Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Vilmund Jacobsen J ákup Sverri Kass, stjóri í Vága Flog­ havn, sigur, at vøksturin í ferða­ fólkatali um flogvøllin í Vágum higartil í ár er heili 16 prosent í mun til somu tíð í fjør. – Hetta er ein rættiliga stór øking, sum vit fegnast um. Stjórin vísir á, at eitt annað, sum er at siga um viðurskiftini kring luft­ havnina er, at nú riggar par­ker­ings_ skipanin. – Nú kunnu fólk, sum velja at seta sínar bilar á parkeringsøkið hjá Vága Floghavn, gjalda um heimasíðuna hjá okkum ella á farstøðini. Um ikki verður goldið eftir aðrari hesari skipan, verð­ ur rokning send við postinum fyri parkering, sigur Jákup Sverri Kass. Nýggjar sløkkiliðsbilar Fyri eini tíð síðan fekk Vága Floghavn nýggjar sløkkiliðsbilar, sum komu higar til lands við Norrønu. – Hesir bilar eru framleiddir í Eysturríki og eru av slagnum Panth­ er 6X6s. Talan er um sera fram­kom­ nar sløkkiliðsbilar, sum eru bygdir serliga til flogvallir og sum lúka øll myndugleikakrøv til nýtslu á flog­ vallum. Jákup Sverri Kass sigur, at gomlu sløkkiliðsbilarnir, sum vóru 19 og 21 ára gamlir, eru seldir til HCA Airport (Odense Lufthavn). – Tá vit skuldu keypa nýggjar sløkki­liðsbilar, bóðu vit um tilboð frá fýra veitarum av slíkum flog_vallar­ brandbilum – úr ávikavist Týsklandi, Italia, Hollandi og Eysturríki. Stjórin sigur, at tilboðið frá Rosen_ bauer í Eysturríki var mett at verða tað mest áhugaverda, og samlaði sáttmálin við Rosenbauer ljóðar uppá stívliga 7,9 miljónir krónur. Alment partafelag P/f Vága Floghavn er eitt alment partafelag, sum stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn. Starvsfólkini virka fyri, at tað skal vera gott og trygt at ferðast um flogvøllin, sum er portrið millum Føroyar og útheimin. - Nógv virksemi hevur verið á flogvøllinum seinasta árið, og met nógv ferðafólk hava ferðast um nýggju farstøðina, ið sum heild hevur riggað sera væl. Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, sum hýsir bæði Vága Floghavn og Atlantic Airways í sínari kommunu. Samlaði sáttmálin við Rosenbauer upp á nýggju sløkkiliðsbilarnar er uppá stívliga 7,9 miljónir krónur Stórur ferðafólkavøkstur um Vága Floghavn – Nú riggar parkeringsskipanin á parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn, sigur stjórin, Jákup Sverri Kass Nógv fleiri ferðafólk hava ferðast um flogvøllin í Vágum higartil í ár enn somu tíð í fjør Mynd: Vilmund Jacobsen