mikudagur 30. mars 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mars 2016 · Nr. 36
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað verður sera spennandi at
frætta, hvørja lagnu uppskotið um
at selja nakað av fiskirættindunum
á uppsølu fær í løgtinginum í dag,
tá tað kemur til aðru viðgerð.
Lagnan, sum hendan 2. viðgerð
in fær er spennandi – ikki endiliga
um tú ert fyri ella ímóti, at partur
av fiskirættindunum verða seld á
uppboði – men meira fyri at vita,
um vit hava eina virkisføra sam
gongu, og um flokkurin hjá løg
manni veruliga er stjórnarberandi
ella ikki.
Áralagið hevur ikki verið gott –
serliga í Javnaðarflokkinum, sum
longu misti ein tinglim í føðingini.
Er tað so, at suðuroyartingmenni
nir vísa vøddar í hesum stríðnum
við at atkvøða ímóti, so megnar
Javnaðarflokkin ikki uppgávuna, og
tað kann fáa álvarsligar avleiðingar
fyri framtíðina hjá samgonguni.
Tað var fólkafloksamaðurin, Óli
Breckmann, sum í sjónvarpinum
segði, at Varðin Pelagic, ið hevur
stórt virksemi á Tvøroyri, beinleiðis
hevur lagt trýst á báðar tingmenni
nar hjá Javnaðarflokkinum á Tvør
oyri um ikki at atkvøða fyri upp
boðssøluni.
Um tað er satt – ella um tað
bara skal takast í sama álvara,
sum so nógv annað, sum Óli
Breckmann plagar at siga, er so
tað. Men spurningurin er kortini,
um hugsanin hjá reiðaravirkinum
í Gøtu hevur ávirkan á, hvussu
borgarstjórin og varaborgarstjórin
á Tvøroyra meta um hetta mál.
Hinvegin kann Javnaðarflokk
urin og løgmaður als ikki liva við, at
Kristin Michelsen ella Bjarni Hamm
er fara at atkøvða ímóti hesum máli,
sum í veruleikanum er legitimitet
urin hjá samgonguni – eitt kardinal
mál, sum samgongurin hevur lovað
at fremja.
Tí er tað ein styrkiroynd, sum fer
at fara fram í løgtinginum í dag.
Politikarar eru politikarar, tað
vita vit. So sjálvt um fleiri sambands
menn eru samdir við ætlanunum hjá
samgonguni, so fara teir heilt víst
at finna sær góð argument at vera
ímóti. Sama verður hjá Nýggjum
Sjálvstýri og Miðflokkinum. Hjá
Fólkaflokkinum
er
boðskapurin
klokkuklárur, tí flokkurin er hart
ímóti teimum broytingum, sum
samgongan ætlar at fremja.
Tað hevur størri týdning fyri and
støðuna, at samgongan tapir, enn at
semja verður um uppboðssøluna.
Tí er tað sum so ikki ein stryki
roynd millum samgongu og and
støðu. Men heldur ein manndóms
prøvi hjá Aksel V. Johannsen,
løgmanni, um hann megnar at stýra
sínum egna flokki.
Ger hann ikki tað, so kann sam
gongan ikki halda fram. Tí stendur
Javnaðarflokkurin ikki saman um
eitt so grundleggjandi vallyfti, so er
flokkurin ikki stjórnarberandi.
Lagnan hjá samgonguni liggur í
dag í hondunum hjá borgarstjóru
num á Tvøroyri.
Er Javnaðarflokkurin ein
stjórnarberandi flokkur?
mandómsprøvin hjá Akseli
Ung
lingar
stygdir úr
fiskivinnu
Jógvan I. Olsen
síða 17
Ridd
arakross
til Bárð
Magni ARge
Kjak Síða 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eini sethús í Rituvík brunnu
í
grund
fyrrapartin,
tá
eldur kom í tey. Tað veit
Kringvarpið at siga.
Eldur kom í húsini um
hálvgum ellivutíðina, men tá
Skálafjarðar Sløkkilið kom á
staðið, var eldurin longu so
nógvur, at húsini vóru ikki
til at bjarga, sigur Sunnleiv
Højgaard,
sløkkiliðsleiðari,
við KVF.
Sambært Kringvarpinum
var ein eldri maður staddur
í kjallaranum á húsunum,
tá tað fór at brenna. Hann
hoyrdi
roykvarnaran
og
slapp sær alt fyri eitt út
um, haðani hann boðsendi
sløkkiliðnum. Enn er ógreitt,
hví eldur kom í húsini.
Lasse Klein hevur tikið
myndirnar.
Bar ikki til at bjarga
sethúsunum
Týsdagin
segði
danska
fólkatingið Helle Thorning-
Schmidt farvæl, nú hon
gavst í donskum politikki.
Har vóru sjálvandi vøkur
orð frá øllum pørtum, sum
tað sjálvandi sømir seg í slík
um føri. Har sjálvt argasti
kappingarneytin, Lars Løkke
Rasmussen, forsætisráðharri
tosaði pent og fólkaliga um
kvinnuna, ið sum tann fyrsta
megnaði at gerast forsætis
ráðharri í Danmark.
Men so eru tað klóku ser
frøðingar, sum skuldu svara,
hvat vit fara at minnast Helle
Thorning-Schmidt fyri?
– Løftebrud! Siga allir við
ein mun.
Nú skulu vit her á síðu 2
ikki taka Thorning í forsvar.
Og tó. Tað eydnaðist táver
andi andstøðumonnum at
seta hetta klistriðmerkið,
»løftebrud«, á hana. Men
mundi hon vera størri bløka,
enn allir menninir?
Hon vann stríðið um for
manssessin í flokkinum, sum
var við at fara í upploysn av
innanhýsis stríðið, sum hon
fekk bilbugt við. Hon vann
forsætismálaráðið – og fekk
Javnaðarflokkin
aftur
til
størsta flokk í Danmark.
Nú eru tað nógv í Før
oyum, sum dáma sær so væl
at apa sær eftir tí, sum danir
gera. Men í javnstøðumálum
eru danir ógvuliga primitivir.
Tey eru langt aftan fyri før
oyingar. Tað eru 23 ár síðani,
at vit høvdu okkara fyrsta
kvinnuliga løgmann og 22 ár
síðani, vit høvdu fyrstu for
kvinnu í løgtinginum.
Víst eru summir politikar
ar betri enn aðrir. Men hvør
politikari hevur ikki farmt
lyftisbrot? Kenna vit nakr
an?
Hevur Lars Løkke ikki
gjørt tað? Mundi Anders
Fogh Rasmussen halda øll
síni lyfti, ella Poul Nyrup
Rasmussen?
Neyvan.
Hugsið tykkum, um tað
var Helle Thorning-Smidt
sum oysti um seg við al
mennum pengum til øl og
fínan mat? Ella um tað var
hon sum keypti sær marg
lætisflogferðaseðlar
fyri
100.000 krónur – sum áttu at
farið til hálp til fátøk børn?
Ella um hon keypti kjólar
og taskur og fór til frisør fyri
pengar hjá flokkinum?
Hon hevði aldrin blivið
forsætisráðharri.
Men tað kann Lars Løkke
Rasmussen uttan trupulleik
ar. Onkur burdi kanska lært
danskarar at síggja feilir hjá
monnum líka væl sum hjá
kvinnum. Ella lært teir eisini
at síggja ímillum fingrarnar,
tá tað eru konufólk, sum
gera feilir.
Løftebrud ella og øl og oyðsl
Camilla og Johanna, døtur Helle Thorning-Schmidt,
og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri,
til fráfaringarmóttøkuna týsdagin
Mynd: Polfoto