Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Gott eitt ár er liðið, síðan lívs­tráð­ urin var kvettur hjá okkara høgt elskaðu næstyngstu dóttir Annfríð. Hon fekk bert 45 ár her á fold. Samstundis eru tað tíggju ár síðan, at vit mistu okkara høgt elsk­aðu yngstu dóttir Siri, sum bert bleiv 26 ára gomul. Annfríð var 10 ára gomul, tá Siri sum ein sonn sólstrála varð borin í heim. Stutt frammanundan høvdu vit mist eina dóttur, sum doyði í móð­ ur­lívi beint áðrenn føðing. So við Siri fingu vit bæði og børn okkara ein linna í sorgini eftir at hava mist eitt barn. At lagnan skuldi gerast so náði- leys, at vit fingu bert 26 ár saman við Siri, tað hugsaðu vit ikki. Siri hevði tann eginleika, at tá hon kom innar, lýsti alt upp rund­an um hana. Og kærleikin og nær­leikin til okkum bæði, systkin henn­ara og teirra børn hevði einki mark. Eisini børnini í barnagarðinum i Miðvági, har hon starvaðist, fingu hennara stóra kærleika at kenna. Men so bleiv lívstráðurin so brádl­iga slitin. Tað vardi okkum sjálvsagt ikki, at lagnan enn einaferð skuldi ger­ ast okkum so náðileys, at okkara næstyngsta dóttur Annfríð bleiv álvarsliga sjúk og eisini varð tikin frá okkum. Annfríð, ið eins og Siri var so full av kærleika, mild og góð, andaðist fyri einum góðum ári síðan. Eftir hana sita maður og trý børn, ið vóru hennara eitt og alt. Nógv eru tey, ið saman við okk­ um standa spyrjandi, hví lagnan er so náðileys, og hví hon rakar so tilvildarliga. Hví skuldi Annfríð ikki uppliva at fáa ommubørn, soleiðis sum okkum hennara foreldrum varð unt? Sorgin og saknurin eftir Siri og Annfríð var og er so stórur, sum bert tey kunnu skilja, ið sjálvi hava mist børn, sum standa í besta blóma. At siga, at tað er vilji hins alt­ valdandi, at barn doyr í móðurlíví beint undan føðing, og at tvey systk­in seinni doyggja í besta blóma, gevur lítla meining. Men í allari sorgini eru vit kort­ini so sera takksom fyri tey dýra­bæru minni, vit kunna bera í hjørtum okkara um tey árini, vit hóast alt fingu saman við okkara elskuligu og elskaðu døtrum. Minnini verða verandi í okkara hjørtum til tann dagin, vit hittast aftur hinumegin sýnina, og fyri altíð skulu vera saman aftur við teimum báðum. Mamma og pápi Til minnis um okkara elskaðu døtur Annfríð og Siri Brúdleyp Leygardagin 26. mars kl. 13.00 giftast Norma Egholm, Eiði og Hákun Lützen, Klaksvík í Eiðis kirkju. Eftir vígsluna eru familja, vinir og kenningar hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu og ein góðan bita í EB-húsinum. Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel Runavík kl. 19.00 Tann 6. apríl hava vit verið gift í 25 ár Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinfólk og kenningar til móttøku tann 9. apríl í Post­hús­ kjallaranum (Tórsgøta) millum kl. 13.00 – 17.00. Beinta & Petur Amon 90 ára føðingardagur 30. mars fyllir Klara Reinert Debes, Tórshavn, 90 ár. Dagurin verður hildin 2. apríl frá kl. 11 - 15 í hølinum hjá Kiwanis, Jøkulstræti 4, Tórshavn. Øll eru vælkomin. Prógv Lív S. Arge Simonsen hevur 26.02.2016 lokið MA-prógv við søgu sum høvuðsgrein og stjórn­mála­ frøði sum hjágrein á Fróð­skapar­ setri Føroya. Vit skulu giftast! Leygardagin 26. mars giftast Angelica Katrinardóttir Danielsen, Hoy­vík og Pætur Eyðunsson Jen­ sen, Tórshavn. Vígslan verður í Hoy­víkar kirkju kl. 13.00. Veitsla verð­ur fyri innbodnum um kvøldið. 95 ára føðingardagur Mikudagin 23 . mars fyllir Selinda Høj, Strendur 95 ár. Dagurin verður hild­in á Ellisheiminum í Runavík frá kl. 15:00-18:00. Øll eru hjartaliga væl­ kom­in. Eg gleði meg at síggja tykk­um. Diamantbrúdleyp Skíristórsdag 24. mars hava Malena og Kári Norðberg Hvalba Diamantbrúdleyp. Dagurin verð­ ur hildin í Vitninum í Hvalba frá kl.14.00. Øll eru hjartaliga væl­ komin. 60 ára føðingardagur Sunnudagin 24. apríl verður Jacob Jacobsen 60 ár. Føðingardagurin verður hildin í VB-húsinum leygardagin 23. apríl kl. 19.00. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við mær, verða vinarliga biðin at boða frá á tlf. 224847 ella 276866 í seinasta lagi 15. apríl. 70 ára føðingardagur 25. mars fyllir Martin Garðalíð, Vestmanna 70 ár. Føðingardagurin verður hildin skírisdag, 24 mars heima í Garðatún 17, kl. 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin Brúdleyp Skírisdag 24. mars 2016 giftast Rebekka Ósá, Tórshavn og Jo­ hannes Petersen, Viðareiði. Vígslan verður í Hebron á Argjum kl. 14:00. Kaffi verður aftaná. Veitslan verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 18:00. 90 ára føðingardagur Leygardagin tann 26. mars verður Henny Petersen, Fugla­fjørður, 90 ár. Dagurin verð­ur hildin saman við familj­uni. 80 ára føðingardagur 28. mars (2. páskadag) verð­ur Sigfríður Joensen, Hvanna­sund, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá Karl og Ellen Undir Svartakletti 15, Hvannasund frá kl. 17.00. Veri hjartaliga vælkomin.