Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Vágar Vilmund Jacobsen Eigarin av Giljanes-fyritøkuni hevur skipað soleiðis fyri, at rættiliga gott pláss er í nýggja bussinum. Setrini eru ikki fleiri enn, at øll sita væl og hava gott beinpláss. Upprunaliga er pláss fyri 29 ferð­ andi í Iveco-bussinum, men eigarin hevur valt at taka nøkur setur úr. – Eg havi valt henda bussin, tí her er gott pláss til 24 ferðandi, eins og her er gott viðførispláss. Hetta er ein sera væl egnaður bussur í okkara konsepti og til tann flutning, sum hann er ætlaður til. Umframt nýggja bussin, hevur ferðavinnufyritøkan Á Giljanesi framm­anundan tríggjar aðrar bussar við plássi fyri umleið 50 ferðandi í hvørjum. Smærri bólkar – Eg havi saknað ein buss til bólkar á 10-20 fólk. Tá bólkarnir eru á hesi støddini, føla tey ferðandi seg eisini betri í einum minni og hóskandi bussi enn í einum stórum bussi. Niels O. Joensen sigur, at ferða­fólk eru rættiliga bevíst um, at um_støð­ urnar eru góðar og tryggar. – Tað er soleiðis, at tá eitt nú ferðamannaskip koma á Havnina, kemur ferðaleiðari í bussin og kekkar, um alt er í lagi. Hugt verður eftir, um bussurin er reinur, um eldsløkkjari er, um bussurin er sýnaður, og onkuntíð verður biðið um skrásetingar-og við­ líkahaldsskjal. Eigarin av Giljanes-fyritøkuni sigur, at ein fyrimunur við nýggja bussinum er eisini, at nú kann fyritøkan koyra ferðafólk heilt norður til Viðareiðis, sum eisini er eitt eftirspurt ferðamál. – Teir stóru bussarnir koyra ikki gjøgnum tunlarnar norður um Fjall, og tí hava vit viðhvørt verið noydd at biðja aðrar koyra túrin fyri okkum úr Klaksvík til Viðareiðis og aftur til Klaksvíkar. Tað verður so ikki neyðugt, nú vit hava fingið henda bussin aftrat. Mest bólkar Niels O. Joensen sigur, at tá ræður um útlendsk ferðafólk er tað ofta soleiðis, at talan er um bólkar, sum steðga í Føroyum í eina viku. – Tá er vanligt, at vit koyra hesi ymsa­staðni kring landið í eina viku ella so. Hann sigur, at longu nú hava nakrir bólkar bílagt bussarnar hjá Giljanesi, og longu í apríl byrjar henda koyring við tveimum ella trimum bólkum, sum vilja síggja Føroyar. – Umframt at koyra við út­lendsk_ um ferðafólki, koyra vit eisini nógv við føroyskum bólkum, eitt nú ar­ beiðsplássum og feløgum av ymiskum slag, ið gera útferðir ymsa­staðni kring landið. Niels O. Joensen sigur, at Giljanes hevur gott samstarv við føroyskar ferðaskrivstovur, sum annars taka sær av øllum. – Okkara uppgáva er at koyra ferða­fólk, har tey ynskja at koma. Tað eru ikki vit, sum gera pakkatúrarnar, men vit koyra fyri tey, sum skipa fyri, sigur hann. Fyrispurningar Eigarin av Giljanes-fyritøkuni hevur gjarna einar fimm bussførarar, og tað er serliga í summarhálvuni, at alt apparatið er í gongd. Tey, sum vilja spyrja seg fyri hjá Giljanes-fyritøkuni, eru vælkomin at ringja á tlf. 219899. Giljanes-fyritøkan keypt ein buss aftrat Ferðavinnufyritøkan Á Giljanesi hjá Niels O. Joensen hevur júst keypt ein nýggjan Iveco-buss, sum tekur 24 ferðandi og hevur stórt viðførisrúm Vilmund Jacobsen C arro er bilaverkstaður í Sanda­ vági, sum Niels Nattestad eigur og rekur. Fyritøkan byrjaði í 1992, og í dag eru fimm fólk knýtt at virkseminum. Hetta svarar til trý heiltíðarstørv. Carro hevur stóran bilaverkstað, har pláss er fyri fimm bilum sam­ stund­is. – Umframt olju-, dekk-og brensu­ skift og allar vanligar mekaniskar umvælingar, sum vit átaka okkum, hava vit eisini sproytukabinu, har vit sproyta bilar. Heinta bilin Niels Nattestad sigur, at Carro eis­ini ger tryggingarskaðar, eins og verk­ stað­urin er góðkendur til umsýn av bil­um. – Tað er ikki so sjáldan, at fólk, sum fara av landinum við flogfari, velja at seta bilin, um eitt hvørt er, sum skal gerast, meðan tey eru burtur. Niels Nattestad sigur, at teir sakt­ ans eisini kunnu heinta bilin á flog­ vøllinum og seta hann aftur á flog­ vøllin, soleiðis at hann stendur klárur og liðugur, tá tey koma heimaftur. Ring og spyr – Fólk eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum um eitt hvørt er, sum tey vilja hava gjørt við bilin, sigur einarin av Carro í Sandavági, sum vísir til teldupostin carro@olivant.fo og telefonnummarið 212551. Carro, sum eisini er at finna á face­ book, er góðkendur Hella Service- verk­staður. Carro umvælir bilin í Sandavági – Tað er ikki so sjáldan, at fólk, sum fara av landinum við flogfari, seta bilin hjá okkum, um eitt hvørt er, sum skal gerast, meðan tey eru burtur, sigur eigarin av bilaverkstaðnum í Sandavági Eigarin av Carro, Niels Nattestad, er maðurin ytst til vinstru á myndini Mynd: Birgir W. Høgnesen – Eg havi saknað ein buss til bólkar á 10-20 fólk, sigur Niels O. Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen