskaaftan.
Eftir
tvey
umfør
hava
úrslitini lagað seg soleiðis, at
tveir telvarar framvegis hava
fult stigatal. Teir eru Hans
Kristian Simonsen og Torkil
Nielsen.
DART
Remy
G.
Hansen
vann
tíggjunda og seinasta FM
umfarið, sum var í hølunum
hjá Havnar Dartfelag um
vikuskiftið. Hann hevur eftir
skaða í rygginum av álvara
vunnið seg fram seianstu
umførini.
Hann
hevur
vunnið seinnu FM umførini,
og er nú favorittur at vinna
endliga FM umfarið, sum
verður á í Skopun 9. apríl.
Remy
G.
Hansen
vann
eisini tvímansleikin saman
við Peturi Thomsen, sum
somuleiðis bleiv nummar
tvey í einstaklingakapping
ini.