týsdagur 22. mars 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 23. mars 2016 · Nr. 35
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust og hjálptu, tá
Niels Oluf Holm
Hvalba
doyði og varð jarðaður, takka vit hjartaliga.
Elsa
Álvur, Jákup og Bárður
Tøkk
Vit ynskja at takka øllum tykkum fyri sýnda
samkenslu, umsorgan og hjálp, tá høgt elskaði
maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Kjartan Ziska Jacobsen
Klaksvík
vanliga nevndur Dasche
f. 1. juli 1935 d. 19. november 2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri vitjanir í heimi
og á sjúkrahúsi, fyri hátíðarliga og vakra bírættan;
fyri bøn fyri okkum øllum í heiminum, áðrenn
fráferð til Havnar í ringasta kavastormi beint eftir
deyðsboð frá LS.
Takk til KS fyri alla røkt og hjálp gjøgnum øll
árini. Tey seinastu 19 árini við Korosh Taheri,
yvirlækna á odda, sum ansaði honum so væl, saman
við sínum avbera fittu og dugnaligu starvsfólkum.
Takk til B7 á LS fyri góða røkt og vinsemi
mótvegis honum teir síðstu dagarnar av hansara lívi
og okkum við.
Takk til Heimatænastuna fyri, at tit tóku tykkum so
væl av honum og vóru so góðar við hann.
Takk til »son í húsinum«, Hans Eiler Hammer,
prest fyri andakt á LS, andakt á kapellinum á KS og
jarðarferðina úr Christianskirkjuni.
Takk til systursonin, Jákup Marner Klein fyri
avbera vakran og inniligan sálm í kirkjuni.
Takk til Jóhannu Johannessen fyri at útseta so sera
vakurt og hegnisliga sangin: »You Never Walk
Alone« til urgu v/ trompet til jarðarferðarpreludium
og urguspæl annars.
Dekn, klokkara, berarum, sangarum og gravara bera
vit eisini eina hjartans tøkk.
Takk øll tit, sum komu inn á gólvið í heiminum,
takk fyri allar telefonuppringingar, FB heilsanir,
blómur, kransar, peningagávur og allan bakstur til
ervið o.a.
Takk til tykkum í køkinum, og tykkum, sum tóku
ímóti í kirkjukjallaranum.
Takk Christianskirkjan fyri lán av kirkjukjallaranum
til ervið.
Hjartans takk øll somul. Vit eru rørd av tykkara
samkenslu, sum er væl goymd í okkara hjørtum.
Við hesum vilja vit ynskja øllum einar gleðiligar
páskir.
Jóna,
Markus Tummas & Mary Maria v/ fam.
Várframsýning
Árliga várframsýningin hjá teimum, sum hava
gingið til frítíðar undirvísing í vetur, letur upp í
Skúlanum við Streymin skírisdag kl. 16.00.
Thordis Dahl Hansen setir framsýningina og
børnini í barnakórinum hjá Jóanes S. Hansen syngja.
Hondbóltsfelagið EB við U14 gentum selur kaffi, te og køkur
til frama fyri ferð til altjóða Partillecup hondbóltskappingina í
Svøríki, har tær fara at kappast í summar.
Framsýningin er opin skírisdag 24. mars kl. 16.00 til 19.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Føroya
Myndakalendari
Sosialurin gevur á hvørjum árið út
Føroya Myndakalendara, sum flest øll
heim í Føroyum hava hangandi heima.
Vit bjóða tykkum at keypa Føroya Myndakalendara
við tykkara búmerki á.
kalendarin er í brævbjálva, soleiðis at hann kann sendast
til vinir og kenningar. ein góð gáva til starvsfólk,
veitarar og vinir kring heimin.
Her eru nøkur prísdømir
10 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
1.037,50
20 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
1.825,00
30 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
2.612,50
50 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
4.187,50
100 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr
8.125,00
200 eint.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . kr 16.000,00
Sosialurin ynskir gott samstarv í framtíðini
Bílegg kalendarin á tel. 341800
ella á mail til bokhald@sos.fo