mánadagur 21. mars 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
2
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sosialurin.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Frida Mellemgaard
LÝSINGASAMSKIPARI
lysing@sos.fo
tel. 231826
Magnus Gunnarsson
LÝSINGARRÁÐGEVI
maggi@sos.fo
tel. 216135
Regin Joensen
LÝSINGARRÁÐGEVI
regin@sos.fo
tel. 215353
Birgir W. Høgnesen
MARKNAÐARLEIÐARI
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald tel. 341800
Miðlahúsið
www.sos.fo
Arkiv aftur til 1997
Les eisini á telefonini
Mánadagur 14. mars 2016 Nr. 31 90. árg. kr. 20,00
Lættari at
flyta til
Danmarkar s9
Eivør:
Eg má byrja
av nýggjum
s12-13
Henrik Old
Eingin avtala
um ókeypis
koyring s4-7
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo |
Maria Poulsen
KOM OG SPAR
SAMAN VIÐ
OKKUM
Dygdar ketilin frá Jäspi
er orkusparandi og
væl royndur á føroyska
marknaðanum.
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp fo |
Maria Poulsen
KOM OG SPAR
SAMAN VIÐ
OKKUM
Dygdar ketilin frá Jäspi
er orkusparandi og
væl royndur á føroyska
marknaðanum.
LEAF
Gallupkanning vísir, at fólk eru sinnað at halda
fram við at rinda fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvar
tunlarnar – eisini fólk í Vágum og í Norðoyggjum s4-7
NORÐOYA- OG VÁGAFÓLK:LL
GJALDA
FEGIN
BUMM
GJALD
Mánadagur 14. mars 2016 · Nr. 31
PRÁT VIÐ UNA
ARGE FORMANN
Í KYNDLI SUM
FYLLUR 60 ÁR
S22
KYNDILS FORMAÐURIN
»PLÁSSTROT Í HAVN«
FLEMMING OLIVER JENSEN
»FRAMÚR SKARANDI INNSATSUR FRÁ
GENTUNUM OG VØKUR PROPAGANDA
FYRI FØROYSKAN HONDBÓLT«
...OG SUM ALTÍÐ QUIZZIN 5 SKJÓTIR UMMÆLI VIKAN IÐ FÓR
+ HAGTØL
Hondbóltur
Kappingin
er vorðin
harðari
DYSTURIN HESA VIKUNA S26-27
Jógvan Rói
Davidsen:
Dagsins
spælari í
Gundadali
HANN VAR EIN LÝSANDI STJØRNA, MEN GAVST
VIÐ FÓTBÓLTINUM. NÚ ER HANN KOMIN TIL FØROYA
AT FINNA SEG SJÁLVAN EFTIR ROKMIKLAN UNGDÓM
SEBASTIAN
PINGEL
1-1
U19-KVINNURNAR VUNNU WOMEN’S TROPHY-KAPPINGINA Í GEORGIA S31
VAR IKKI
ALTÍÐ GUDS
BESTA BARN
S28-29
BAKSÍÐAN
Mikudagur 16. mars 2016 Nr. 32 90. árg. kr. 20,00 í leysasølu
Fuglafjørður
fær bingju
havn s22
Ítróttur
Hópin av
nýggjum
metum
ítr s38-39
Sambands-
flokkurin
Øll sjúkra
húsini undir
somu leiðslu
s4
TILBOÐINI ERU GALDANDI FRÁ HÓSDEGI 17. MARS TIL OG VIÐ LEYGARDAGIN 26. MARS 2016
FÓM
ÍSTERTA
Vanl. 41,95
2 FYRI
50,‑
––
FAXE
SODAVATN
1,5 litrar. Vanl. 29,95
Fleiri sløg
6 STK.
100,‑
NZ
LAMBSJÓGV
Frost.
