Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 30 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Páskir S yndabukkar kenna vit øll. Um vit vilja tað ella ikki. Til allar tíðir hava fólk og fólka­ sløg leitað eftir og brúkt syndabukkar, tá skuldin skuldi parkerast onkustaðni. Líka so ódámligt og óunniligt hetta er, líka so fastur partur er hetta av menniskjanum sum politiskari og prestisjusøkjandi veru. Men hvat hevur syndabukkurin við páskirnar at gera? Jú, hugtakið syndabukkur er úr einum rituali, sum jødarnir hildu í sambandi við ta árligu veitsluna Yom Kippur. Prestarnir í templinum tóku eitt lamb. Síðani søgdu teir seg leggja allar syndirnar hjá fólkinum á hetta óseka djórið og noyddu tað síðani út í oyðimørkina, og tað bleiv gjørt til syndabukk. Hóast jólini munnu fáa betri reklamu enn flestu aðrar høgtíðir, so eru páskirnar størsta høgtíð kirkjunnar. Sjálvur kristin­ dómurin er bundin av sjálvari uppreisnini, sum bert rúmast í trúnni – ikki í skynseminum. Men páskirnar eru so nógv meira enn tað. Tær eru eisini áminning um, at ímyndin við syndabukkinum gerst so mikið konkret, at Guð sjálvur gerst syndabukkurin – tekur misbrotini á seg – tá Sonurin pínist, doyr og rísur upp á páskum. Syndabukkurin er tí ein ímynd av, hvat Jesu deyði merkir. Orðið páskir stava upprunaliga frá tí hebraiska orðinum, ið merkir at fara framvið. Tað sipar til ta ferðina, tá Ísraels fólk fór úr Egyptalandi. Orðini at fara framvið minna um ta tíggjunda pláguna, tá Guð eirdi tann fyrstafødda sonin hjá ísraelskum familjum, um tey høvdu smurt blóð frá páskalambinum á durastavirnar. Nógvir siðir eru knýttir at páskunum. Lambs­kjøtið, ið fleiri eta á páskum, minnir ikki bert um vár, men hevur røtur heilt aftur til jødiska páska­lambið. Eggið hevur neyvan bert verið ein góð føðslukelda, eftir at fólk høvdu hildið føstu í fleiri vikur. Tað var tað eisini. Men eggið er eisini ein ímynd av tí fruktabara og av lívinum, sum roðin í hvítanum ber boð um. At rulla egg minnir um steinin, sum var fluttur frá gravarmunnanum. Harafturat ber tað brotna skalið boð um, at várið og sólin bróta fram eftir ein harðan vetur. Leonard Cohen yrkir um ljósið, ið vinnur sær veg gjøgnum rivurnar í múrinum: »Forget your perfect offering There is a crack, a crack in everything That's how the light gets in« Páskirnar eru tann ljósa høgtíðin. Við gula litinum bera páskirnar boð um, at nú stendur alt í vøkstri. At nú grør, sjálvt um vit ikki verða eftirspurd, tí vár er í nánd. Tí er gula páskasólin eisini eitt gamalt symbol um lívið og páskirnar: »Sum vársól rísir yvir fold, reis Jesus upp úr døkku mold« Uppreisnini tók Jesus sær av. Nú er tað upp til okkum at virða lívið og ljósið við ikki at finna syndabukkar milum okkum og reka teir út í oyðimørkina, men at vera medmenniskju í bæði orði og ikki minst í verki. Úr egginum kemur lív, sum ikki er ein sjálv­fylgja, men sum vit eiga at virðirmeta. William Law, bretskur guðfrøðingur (1686-1761), segði tað soleiðis: »Tak ímóti hvørjum degi sum eini uppreisn frá deyðanum, sum eini nýggjari gleði við lívinum«. Páskir Theodor Eli Dam Olsen prestur