Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 12 • 21. MARS 2016 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Páskir Umstrídd rockopera gjørdist klassikari Páskir eru kvennkyn Jesus Christ Superstar var eitt tónleikaligt meistaraverk, men nógv kristin høvdu hug at finnast at søgugongdini í verkinum Seinast í sekstiárunum skrivaðu Andrew Lloyd Webber og Tim Rice eitt tón­leika­verk, sum var nýskapandi, fór at verða umstrítt og endaði sum ein veru­ligur klassikari. Verkið var Jesus Christ Superstar og snýr seg um seinastu dagarnar hjá í lívinum hjá Jesusi. Søgugongdin í rock­operuni byggir á Bíbliuna, men høv­undin hevur gjørt sínar egnu tulk­ ingar av persónum og hendingum – og millum annað kenslulívið hjá per­són­ unum er í stóran mun lagt afturat bíbliu­søguni, sum tónleika­verkið byggir á. Jesus Christ Superstar lýsir eitt politiskt og persónligt stríð, sum leiðir fram til, at Jesus verður krossfestur. Judast Iskariot, sum verður tann stóri svíkjarin í søguni, er ein av høvuðs­ per­són­unum, og hansara kenslur og svikaráð verða lýst á øðrvísi hátt enn í Bíbliuni Framburður og kritikkur Á upprunaligu útgávuni Jesus Christ Superstar, sum kom út í 1970, hevur kendi rocksangarin Ian Gillan, ið mong munnu kenna úr bólkinum Deep Purple, leiklutin sum Jesus. Murray Head er Judas, Michael d’Abo er Heródes kongur, Yvonne Elliman er Maria Magdalena, og Barry Dennen er Pilatus. Árið eftir, at tónleikurin var komin út á plátu, var ein uppseting av verk­ inum gjørd á Broadway í New York. Árið eftir stóð West End í London fyri tørni. Og í 1973 kom filmurin Jesus Christ Superstar, sum av álvara skapti ósemju millum summi kristin og onnur um innihaldið í filminum. Ført vart fram, at verkið Jesus Christ Superstar var ikki trúfast ímóti Bíbliuni, og tí var tað blasfemiskt. Søgu­gongdin var ikki neyvt hon, sum varð latin úr Bíbliuni, og summi hildu, at svíkjarin Judas var gjørdur ov sympat­iskur. Eisini kendu fleiri, at stóri kærleiks­sangurin I Don’t Know How To Love Him, sum Maria Magdalena syngur, var spottandi, og víst var eisini á, at rock­operan endaði við, at Jesus doyði á krossinum. Avgerandi parturin í kristnu trúðarlæruni um uppreisnina var ikki tikin við. Páskaopera Av tí at Jesus Christ Superstar snýr seg um seinastu dagarnar hjá Jesus, verður rockoperan ofta sett í samband við páskir. Filmurin frá 1973 hevur javnan verið at sæð í sjónvarpi á páskum, og hóast ósemja er um søgugongdina í verk­inum, munnu tey flestu verða samd um, at sum tónleikaverk er Jesus Christ Superstar eitt stórverk. Hjá teimum, sum dáma verkið, snýr veruliga ósemjan seg helst meira um, hvør útgáva av rockoperuni er tann besta – er tað upprunaliga útgávan við Ian Gillan, er tað filmsútgávan frá 1973 ella er tað onkur palluppseting? Í øllum førum gjørdist umstrídd rock­operan ein klassikari í tónleika­ søguni – kanska eisini lutvíst orsaka av júst stríðnum um verkið. Orðið páskir er í føroyskum kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum ofta verður brúkt Fólk stríðast óført við málsliga partin av páskum, tí nógv brúka skeivt kyn um páskirnar, sum er kvennkynsorð í fleiri­tali. Málfrøðingurin Anfinnur Johansen hevur á heimasíðuni hjá Fróð­skapar­ setri Føroya skrivað um orðið páskir: »Orðið páskir er í føroyskum kvenn­kynsorð í fleirtali og ikki hvørki­ kyns­orð, sum tó er vanligt at hoyra og síggja. Soleiðis eitur tað gleðiligar páskir og ikki »gleðilig« páskir, um páskirnar og ikki »um páskini«. Hetta seinna er helst íkomið vegna ávirkan frá navninum á hini stóru høgtíðini, jólum, sum er hvørkikynsorð í fleirtali: um jólini o. tíl. Tað kann mangan vera metandi um, nær ein broyting ella sokallað málvilla er vorðin so vanlig, at hon noyðist at verða viðurkend sum rætt mál. Her kann vera togan aftur og fram í hvørjum einstøkum føri. Men í sambandi við orðið páskir eiga vit at royna at halda fast við, at tað fram­ vegis verður varðveitt sum tað kvenn­ kyns­orð í fleirtali, sum tað leingi hevur verið. Í fornum norrønum máli var tað kall­kynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliu­søguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók »laugardaginn fyrir páskir«, t.e. »leygardagin fyri páskir«. Á nú­tíðar­íslendskum er tað kall­kyns­ orð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini. Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er  tøkuorð, ikki upp­runa­orð í málinum, men inn­komið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við kristin­ dóminum. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testamenti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’. Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. »Fegin verður muður mín at fáa feskan lambsdrunn fyrsta páskamorgun« eitur tað í einum skjaldri okkara. Tað hevur verið kærkomið aftan á langa­ føstu við ongum kjøti. Jú, vit kenna eis­ini úr einum øðrum skjaldri, at grýlan skuldi koma eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu. Kjøtát í føstu voldi sum kunnugt, at Gæsa í Kirkjubø eftir søgn­ini varð av við alla jørð sína og sleit tað, sum eftir var av ævi síni vestur í Gásadali. Løgið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upp­runa­ merkingin er ‘ljós, bjartleiki’. Hátíðar­ haldið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vaknandi gróðr­inum. Tí man eggið, ímyndin av lívs­megi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páskahaldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggjari tíð, men mær vit­ andi er hesin siður ikki vanligur longur í Dan­mørk, haðan hann man vera komin til okkara.«