Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ARBEIÐA NÚ BÆÐI FRYST OG FESKT Á SANDOY SEAFOOD – Tað hevur verið væl at gera á virkinum í Skopun, og tá best hevur ligið fyri, hevur arbeiði verið flestu yrkadagar í vikuni, sigur virkisleiðarin, Martin Olsen Vilmund Jacobsen Tá fiskavirkið í Skopun varð reist á føtur aftur, varð dent­ ur lagdur á at virka lætt­salt­ að fløk úr frystum fiski, ser­ liga toski. Sum tíðin er liðin, síðan nýggju byrjanina, er virkið, sum øll árini hevur havt flaka­maskinur, eisini farið undir at virka portiónir úr fesk­um upsa. Helvt um helvt Martin Olsen, virkisleiðari, sigur, at tey 50-55 fólkini, sum dagliga starvast á virk­ inum, í november í fjør eisini byrjaðu at virka portiónir úr upsa. – Í løtuni er umleið helm­ ingurin av rávøruni frystur fiskur, og hin helmingurin er feskur upsi. Martin Olsen ásannar, at tað er ikki lætt at fáa fatur á feskum upsa, tí flestu skip hava tilknýti til ávís fiska­ virki, og lutfalsliga smáar nøgdir av upsa verða bodnar út á uppboðssøluni hjá Fiska­mark­naði Føroya. – Vit keypa upsa bein­ leiðis frá skipum og á upp­ boðs­sølu, tá møguleikin býðst, sigur hann. Flestu dagar Martin Olsen letur annars hampiliga væl at gongdini. – Jú, tað hevur verið væl at gera á virkinum, og tá best hevur ligið fyri, hevur arbeiði verið flestu yrkadagar í vik­ uni. Hann sigur, at frysti fisk­ urin serliga verður keyptur frá føroyskum skipum. Sosialurin kann leggja aftrat, at Sandoy Seafood í nógv ár hevur verið krump­ tappurin fyri vinnuligum virk­semi í Sandoynni, og í Skop­un er borgarstjórin, Ger­ hard Lognberg, ovurfegin um virksemi á fiskavirkinum. – Tað er ein ótrúlig kensla um morgnarnar at síggja fólk møta til arbeiðis á Sand­ oy Seafood í Skopun, sigur borgar­stjórin. VINNA Eysturbúgvin: 22 ár uttan rakstrarligt hall Tað verða 22 ár í summar, síðan Eysturbúgvin, sum er heimahoyandi í Dali, varð keyptur, og øll árini hevur raksturin givið avlop Vilmund Jacobsen Reiðari á Eysturbúgvanum er Bjarki Magnussen, og Jóan Petur í Soylu er skipari. Teir eru tveir, sum skiftast um at føra skipið, og hin skiparin er Jákup Andreas Thomsen. Eysturbúgvin stendur í løtuni á bedingini hjá Skipa­ smiðjuni Mest í Havn, har køli­skipanin til tangarnar verð­ur skift. Skipanin var vorð­in gomul, slitin og ótíð­ar­ hóskandi. Sambært ætlanini verð­ur arbeiðið umborð á Eyst­ur­búgvanum liðugt 1. apríl, tá gulllaksavertíðin byrj­ar. Upsin í vetur hevur ikki roynst nakað serligt. Hin­vegin gekk væl á gull­ laks­inum í vertíðini í fjør, og nú gleða meg seg til eina nýggja vertíð. Góðir makreltúrar Jóan Petur í Soylu letur ikki illa at gongdini. – Saman við Vesturbúgv­ an­um, sum vit partrola sam­ an við, gjørdu vit tríggjar góðar túrar á makrelveiði í ES-sjógvi í januar í ár. Vit vóru hepnir við veðrinum, og tað tók umleið eina nátt at fiska upp í bæði skipini hvørja ferð. Allur fiskurin varð landaður til matna í Føroyum, sigur Jóan Petur í Soylu. Eysturbúgvin, sum her stendur á bedingini hjá Skipasmiðjuni Mest, er ein sólskinssøga Mynd: Vilmund Jacobsen Á Sandoy Seafood í Skopun virka tey nú bæði saltfisk úr frystum fiski og portiónir úr feskum upsa Mynd: Vilmund Jacobsen