mánadagur 21. mars 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Eg var tann fyrsti at
selja fisk á hendan hátt
Danjal av Rana
S
einastu 17 árini hevur hann
verið trúfastur á gongugøtuni,
suðringurin, sum hann eitur
á mannamunni ella Eldborg, sum
myndugleikarnir nevna hann.
– Eldborg fylti 20 ár í august í
fjør, og eg meini at tað tók eini trý ár,
áðrenn eg byrjaði at koma regluliga til
Havnar at selja fisk eisini. Tá var eg
tann einasti. Tað var eg, sum byrjaði at
selja fisk til fólk á hendan hátt, sigur
Óli Johannesen.
Sølan er nógv og einsamallur mað
ur hevði hann ikki megnað at staðið
bæði fyri fiskiskapi og sølu.
– Kalvan fiski eg sjálvur, serliga um
summarið, annars er tað mesta keypt
á uppboðssølu. Síðani verður tað
skorið í hølunum hjá mær har suðuri.
Har fái eg góða hjálp av nøkrum pen
sjónistum. Tann eini gavst nýliga, tá
varð hann vorðin 82 ára gamal. Tann
elsti, sum hjálpir mær nú er 76 ára
gamal. Tað passar teimum sera væl at
fáa eini tveir, tríggjar dagar um vikuna,
sigur Óli Johannesen.
– Hjallarnir standa í fjøruni, og
tað fløðir undir teimum. Tað tryggjar
at fiskurin bæði turkar og ræsir væl,
sigur hann.
Hesa løtuna vit tosa saman, koma
fleiri kundar framvið. Suðringurin selur
14 ymisk sløg av fiski, alt frá kjálkum
og lippum til turran og ræstan fisk.
Alt verður virkað í góðkendum hølum
á Tvøroyri.
– Eg havi eini góðkend og nossilig
høli har suðuri, men tað er ikki heilt
uttan stríð. Eg havi tó sagt við stjóran
á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at
hann má koma og tosa við okkum í
eygnahædd, so skulu vit loysa allar
avbjóðingar saman. Vit eru menn, sum
hava fingist við fisk alt lívið. Einasta
ynski er at veita kundunum eina góða
vøru, so sjálvandi eru vit til at tosa við,
sigur hann.
Hann hevur staðið á gongugøtuni
øll árini, og tað er eisini orsøkin til, at
hann verður standandi á gongugøtuni.
– Eg havi staðið her so leingi, so
nú sleppi eg at vera standandi, hóast
teir royna at savna alla fiskasøluna í
Vágsbotni. Kappingin er hørð, men eg
klári meg væl. Eg skuldi tó ynskt, at
vit allir kundu kappast á jøvnum føti.
Minst til, at áðrenn eg havi selt ein
stert her í morgun, havi eg brúkt 300
krónur til ferðina við Smyrli, sigur Óli
Johannesen.
Hann stendur sjálvur annar og
riggar til á gongugøtuni. Smyril legði
at fyri eini løtu síðani og lív byrjar
spakuliga at koma í miðbýin hendan
góðveðursmorgun.
– Eg havi verið ótrúliga væl mót
tikin av havnafólki. Fólk eru blíð og eg
havi fleiri fastar, afturvendandi kund
ar. Tí er tað, at eg komi aftur hvørja
viku, sigur suðringurin.
Til allar norðingar: Í dag eru ogur á gongugøtuni í Havn, plagar at ljóma úr lurtitólinum onkrar fríggjadagar