mikudagur 30. mars 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FAGNAÐARLØTA FYRI NÝGGJA STAPANUM
Stapanum:
– Hetta er frystilínuskip.
Tí
verður
aktiónsradius
væl størri, enn hann er hjá
skipinum, sum nú broytir
navn til Skørin. Tað skipið
fer framvegis at vera á
ísfiskaveiðu undir Føroyum
og Íslandi. Nýggja skipið
fer haraftrat at royna undir
Grønlandi, har Føroyar nú
eiga kvotu, og har avtalur
tey seinnu árini eru gjørdar
við grønlendsk reiðarí, og so
er tað Flemish Cap, sum vit
ætla, at Stapin skal royna, tá
ið nýggja kvotuárið tekur við
eftir nýggjár.
Jóhannus
Danielsen,
borgarstjóri í Nes kommunu,
fagnaði nýggja skipinum:
– Tað vóru menn her á
plássinum, sum vóru teir
fyrstu at fáa línuskip til
Føroya í 1956, tá ið Vestur
havið Blíða kom. Síðani hava
línuskipini her á Toftum havt
týdning sum arbeiðspláss
og sum veitarar av vøru til
arbeiðspláss á landi. Fyrsti
Stapin, sum var bygdur í
Vestmanna, kom higar í 1969.
Hesin Stapin er tann fjórði.
Tað hevði verið áhugavert at
vitað, hvussu nógvir teir eru,
sum hava mynstrað við FD 32.
Teir eru mangir, og umframt
sum arbeiðspláss hava skipini
havt týdning sum sosialur
felagsskapur, segði Jóhannus
Danielsen, borgarstjóri, og
minti á, hvussu Jóanes Niel
sen, skaldið, hevur lýst lívið
og felagsskapin umborð á
Stapanum.
Fjølbroytt søga
Jógvan I. Olsen, fyrrverandi
løgtingsformaður og lands
stýrismaður, er 85 ára gamal.
Hann var 38, tá ið hann sam-
an við bróðrinum Jákupi og
svágrinum Peturi Hansen
á Stykkinum stovnaði pf.
Regn. Jógvan, sum framman-
undan hevði verið skipari á
Jógvani Norðri, átti tríggjar
fjórðingar og hinir báðir
tann síðsta fjórðingin.
Hóast Jógvan síðani á
heysti í 1970 og fram til í 1998
var nógv upptikin av polit
iskum arbeiði, so hevur hann
verið nógv uppi í fiskarínum
og fiskivinnuni. Hann kennir
nógv til søguna um hesi
viðurskifti, og tá ið hann
tók orðið á havnarlagnum á
Toftum í dýrdarveðrinum
leygardagin, kendist tað sum
serligur friður og tign yvir
løtuni.
Jógvan leit bæði aftur
eftir og frameftir:
– Vit eiga eina drúgva
skipatraditión her á Toftum.
Tvær tær fyrstu sluppirnar
komu higar longu í 1897.
Aðra átti eitt partafelag,
sum bar navnið As. Kongs
havn. Partapeningurin var
3.300 krónur. Um vit siga,
at eginpeningurin var ein
triðingur, so kostaði skipið
tíggju túsund krónur. Tað
vóru nógvir pengar tá. Dáv
ur Davidsen ella Dávur á
Kvíggjarheyggi var ein av
eigarunum, og hann førdi
skipið,
sum
bar
navnið
Prince of Wales.
Hina sluppina átti parta
felagið As. Toftir. Tað var
Hans
Andreas
Heinesen,
skipari í Hoygarðinum, sum
var stigtakari. Henda sluppin
bar navnið Ida. Bæði skjeyt
ini vóru dagfest sama dag –
24. juni 1897.
Teir báðir, Dávur á Kvíggj
arheyggi og Hans Andreas í
Hoygarðinum, vóru systk
inabørn. Pápi Dáva á Kvíggj
arheyggi var tann tiltikni
útróðrarmaðurin Jørgin á
Nesi ella Jørgin á Gørðum,
sum
hann
varð
nevnd
ur. Hann var víða kendur
kring landið. Mamma Hans
Andreas
í
Hoygarðinum,
Petronella
Susanna
var
systir Jørgin. So veiðihugur-
in hjá teimum báðum – Dáva
og Hans Andreasi – mundi
ikki koma burtur úr ongum.
Síðani tá hevur fiskivinn
an verið tað berandi fíggjar
liga støðið her hjá okkum.
