mánadagur 21. mars 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
K
afé’in og barrin Nest í Miðvági
hevur fingið nýggjan eigara, sum
er John Sigurd Petersen.
Tá hann letur upp aftur egnu fyri
tøku sína hin 31. mars, verður mót
tøka frá klokkan 14 henda dagin.
– Navnið verður hitt sama – Nest
– og opið verður frá sunnudegi til og
við hósdag frá klokkan 17-23, og
fríggjadag og leygardag letur Nest
upp klokkan 17. Alt eftir, hvat er á
skránni í Vágum, verður latið aftur,
sum kvøldið og náttin ganga.
Tað sigur nýggi eigarin, John Sigurd
Petersen.
Ymisk á skránni
Nú John Sigurd Petersen er eigari av
Nest, ætlar hann eisini at hava ymisk
tiltøk í kafé’ini og barrini.
– Eg ætli mær eitt nú at skipa fyri
popp-quiss fyrst í hvørjum mánaði, og
eg ætli mær eisini at hava kvøld við
live-tónleiki.
Nýggi eigarin hugsar eisini um
onkrar umbyggingar av hølunum, men
tað verður neyvan í ár.
Sjálvur hevur John Sigurd Petersen
arbeitt í Nest, og hann veit, hvat hetta
virksemi snýr seg um.
– Fólk dámar væl at koma inn á
gólvið, og um sumrarnar steðga eisini
nógvir útlendingar, sum koma fram
við.
Sama konsept
Í Nest verður konseptið annars tað
sama sum áður við eitt nú pizza, pita
breyði, burgarum, kips og høsnarunga.
Dagliga fæst eisini kaffi, kaffilatti og
vanligar drikkivørur, tá fyritøkan eisin
hevur fult skeinkiloyvi.
– Eg umhugsi eisini at fara at
selja búffar, tá eg rættiliga eri komin
í gongd, sigur fryntligi eigari, sum
hevur gingið á Hægri Handilsskúla,
hevur arbeitt umborð á Norrønu, eins
og hann eisini hevur arbeitt bæði hjá
Magn og Effo.
Leypandi kunning
Nú várið er komið, og summarið
stundar til, er møguligt, at tíðirnar,
tá Nest verður opið, verða broyttar
nakað.
– Men, tað fáa fólk at vita, tá
tann tíðin kemur, sigur John Sigurd
Petersen, sum eisini fer at hava leyp
andi kunning á facebook, har Nest
eisini er at finna.
Nest í Miðvági
nýggjan eigara
– Eg ætli mær eitt nú at skipa fyri popp-quiss fyrst í
hvørjum mánaði, og eg ætli mær eisini at hava kvøld
við live-tónleiki, sigur John Sigurd Petersen
- Í Nest verður konseptið tað sama sum áður,
sigur nýggi eigarin, John Sigurd Petersen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Í
handlinum Hjá Sannu í Sørvági
fáast klæðir til pinkubørn, børn og
ungdómar, og her eru eisini klæðir
til vaksin.
Klædnamerkini eru mong, eitt nú
Me Too til børn úr 0 árum og uppí 16
ára aldur, Kids Up til børn úr 2 árum
upp í eini 9 ár.
Hjá Sannu hevur eisini populer
mótaklæði, bæði til børn og ung,
gentur sum dreingir.
Gerandis- og fínt
Hjá Sannu í Sørvági fáast klæði bæði
til gerandis- og fínari brúk.
Handilin hevur eisini nakað av
undirklæðum til konufólk, og eitt ávíst
útboð av smyrsli, neglalakki, varra
stiftum og øðrum til kvinnur.
Hjá Sannu í Sørvági keypir tú klæðini
Her fært tú klæðir til børn og ung, bæði til gerandis- og fínari brúk