mánadagur 21. mars 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
36
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Páskir
Boðar frá ljósari tíðum
Nú er farið um várjavndøgur. Flytifuglarnir láta so glaðir, at teir næstan
køva krákuna og staran. Hesa fyrstu tíðina eru teir mælskir. Tað er eins og er
ovfarakæti á teimum.
Men so fara teir at reiðrast og verða heldur minni lágmæltari.
Vit verða eisini ávirkað av ljósu tíðini. Fáa hug at lata vindeygu og hurðar upp á víðan
vegg og vaska upp og niður. Snolla okkara egna reiður upp. Og páskirnar standa fyri
durum, so hví ikki seta krúnuna á verkið við onkrum páskapynti?
Handlarnir hava mangt og hvat stuttligt og pyntiligt í frískum og flottum várlitum.
So væl ber til at finna okkurt til ein og hvønn prís.
Gávueskja
Hesi eggini úr pappi eru fín at brúka sum
gávueskjur, umframt – sum vanligt hevur
verið – fylt við leskiligari sjokulátu.
Tey eru bílig og fáast í fleiri handlum.
So skalt tú í føðingardag á páskum, so
er eggið perfekt at pakka gávuna í.
Páskaligt
hjá Öström
»Steinunn« hevur søluframsýning í Öström
á Skálatrøð í Havn við hondgjørdum,
vøkrum og litføgrum páskapynti.
So manglar tær eina vertinnugávu ella
vakurt páskapynt heima, so er møguleiki at
fáa nakað heilt serstakt her.
Hjá Mariu
Poulsen í Tórs
gøtu í Havn
er úrvalið av
páskapynti sum
vanligt stórt og
fjølbroytt
Myndir: Álvur Haraldsen
Myndir: Álvur Haraldsen