týsdagur 22. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
16
Sosialurin
Ferðast
Háárstíðin er nógv longd
Hjá Smyril Line síggja tey fram til eitt sera gott summar við nógvum ferðafólki.
Í mun til fyrr so er sjálv háárstíðin hjá Norrønu longd munandi seinnu árini
N
orrøna og Smyril Line hava havt
eina ógvuliga jaliga gongd seinnu
árini. Fleiri og fleiri ferðast sjóvegis
til og úr Føroyum, og ikki minst hevur tað
seinnu árini víst seg, at fleiri og fleiri velja
at ferðast uttan fyri tað, sum vanliga verður
rópt háárstíð.
Á Smyril Line greiða tey frá, at meðan
tað fyrr vanliga var útselt at kalla allan
juli mánað og lutvíst í juni og august, so er
skipið rættiliga fult longu frá apríl til seint í
september mánað í ár.
Fólk skulu gera skjótt av
Í summar eru heilt nógvar ferðir um at
verða útseldar, men enn eru pláss á øllum
fráferðum. Plássið er tó avmarkað, og á
Smyril Line mæla tey tí til, at man ger skjótt
av, um man ætlar sær ein túr við Norrønu í
summar.
– Tað sigur seg sjálvt, at jú fyrr tú ert
úti um teg og bíleggur tær ferðaseðilin, jú
fleiri valmøguleikar fært tú, og samstundis
er møguleikin størri fyri at fáa ein bíligan
ferðaseðil, siga tey hjá Smyril Line.
Pakkaferðir væl umtóktar
Eitt tilboð, sum rættiliga nógv viðskiftafólk
hjá Smyril Line velja at gera sær dælt av, er
møguleikin fyri at keypa sær eina pakkaferð
við ferðaseðli og annaðhvørt summarhúsi
ella frítíðardepli.
– Í mong ár hevur tað verið ógvuliga
væl
umtókt
hjá
serliga
føroyskum
barnafamiljum at fara til ein av mongu
frítíðardeplunum í Danmark. Teir best
umtóktu frítíðardeplarnir millum føroyingar
eru ivaleyst Danland depilin í Blokhus,
og so tann hjá Dayz í Rønbjerg beint við
Limfjørðin. Men somuleiðis er stórur áhugi
fyri eitt nú Lalandi, Skallerup Klit og hinum
deplunum hjá bæði Dayz og Danland, verður
sagt hjá Smyril Line.
Serligir tematúrar selja væl
Eitt annað tilboð, sum Smyril Line serliga
seinnu árini hevur gjørt nógv burturúr, er
tematúrar. Hetta eru túrar við eini serligari
yvirskrift ella til eitt serligt stað.
Í nógv ár hevur Smyril Line skipað fyri
eitt nú Jólatúri, Harmonikutúri, Sjavstúri
og øðrum, og hetta eru alt túrar, ið hava selt
væl.
Seinnu árini hevur eisini verið skipað
fyri Sjómannatúri til Íslands, og hetta er ein
túrur, sum hevur havt sera stóra undirtøku,
og soleiðis er eisini í ár.
Harumframt skipar Smyril Line í ár eitt
nú fyri busstúrum til bæði Prag og Berlin, og
hesir túrar verða somuleiðis væl móttiknir,
um enn teir enn ikki eru útseldir.
Betra umstøðurnar umborð
Hjá Smyril Line er hugsanin tann, at tað er
umráðandi, at ferðafólk beinan vegin tey
koma umborð á Norrønu merkja, at nú er
frítíðin byrjað.
– Frítíðin byrjar umborð er slagorðið hjá
okkum, og av somu orsøk royna vit allatíðina
at betra um umstøðurnar umborð, so at
ferðafólkini fáa eina so góða uppliving sum
gjørligt, siga tey á Smyril Line.