1,6-1,9 kg. Vanl. 149,95
11995
EIN HÓTTAN
ÍMÓTI
FÓLKA-
KIRKJUNI
Jógvan Fríðriksson, biskupur, óttast fyri ógvusligum
avleiðingum, verður samkyndum loyvt at giftast s10-11
www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20
LM STÓRKØKAR
RÁÐGEVING OG HEILDARVEITING AV STÓRKØKUM
•
VERKSTAÐUR VIÐ ROYNDUM HANDVERKARUM
•
DØGNTÆNASTA
•
BISPUR UM HJÚNABANDSLÓGINA
ÁRG. 90, BLAÐ NR. 33
18. MARS 2016
NIGIRI SUSHI
8995
SUSHI ÚR
STÓRAGARÐI
FÆST Í MIKLAGARÐI, MYLNUNI OG BÓNUS HANDLUNUM*
*TÓ IKKI Í BÓNUS Á TVØROYRI
Samgongan dumpaði í
hjúna bandsmálinum s6-7
Jóannes Eidesgaard
30
Livdi í Sýria
Græt tá eg slapp at
kjakast alment s26-27
TEY SIGA
AT EG ERI
PEDOFILUR
Ongantíð dømdur ella meldaður. Eingin veit, hvat hann hevur gjørt
skeivt. Børnini elska hann og verja hann. Kortini hevur slatrið
kostað honum nógv. Les alt um Kim Nielsen, sum seinastu 15 árini
hevur livað undir ógrundaðum pástandum um pedofili s12-13
Stórt tema um
slatur, tá tað
er ringast
s10-18
TEMA
sí meira á
www.bm.fo
Prísur úr
kr. 394.000
Bilur uttan sjúkradagar
Slatrið oyðilagt lívið
Suni Schwartz alt
valdið í TF s20-22
Jørn Astrup
...í farnu viku
Michael Borre heldur fyrilestur
um prostatakrabba
Barnafestivalur 2016
í Norðurlandahúsinum
9. apríl- 17. apríl
Kendi danski professarin og yvir
læknin í urologi Michael Borre fer at
halda fyrilestur um prostatakrabba
tann 4. apríl 2016 kl. 19 á Hotel
Føroyum.
Tað er Krabbameinsfelagið sum
skipar fyri tiltakinum. Fyrilesturin
fer serliga at snúgva seg um orsøkir
til sjúkuna so sum ættarbregði og
lívsstílur. Eisini fer hann at tosa um
endurmenning og tað nýggjasta inn
an viðgerð av prostatakrabba.
Johan Poulsen, yvirlækni og uro-
logur, fer at halda stuttan fyrilestur
um samskipan av urologiska økinum
í Føroyum.
Tilmelding á telefon 317959
ella umvegis teldupost kmf@
krabbamein.fo í seinasta lagi 4. apríl
2016 kl. 12. Tiltakið er ókeypis og
allir menn eru vælkomnir.
T
riðja árið á rað bjóðar Norður
landahúsið øllum barnsligum
sálum á Barnafestival. Nógv
spennandi er á skránni, har børn og
vaksin kunnu gera ymiskt kreativt
og njóta barnamentanina saman.
Hví skal Norðurlandahúsið hava ein
Barnafestival? Jú, tí at Norðurlanda
húsið ynskir at menna barnament
anina saman við tykkara børnum,
umframt at framleiða mentan fyri
tykkara børn og fagnað mentanini hjá
tykkara børnum.
Vit vilja tí bjóða tykkum hjartaliga
vælkomnum til setanina, sum verður
leygardagin 9. apríl kl.10.30 í Norð
urlandahúsinum. Byrja verður við
eini tónleikaframførslu við børnum
frá Tórs-havnar Musikkskúla. Síðani
stend-ur tykkum frítt at fara í gongd
við at annaðhvørt tekna og mála
ella byggja magnet. Tit kunnu eisini
fara ein túr innar í Dansistovuna og
hyggja eftir hugtakandi marionett
framsýningini »Hugurin flýgur«, hjá
Karavella Marionett-Teatur, ið Rakel
Helmsdal hevur gjørt. Fleiri enn 30
marionettir verða sýndar fram.
Í Norðurstovu verður høvi til at
síggja spennandi lego lutir, sum ung í
aldrinum 9-16 ár kunnu brúka í sam-
bandi við First Lego League Føroyar
kappingarnar. First Lego League er ein
kunnleikakapping fyri børn og ung við
tí endamálið at stimbra áhugan hjá
børnum og ungum til náttúru, tøkni
og støddfrøði, og harvið kveikja áhuga
teirra í at gerast eitt nú verkfrøðingar
og granskarar. Børn eru vælkomin at
byggja sínar egnu lego lutir við íblástri
frá First Lego League.
Edward Fuglø fer at gera Skálan
til ein hugnaligan skóg við íblástri
úr Mumiævintýrunum. Børn eru væl
komin at hugna sær inni í skóginum
og lesa góðar føroyskar barnabøkur.
