mánadagur 21. mars 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
S
miðjuverkstaðurin
Vestmek
húsast á bryggjuni í Sørvági við
adressuni Bryggjan 7.
Tað eru Bárður Henriksen og trý
onnur systkin hansara, sum eiga
smiðjuna.
Pápin, Jósup Henriksen, sáli, var
skipari og átti skip í nógv ár, og eitt
nú var Bárður við lemmatrolaranum
Vesturskini í nøkur ár, eftir at hann
varð liðugur at læra til maskinsmið
á Skála Skipasmiðju í endanum av
2002.
Bárður Henriksen sigldi nøkur ár
saman við pápa sínum, og tað var í
2005, at smiðjan varð keypt.
Nógv at gera
Á Vestmek hava teir havt rættiliga
nógv at gera í longri tíð, og arbeitt
verður umborð á skipum, eins og fyri
tøkan arbeiðir nógv fyri alivinnuna í
økinum.
Vestmek arbeiðir eisini fyri privat-
kundar, og her tekur smiðjan sær eitt
nú av hvs-arbeiði fyri viðskiftafólk.
Viðskiftafólk, sum kundu hugsað
sær at fingið neyvari kunning um
Vestmek í Sørvági, kunnu ringja á tlf.
332045 ella á 229609.
Tænastur skip og alivinnu
Vestmek í Sørvági tekur sær av øllum metalarbeiði og umvælingum,
umframt at smiðjan eisini veitir tænastur til alivinnuna
Vestmek arbeiðir umborð á
skipum og fyri alivinnuna, og
fyritøkan ger eisini hvs-arbeiði
Vikublaðið ynskir tykkum øllum
einar gleðiligar páskir