mánadagur 21. mars 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
Tá Vikublaðið vitjaði í Vágum í síðstu
viku, vóru vit eisini inni á gólvinum í
forvitnisliga handlinum - Frítíðar
klæðir – í Miðvági.
Vit hittu tey trý, eigaran, Jákup
Magnussen, Lív Vilhelmsen, kramba
kvinnu og Maluna Helgadóttir, sum er
fótterapeutur.
Eitt, sum tey trý kundu fegnast
um, er, at handilin nú hevur fingið
einaumboð upp á renniskógvar av
merkinum, Altra.
– Tað sermerkta við Altra-skógv
inum er, at hann er fótformaður í mun
til teir vanligur renniskógvarnar.
Tað sigur Malan Helgadóttir, sum
rættiliga er ovfarin av teimum um
mælum, sum hetta skógvamerki fær
úti í heimi.
Ergonomiskur skógvur
Sum fótterapeutur er tað serliga
tann ergonomiski partin, sum Malan
Helgadóttir er hugtikin av.
– Tað vísir seg, at skógvurin eisini
ger gott hjá teimum, sum hava vána
ligt gongulag, tí skógvurin rættar
upp á gongulagið við tað, at hann er
fótformaður, sigur hon.
Altra-skógvar, sum fáast í stødd
unum úr 36-52, eru bæði til at renna
í og til vanligar gongurtúrar.
Hevur tú hug at vita meira um
Altra-skógvar, kanst tú hyggja á www.
altra.dk ella á facebook.
Fótterapeutur ovfarin av skóm hjá Frítíðarklæðum
– Tað sermerkta við Altra-skóm er, at skógvurin er fótformaður í mun til teir
vanligur renniskógvarnar, sigur fótterapeuturin, Malan Helgadóttir
Vilmund Jacobsen
D
agligur leiðari á Kunningarstov
uni í Vágum – visitvagar.fo – er
Sølvi Simonarson, og hann hev
ur starvast her síðan 1. mai í 2015.
Fimm fólk eru knýtt at Kunningar
stovuni, og hetta svarar til umleið trý
ársverk.
Vágar og Føroyar
Kunningarstovan í Vágum er opin í
dagtímunum, og hon er eisini opin, tá
flogførini koma og fara.
– Okkara uppgáva á flogvøllinum
er at veita kunning til ferðafólk, sum
koma til landið, og her er talan bæði
um kunning um Vágar, men eisini um
Føroyar sum heild.
Sølvi Simonarson vísir á, at Kunn
ingarstovan í Vágum er ogn hjá Vága
kommunu og Sørvágs kommunu, og
samstarvað verður eisini við vinnuna
í Vágum.
– Okkara uppgáva er tískil eisini at
veita kunning um ta vinnu, sum er her
í oynni.
Leiðarin sigur, at uppgávurnar
hjá Kunningarstovuni eru ymiskar og
rættiliga fjølbroyttar.
– Vit leiga út summarhús og íbúð
ir, og vit selja ymisk ferðatilboð fyri
veitarar í oynni. Nýtt gongufelag er
stovnað, sum vit eru í tøttum sam-
starvi við, og vit hava Lakeside og
aðrar útbjóðarar á ferðavinnuøkinum,
sum vit samstarva við. Skipað verður
fyri gongutúrum við ferðaleiðara,
og her er talan bæði um stuttar og
langar túrar - alt eftir, hvat tey ferð-
andi kunnu ynskja sær.
Nógv vitjandi
Sølvi Simonarson sigur, at talið av
ferðafólki, sum vitja í Vágum, er veks
andi, og hann fegnast um, at alt fleiri
og fleiri føroyingar eisini leita sær í
Vágar.
– Her eru nógvir møguleikar, bæði
til gongu og í báti, og Mykines-túrurin
er hin mest eftirspurdi.
Dagligi leiðarin sigur, at Kunningar
stovan í Vágum – visitvagar.fo altíð er
til reiðar at svara fyrispurningum og
vegleiða fólk um teir møguleikar, ið
eru.
– Vit eru eisini aktiv á facebook, har
vit eru at finna á síðuni – visitvagar,
sigur Sølvi Simonarson.
Tey, sum vilja hava samband við
Kunningarstovuna í Vágum, kunnu
ringja á tlf. 333435.
Visitvagar.fo selur
Vágar til ferðafólk
– Uppgávurnar hjá okkum eru ymiskar og rættiliga fjølbroyttar, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum
– Í Vágum eru nógvir møguleikar,
bæði til gongu og í báti, sigur
leiðarin á Kunningarstovuni
í Vágum, Sølvi Simonarson