Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Vilmund Jacobsen T að er Hans Magnussen í Sanda­ vági, sum eigur og rekur entre­ prenørfyritøkuna, Dalsbø Sp/f. Aftrat sær í fyritøkuni hevur hann fýra mans, sum serliga taka sær av stoypiuppgávum, lastbilakoyring og skering av betongi. Dalsbø Sp/f er umleið tíggju ára gomul fyritøka, sum Hans í sínari tíð keypti. – Men, fyritøkan er væl størri í dag, enn hon var, tá eg tók yvir, sigur hann. Stoypa á Bakka Hans Magnussen sigur, at teir ser­liga hava havt nógv at gera við ymisk­um stoypiuppgávum, og í løtuni hava teir eitt rímiliga stórt arbeiði á Bakka­ frost, sum byggir nýggjan fram­leiðslu­ bygning á Glyvrum. – Á Bakka stoypa vit dekkið í nýggja skrivstovubygninginum. Hetta er eitt arbeiði, sum vit eru bidnir at gera av donsku fyritøkuni, sum leverar stál til hetta arbeiði. Hans Magnussen vísir á, at tá FSF- húsið varð bygt, sum J & K Petersen Contractors tóku sær av, leveraði henda sama danska fyritøkan eisini stál. – Tá vóru vit eisini við sum undir­ veit­arar hjá J & K Petersen, har vit tóku okkum av stoypiarbeiði. Nú danska fyritøkan aftur leverar stál til Bakk­a­frost, bóðu teir okkum um at stoypa dekkið. Dalsbø Sp/f keypir betongið frá J & K Petersen Contractors, og fyritøk­ ur­nar báðar hava samstarvað um ym­ iskar verkætlanir. Um alt landið Hans Magnussen sigur, at Dalsbø Sp/f arbeiðir og átekur sær uppgávur um alt landið. – Eg havi ein Volvo FH 12 lastbil við vippilast og einum 29 tm krana. Hetta er ein góður og framkomin bilur, sum eisini hevur skiftilast. Eigarin av fyritøkuni í Sandavági sigur, at umframt ymiskar stoypiupp­ gávur, bæði stórar og smáar, stoypir Dalsbø Sp/f eisini við flamingo-bjálv- ingarformum av slagnum Quad-lock. – Fyri fáum árum síðan stoyptu vit barnagarðin í Miðvági við hesum formum, umframt at vit hava stoypt fleiri sethús við formunum. Allar stoypiuppgávur Hans Magnussen sigur, at fyritøkan eisini hevur forskallingar og kann so­ leiðis taka sær av øllum stoypi­upp- gávum. – Fólk, fyritøkur og kommunur, sum kundu hugsað sær at vita meira um, hvat vit kunnu gera, eru vælkomin at venda sær til mín á tlf. 228991 - ella umvegis teldupostin dalsbo@ olivant.fo – Umframt at gera alt stoypiarbeiði, hava vit eisini ein lastbil av slagnum Volvo FH 12 við vippilast og einum 29 tm krana. Hetta er ein góður og framkomin bilur, sum eisini hevur skiftilast, sigur Hans Magnussen, entreprenørur í Sandavági Vilmund Jacobsen F elagið – Sp/f Maskingrevstur – er stovnað í 2005, men Allan H. Hansen byrjaði fyri ta tíð at ar­ beiða við maskinum. Vikublaðið hitti blídliga mannin, nú vit vitjaðu í Vágum í síðstu viku. Fimm gravmaskinur Sp/f Maskingrevstur eigur fimm grav­ maskinur, har tann minsta er 1,8 tons og tann størsta er 26 tons. Fyri­tøkan hevur eina 12,5 tons stóra vibra­tor­ trumlu og ein minni lastbil. Í løtuni arbeiðir Allan H. Hansen fyri Vága kommunu. – Umframt at vit grava og leggja rør í samband við klokkskipanina í Mið­vági, arbeiða vit eisini í Vatns­oyr­ um, har Vága kommuna í løtuni fær fýra grundstykki til vega til fólk, sum vilja seta búgv. Nógv kloakkarbeiði Allan H. Hansen sigur, at arbeiðið, sum teir í løtuni gera fyri Vága kommunu, snýr seg um einar 700-800 metrar av kloakkleiðing, og í fjør gróvu og løgdu teir eisini aðrar umleið 800 metrar av kloakkleiðing fyri kommununa. – Í fjør løgdu vit kloakk heim á Kumlar, vit rópa, og nú grava og leggja vit kloakkina út á sjógv. Vit vænta, at arbeiðið, sum vit í løtuni eru í holt við, verður liðugt einaferð í summar, sigur hann. Eisini í Havn Sp/f Maskingrevstur hevur fyri tað mesta arbeitt í Vágum, men fyritøkan tekur sær eisini av uppgávum aðra­ staðni. – Vit hava eisini grivið grundstykki út í Havn. Vit spreingja ikki, men vit hava stórar brekkarar til okkara maskin­ur. Allan H. Hansen sigur, at øll eru væl­komin at spyrja seg fyri hjá Sp/f Maskin­grevstri. – Vit geva óbindandi tilboð, og eg plagi ikki at siga nei, tá uppgávur eru, sigur eigarin av fyritøkuni, sum hevur tlf. 222241 - og annars kann hittast á teldposti allanhhansen@hotmail.com Veitir tænastur við maskingrevstri Allan H. Hansen í Miðvági eigur og rekur fyritøkuna, Sp/f Maskingrevstur – Vit taka okkum av øllum stoypiuppgávum, stórum sum smáum, sigur Hans Magnussen í Sandavági, sum eigur og rekur fyritøkuna, Dalsbø Sp/f – Vit geva óbindandi tilboð, og eg plagi ikki at siga nei, tá uppgávur eru, sigur Allan H. Hansen, sum eigur og rekur fyritøkuna, Sp/f Maskingrevstur í Sandavági Mynd: Vilmund Jacobsen Dalsbø Sp/f ger alt stoypiarbeiði