Skógurin verður eisini brúktur til
uppihaldsrúm, tá ið fleiri børn koma
á barnakonsert við Føroya Symfoni
orkestri og í biograf til »Mumiættina í
summarfrí«. Tá kunnu barnagarðsbørn
og skúlabørn eta sínar matpakkar á
teppum inni í skóginum
Hesir aktivitetir verða til og við
sunnu-dagin 17.apríl.
Leygardagin 9. apríl kl. 11.00
verður verkstova í tøving fyri tvey
ættarlið fyri børn eldri enn 6 ár.
Ætlanin er at evna ein lut saman.
Evnið er Mumifamiljan, og tá ið luturin
er liðugur, kann hann sýnast fram á
Barnafestivalinum.
Tilmelding
er
neyðug, tí at avmarkað pláss eru.
Kl.14.00 verður Japanese Garden,
ið er ein dansisýning. Hetta er eitt
ævintýr við myndum og dansi á
interaktivum teppi, sum ger, at myndir
og ljóð liva, tá ið fólk røra við teppið.
Kl.15.00 verður aftur verkstovan
í tøving fyri 2 ættarlið fyri børn eldri
enn 6 ár. Evnið er Mumifamiljan.
Sunnudagin 10. apríl kl.15.00 fer
Rakel Helmsdal at framføra mario
nettleikin »Dansa so væl og leingi«,
sum hon sjálv hevur skrivað. Leikurin
er ein lívssøga um at fylgja sínum
innasta dreymi. Leikurin er sera væl
egnaður sum familjuleikur, kanska
serliga ætlaður til ommur og abbar
at fara til saman við sínum ommu og
abbabørnum.
Mánadagin 11. apríl, týsdagin 12.
apríl og mikudagin 13.apríl verða
Barnakonsertirnar við Føroya Sym
foniorkestri. Higartil hava fleiri enn
2000 børn tekna seg til at hoyra
stórbæran klassiskan tónleik og
syngja saman við orkestrinum. Nøkur
atgongumerki eru eftir til ávísar
konsertir.
Almenna konsertin verður týs
kvøldið kl.19.30.
Mikukvøldið 13. apríl kl.19.30
frumsýna vit teknifilmin »Mumiættin
í summarfrí« við føroyskari talu.
Hetta er ein animatiónsfilmur sum
byggir á upprunaligu myndirnar hjá
Tove Jansson. Ein fittur familjufilmur,
so kom við tínum barni ella børnum
inn í Mumiheimin, og ver við á teirra
summarferð. Ein familjufilmur á før
oyskum við bestu ljóðgósku, tá er
stuttligt at fara í biograf. Almennar
familjusýningar eru mikudag kl.19.30,
hósdag kl.16.00, fríggjadag kl.16.00
og leygardag kl.10.30, kl.13.30 og
kl.15.30.
Í hesum sambandi hava boðið
Mumi og Lítlu Mý til Føroya. Tey verða
her, meðan filmurin verður sýndur. Vit
rulla reyða teppið framm, og børn fáa
møguleika at taka eina mynd saman
við Mumi og Lítlu Mý og kanska geva
teimum eitt klemm. Fleiri barnagarðar
og skúlar hava ognað sær atgongu
merki til familjufilmin, men enn eru
nøkur atgongumerki eftir.
Fríggjadagin 15. apríl kl.12.00
verður Mammubio. Tá bjóða vit
mammuni og pinkubarninum í biograf
til »Mumiættina í summarfrí«. Vit
skapa umstøðurnar við ljóði og ljósi
soleiðis, at bæði mamman og barn
ið kunnu njóta løtuna saman við
Mumitrøllunum. Aftaná filmin kunnu
mammur og børn fáa sær eitt ábit, tí
Smakka bjóðar Mumimatskrá.
Leygardagin 16. apríl kl.11.00
og kl.15.00 verða aftur verkstovur í
tøving fyri tvey ættarlið, har ætlanin
er at evna ein lut saman. Evnið er
Mumifamiljan.
Sunnudagin 17. apríl kl.15.00 enda
vit Barnafestivalin við einum braki, tí
tá fer Ævintýraferðin at blása okkum
øll um koll inni í Høllini. Dánjal og Búi
við góðari manning fara at hava eina
stuttliga og alternativa interaktiva
konsert við kendum tónleiki í 3831
sekund!