Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Týsdagin vísti yvirgangur aftur sítt blóðuga andlit. Hesaferð lupu yvir­ gangs­fólk á almenn støð í belgiska høvuðs­staðnum Brússel, og nú hetta blaðið fer til prentingar, er ikki greitt, hvussu nógv fólk hava latið lív í atsóknunum á flogvøll og knútapunkt í almennu ferðsluni í Belgia. Yvirgangsfólk eru brotsfólk og ræðu­skítar, sum leypa á sivilfólk fyri at drepa so nógv av teimum sum gjørligt. Endamálið er at ræða og skaða fólk og sam­feløg. Orsøkir­nar til yvirgang eru ymsar og stund­um fløktar, men tær byggja á grund­ leggjandi ósemjur millum fólk og eru ofta avleiðingar av stríði, sum hevur verið ígjøgnum long tíðarskeið. Stundum kann tað verða vónleyst at gera upp, hvussu hesi stríð eru byrjað, og hvussu tey kunnu enda. Seinastu árini hava vit upplivað fleiri atsóknir í Vestureuropa, og nú stóð Brússel fyri tørni. Har hava tey óttast fyri álopum og hava hert tilbúgving og varðhald. Hóast myndug­leikar eru í støðugum stríði ímóti teimum, sym fyrireika yvir­ gangs­álop, er tað ógjørligt at steðga øllum ætlanum. Við hvørt lukkast yvirgangsfólkum at gjøgnumføra sínar ræðuligu atsóknir. Summi fólk – tey eru ikki so fá – hava lyndi til at brúka yvir­gangs­ atsóknir sum høvi til at skera fólk og fólkasløg yvir ein kamb. »Muslimar eru vandamiklir«. »Flóttarfólk og yvirgangsfólk ganga hond í hond inn í Europa«. Tann eirindaleysa generaliseringin er vandamikil og stimbrar hatur og stríð. Atsóknir, sum tann í Belgia, eru skelkandi og gera okkum stúrin, men vit mugu ikki lata yvirgangsatsóknir ræða okkum meira enn neyðugt, og atsóknirnar eiga fyri alt í verðin ikki at fáa okkum at generalisera fólk við ávísum uppruna ella ávísari trúgv. Vit mugu framhaldandi hava vilja til at skilja ímillum yvirgangsfólk og vanlig fólk. Yvirgangsfólk skulu viðfarast sum brótsfólk. Neyðstødd fólk skulu hjálpast. Og vit mugu ikki skera øll fólk við ávísari trúgv yvir ein kamb. Vit búgva í einum frælsum og ríkum samfelagi, og vit hava skyldu at umboða eina tolsama hugsjón og ein vilja til at hjálpa fólki í neyð. Vit mugu skilja ímillum yvirgangsfólk og vanlig fólk GENERALISERING ER VANDAMIKIL Hvat hugsa tey fyri sær? BIRGAR JOHANNESEN SÍÐA 28-29 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tær tríggjar sam­komur­nar, Hebron í Leirvík, Fila­delfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði skipa fyri páska­stevnu í Fuglafirði og á Kambs­dali. Møtini vera frá skír­hós­degi til 2. páskadag. Møtini skírhósdag og langa fríggja­dag vera í Siloa, og íðani verður farið í Ítróttar­høllina á Kambsdali at halda møti. Talarar á páskstevnuni verða eitt nú Jón Jacobsen, Leivur á Lakjuni, Heðin Poulsen, Oddur á Lakjuni, Elsa í Skorini, Ingvard Peter­ sen og Sámal Mikkelsen. Tað verður eisini nógv sung­ið á møtun­um. Felags­ sang­ur verður á øllum møtun­ um, og eitt nú fara sang­ar­ar úr Nebo, Sirikit Jacobsen og sangkórið í Betesda at syngja. Skrá fyri páskstevnuna er at finna á heimasíðuni siloa. fo Páskastevnan í Fuglafirð Tað gongur væl við Gekka­ spælinum hjá Kring­varpin­ um. Stóri vinningurin ger, at gekkaseðlar verða seldir sum sjáldan. Hvørja viku fær Kringvarpið eina stóra inntøku av gekka­søluni, og samanlagt eru fleiri milliónir krónur skolaðar inn í kringvarpskassan seinastu vikurnar. Tað hevur fingið fólk at spyrja, um Kringvarpið bara ríkar seg upp av Gekkinum, tí stóri vinningurin veksur stillisliga, og avmarkað er, hvussu stórir hinir vinning­ arnir í spælinum eru. Tað hevur fingið Dia Midjord, kring­varps­stjóra, at senda út­vald­um miðlum eina kunning um, hvussu ser­stak­ liga týðandi inn­tøkurnar frá Gekkinum eru fyri Kring­ varpið – og alt tað føroyska samfelagið. Dia Midjord sigur, at 40 prosent av inn­tøkun­ um skulu út í vinning­um til gekka­spælarar. Hini 60 prosent­ini kann Kring­ varpið nýta, sum tí lystir, og sambært kring­varps­stjóran­ um hava gekkapengarnir fíggjað barna­tilfar og eitt nú fólkatings- og løg­tings­ val­sending­ar­nar hjá Kring­ varpinum. Og so kanst tú hugsa, at meira týd­ningar­ mikið kann tað ikki verða, og pengarnir koma Kring­ varpin­um og Føroya fólk sera væl við. Barnatilfar og val­ sending­ar mugu metast at verða innasta kjarnin í virk­ seminum hjá einum alment fíggjaðum public service stovni, men sambært kring­ varps­stjóran­um hevur stovnurin bert ráð til hetta, tí Gekkurin er í spæl. Dia Midjord kundi tað sama sagt, at inntøkurnar frá Gekkinum fara til vesi­ pappír, kaffi­filt­ur, um­siting, nýggjar bilar og ferðir hjá Kringvarpinum. Vit tosa væl um ein og sama kassa, sum tekur ímóti kring­varps­gjaldi, inntøkum frá kunngerðum og gekka­ peng­um, og síðani rað­festir leiðslan, hvussu pengarnir verða brúktir. At billa fólki inn, at júst gekka­pengarnir verða brúkt­ ir til tað týd­ningar­mesta virksemið hjá Kring­varp­in­ um, ljóðar sum rein propa­ ganda. Og Dia Midjord má halda fólk og politikarar verða ein­faldari, enn tey í grundini eru, tá ið hann roynir seg við hesi fintuni fyri at leggja risastóran sam­ felags­ligan týdning í gekka­ pengarnar. Onkur vildi sagt, at hetta er so væl spælt av kring­ varps­stjóran­um, at hann hevur uppi­borið at vinna Gekkin! Gekkurin fíggjar vesipappír Heimurin vil hava føroyskan mat JÓHAN MORTENSEN MELDURIN SÍÐA 10-11