mánadagur 21. mars 2016síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 21. MARS 2016
38
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Páskir
Bøkur, sjónvarp og tónleikur á páskum
Páskirnar geva okkum eitt gott og langt vikuskiftið við hugaligum og hugnaligum frídøgum.
Summi njóta løtur frammanfyri sjónvarpi, við einari bók ella við góðum tónleiki. Her eru
nøkur boð upp á sjónvarpsrøðir, bøkur og tónleik, tú kanst njóta á páskum
House of Cards
Amerikanska sjónvarpsrøðin snýr seg
um politikaran Frank Underwood og
konu hansara Clair. Frank er púra
eirindaleysur í stríðnum at vinna og
vinna fram sum politikari, og røðin er
bæði spennandi og turvelvandi. Hevur
tú brúk fyrri góðum sjónvarpsundir
haldi á páskum, fæst tað næstan ikki
betur enn House of Cards, og á Netflix
avger tú sjálvur, nær tú hyggur eftir
hvørjum parti.
Stríðið um tunga vatnið
Undir seinna heimsbardaga arbeiddu
týskarar við at gera kjarnorkuvápn,
og ein partur av tí ætlanin var at gera
tungt vatn í Noregi. Sjónvarpsrøðin
Kampen om Tungvannet snýr seg um,
hvussu norðmenn royndu at forða
fyri, at týskarar fingu gagn av tunga
vatninum úr Noregi. Sjónvarpsrøðin
er í seks pørtum og hevur verið sýnd
í sjónvarpi í Noregi, Danmark og
Onglandi, har hon hevur fingið góð
ummæli. Nú liggur røðin í fullum líki
á Netflix.
Broadchurch
Ein 11 ára gamal drongur blívur burtur
í býnum Broadchurch, og meðan málið
verður kannað, koma alt fleiri loyni
dómar í býnum undan kavi, og fløkta
málið gongur móti einari óvæntaðari
uppkláring. Broadchurch er ein framúr
spennandi sjónvarpsrøð, sum veruliga
megnar at fáa teg at ivast og gita og
vilja vita, hvussu alt hongur saman.
SJÓNVARP
BØKUR
TÓNLEIKUR
Lena við nýggjum
Føroyska
songkvinnan
Lena
Anderssen er aktuell við nýggjari
útgávu, sum hon hevur givið navnið
Eagle in the Sky. Lena leitar aftur til
barnaárini í Kanada, sum vórðu merkt
av einum pápa, ið var bundin av rús
drekka, og har mamman arbeiddi
náttarvaktir fyri at fáa gerandisdagin
at hanga nøkunlunda saman. Lena
Anderssen hevur ongantíð verið bang
in fyri at syngja um trupul evni. Hon er
ein reiðilig song kvinna, ið vekir okk
ara hugflog og kenslur, tá hon skrivar
sangir.
Ronan Keating reflekterar
Írski sangskrivarin og sangarin Ronan
Keating hevur gjørt nýggja útgávu,
sum er hansara tíggjunda studio
útgáva. Ronan Keating, sum vitjaði
í Føroyum fyri nøkrum árum síðani,
hevur skrivað fleiri av sangunum á
útgávuni, hann kallar Time of my
Life. Tónleikurin hevur eitt akustiskt
ljóð, sangirnir eru optimistiskir, men
reflekterandi. Kærleikin er sum ofta í
miðdeplinum, og Ronan Keating vísir
seg enn einaferð sum ein góðan sang
ara, sum dugir væl at tulka sangir.
Rockopera
Útgávan The Astonishing er ein kon
septútgáva hjá amerikanska rockbólk
inum Dream Theater. Søgugongdin í
tónleikinum hevur fingið íblástur
frá eitt nú Game of Thrones og Star
Wars. Dream Theater er kent fyri at
spæla harðan og tekniskt avbjóðandi
rocktónleik, og vilt tú hava einar
páskir, sum lamar eitt sindur, kanst tú
lurta eftir hesari nýggju amerikansku
rockoperuni.
Beckomberga
Myndin hjá Jackie av pápanum støkkur
sundur, tess eldri hon verður, og tess
meira niðurundirkomin hann verður.
Hann er sinnisliga ikki í javnvág, og
fleiri long skifti er hann innlagdur á
sinnissjúkrahúsinum Beckomberga.
Vit fáa barndómin, sterka kærleikan,
ta skeivu tilveruna og jagstranina
eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur
og hugtakandi skaldsøga, sum setir
menniskjuna
undir
sjóneykuna.
Jákup í Skemmuni týddi skaldsøguna
Beckomberga hjá Sara Stridberg til
føroyskt.
Hundrað ára einsemi
Páskavikan er kanska júst rætta høvið
at lesa ein av stóru altjóða skaldsøg
unum á føroyskum máli. Hundrað ára
einsemi er søgan um Buendía-ættina
og um tann íspunna býin Macondo, ið
verður grundaður og fer til grundar
saman við ættini. Søgan er um kríggj
og kærleika, um longsul og einsemi.
Hon er á tremur við ræðandi veru
leika og vónleysum hugflogi, alla
tíðina á markinum millum søgu og
søgn. Hundrað ára einsemi, sum
Gabriel García Márquez skrivaði, er
ein av teimum stóru skaldsøgunum
í
heimsbókmentunum.
Marianna
Hoydal týddi stórverkið til føroyskt.
Býurin brennir
City on Fire er nýggja stóra ameri
kanska skaldsøgan. Hetta er fyrsta
skaldsøgan hjá Garth Risk Hallberg,
og hon hevur verið nógv umtalað, tí
bókaforløgini kappaðust um handritið
hjá tí ókenda rithøvundanum, og hann
fekk metstórt gjald fyri bókina, áðrenn
hon kom út. Bókin, sum er drúgv,
gongur fyri seg rundan um eitt stórt
elektriskt blackout í New York 31.
Desember í 1976. Inn í hesa hending
verða eitt nú ungfólkini Charlie og
Samantha, sum koma úr einum punk
umhvørvi, førd. Skaldsøgan snýr seg
um kærleika, svik og fyrigeving.