Og ein rúgva av fiskiførum
eru komin og farin, og vit
hava havt ymisk reiðaríir og
fiskavirkir – ofta saman við
handlum. Nógvir og góðir
fiskimenn
hava
mannað
skipini.
Um seinasta aldarskiftið
spurdi Dimmalætting sínar
lesarar, hvønn teir hildu
vera
aldarinnar
skipara.
Tann heiðurin, at verða kosin
aldarinnar skipari, fall Júst í
Túni á Toftum í lut. So vit
hava nakað at liva upp til her
á plássinum.
Umstøður broytast
Og Jógvan I. Olsen helt fram:
– Umstøðurnar broytast
alla tíðina. Alt er til sína
tíð, og í fiskivinnuni er tað
ógvuliga týdningarmikið at
kenna sína vitjunartíð. Tað
hevur sínar fyrimunir, at
hetta línuskipið kann frysta
fiskin so hvørt, hann verður
veiddur.
Fiskurin
verður
longri frískur, og keypararnir
hava møguleika at tiðna upp
so hvørt, sum teir hava tørv
á tí.
Hetta skipið verður fjórði
Stapin, ið verður í sama
reiðaríið, sum hinir eisini
hava verið í, síðani tann
fyrsti kom í 1969. Nógvir
eru teir, sum hava verið við
til at manna skipini í longri
og styttri tíðarskeið. Eg vil
fegin bera eina hjartans tøkk
til allar hesar manningar og
takk fyri tíðina, vit hava
arbeitt saman. Tað er týdn
ingarmikið at hava góð skip,
men tað er ikki minni týdn
ingarmikið at manningin er
góð.
Manningin, sum fer at
manna hetta skipið, er fyri
mesta partin manningin av
skjótt fyrrverandi Stap-an
um. Teir hava víst í verki, at
teir hava ført manga stóra og
væl hagreidda veiðu til lands.
Og eg tori at leggja aftrat, at
eg ikki havi sæð nakað skip,
sum hevur verið betri hildið
enn henda Stapan, sum tit
hava havt ábyrgdina av und
anfarnu árini. Fyri tað hava
tit uppiborið bæði tøkk og
rós.
Manningin telur skiparan
og mannskapið, og so skulu
reiðarin og eigarin teljast
uppí. Eitt sovorðið team kann
í ávísan mun samanberast
við eitt fótbóltslið. Hvør
maður hevur ábyrgd av sín
um plássi, har tað er neyð
ugt við ábyrgd, áliti, og sam
starvi, um besta úrslitið skal
røkkast.
Skipið er eisini heimið
hjá manningini, tá ið teir eru
til sjós, tí ræður tað um, at
umstøðurnar eru at trívast
hjá manningini. Eg ivist
onga løtu í, at fyritreytirnar
eru góðar umborð á hesum
skipinum.
Tað er ikki bara á sjó
num, at umstøðurnar alla
tíðina broytast. Inntil fyri
heilt stuttum var her, sum
vit nú standa, ein land-
ingarmiðstøð. Hon er hildin
uppat og burturbeind, tí
annað virksemi skal vera
her. Harvið standa vit aftur
fyri nýggjum og stórum av
bjóðingum. Og um tað skal
eydnast, so er neyðugt, at
vit í álvarsligan mun taka
okkum av havnarlagnum við
tí máli, at tað skal vera kyrt
og nøkta nútíðar virksemi
og tørv. Eisini má berast so í
bandi, at tað aftur skal bera
til at avreiða fisk á Toftum.
Seinastu tíðina er fiski
flotin minkaður munandi.
Tí er tað kveikjandi, at vit
kunnu taka ímóti fyri okkum
nýggjum og nýmótans skipi.
Mítt ynski er, at Harrin má
vera vernd og skjøldur hjá
hesum skipi og manningini,
og at hann vælsignar teirra
strev við havsins ríkidømi,
endaði Jógvan I. Olsen sína
heilsu, áðrenn Kristmund
Johannesen, reiðari, bjóðaði
til ábit og at síggja skipið.
Umborð bar millum ann
að til at hitta skiparan, Jákup
Eli Eidesgaard av Eiði, sum
higartil hevur ført gamla
Stapan og nú hevur fingið
litið nýggja Stapan upp í
hendur.
Anfinn Olsen eigari og Ingvald-John Husby fyrrverandi eigari
Jógvan I. Olsen stovnaði pf Regn í 1969
Nógv fólk var samankomi› á Tofta kai
Jákup Eli Eidesgaard skipari
Jóhannus Danielsen borgarstjóri