Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í kvøld klokkan 19 verður móðurmálsdagurin hildin í barndóms­heiminum hjá V. U. Hammershaimb, Nýggju­ stovu í Gongini 8 í Havn. Føroyskur móður­máls­ dagur verður hildin 25. mars, sum er føðidagur hjá V. U. Hammershaimb, faðir føroyska skriftmálsins. Men av tí at 25. mars í ár var langi fríggjadagur, so varð haldið flutt til í kvøld, 31. mars. V. U. Hammershaimb vaks upp í Nýggjustovu í Havn, og verður. Tað verður Zakaris Svabo Hansen, formaður í Mál­ ráðnum, sum fer at bjóða væl­komið. Síðani fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í menta­ málum, at halda røðu. Evnið á tiltakinum í kvøld verður um føroyskt films­mál, og tí fer Pætur Marjunarson Dahl at hava stutta hug­ leiðing um føroyskt filmsmál og føroyskt mál í filmi. Birgir Kruse at hava sam­ røður um føroyskan film og málið. Í hesum sambandi tosar hann við Sakaris Stóra, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, høvund. Tónleikur verður eisini á skránni. Tað verða Sissal G. Magnussen og Birita Adela Davidsen úr Frýrnum sum syngja, og Hans Pauli Tórgarð spælir gittara. Tey, sum fyrireika móður­ máls­dagin eru: Málráðið, Menta­mála­ ráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya Fólka­háskúli, Kring­ varp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags. Vakthavandi á løg­reglu­støðini sigur, at løg­reglu­bilur­in kom koyr­andi niðan eftir vegnum. Í tí, at løg­reglu­bilur­in er í ferð við at yvirhála ein annan bil, snarar bilurin framman fyri til vinstru. – Løgreglubilurin mátti tí snara undan fyri ikki at stoyta saman við hin bilin. Hetta var tað, vit kalla eina "undvigelsesmanøvre," sigur vakthavandi.  Sum rætt er, kom løg­ reglan á staðið at kanna málið. Bilurin fekk ikki stór­ vegis skaða og koyrdi løtu seinni víðari. Stikið hevur fingið nakað av skaða. Hvussu høg ferðin á løg­ reglu­bilin­um var, sigur søgan einki um, men vitni, sum in.fo hevur verið í sam­band við siga, at ferðin var høg. HÁTIÐARHALDA MÓÐUR­ MÁLS­DAGIN Í KVØLD Ung og málið er evnið fyri móðurmálsdagin í ár Sum sæst á myndini hevur ein løgreglubilur koyrt av vegnum og rent á eitt stik fram við vegnum TÍÐINDI Móðurmálsdagurin verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaims – í barnaheimi hansara, Nýggjustovu í Gongini í Havn Hans Mortensen, fyrrverandi stjóri í SMS, fekk í fjør móðurmálsvirðislønina fyri sítt íkast til føroyskt lýsingarmál Heldur óvanlig sjón á Villingardalsvegnum í Havn Mynd frá óhappinum á Villingardalsvegnum í gjár