mikudagur 30. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Hósdagur 31. mars 2016 · Nr. 36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Vit ynskja at takka øllum tykkum
fyri sýnda samkenslu, umsorgan og
hjálp, tá høgt elskaða kona mín, mamma, omma og
langomma okkara
Jórun Dam Hentze
f. 29. juli 1940 d. 22. mars 2016
andaðist og varð jarðað.
Takk til Havstein Klein, prest, fyri góð og vøkur
orð á Skerinum og í kirkjuni.
Takk til Sambýlið á Skerinum fyri alla røkt og hjálp
gjøgnum árini. Takk fyri at tit tóku tykkum so væl
av henni, og vóru so góð við hana.
Dekni, klokkara, sangarum og gravara bera vit
eisini eina hjartans tøkk.
Takk til Tórður Poulsen fyri sanghefti.
Takk til Anna Bjørg Leo og Johan Marius Leo fyri
umsorgan og hjálp gjøgnum árini, og at tit vóru so
góð við hana.
Takk øll tit, sum komu inn á gólvið í heiminum.
Takk fyri allar telefonuppringingar,
Facebook-heilsanir, blómur, kransar og
allan bakstur til ervið.
Takk til Fríðhild Winther v/ fam. fyri hjálp til ervið.
Hjartans takk øll somul. Vit eru rørd av tykkara
samkenslu, sum vit goyma í okkara hjørtum.
Jóhan Hendrik Hentze, Livve, Jens Carl, Tór,
Gregor, Páll, Kira v/ fam.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Brynjolf Kristiansen
f. 11. nov. 1935 d. 26. jan 2016
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum vóru um hann og
hjálptu honum undir sjúkralegu hansara.
Tøkk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina,
fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávu til
Bethel.
Tøkk fyri troystarrík orð og tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu honum, í kapellinum og til
jarðarferðina.
Harrin signi tykkum.
Familjunnar vegna
Gudrun, Jonny, Sølvi og Helgi
Tøkk
Eina hjartans tøkk veita vit øllum, ið hjálptu og
sýndu samkenslu, tá okkara kæri
Oliver Alex Olsen
Livva
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fái talarar, kirkjutænarar, organistar, gravarar
og annars øll, ið hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk fyri heilsanir og fyri minnisgávur til javna.
Ein serlig tøkk til Sambýlið í Bøgøtu fyri
umsorgan, røkt og blíðskap. Tøkk fái Klaksvíkar
sjúkrahús fyri ta seinastu tíðina, fyri røkt og
umsorgan fyri honum og okkum.
Eisini vilja vit takka, teim einstaklingum og
stovnum, ið ríkaðu Livva lívið.
Familjunnar vegna
Karl Hilmar, Hákun og Eyðbjørg
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá ið elskaði
pápi, verpápi og abbi okkara
Marne Olsen
Rituvík
doyði og varð jarðaður.
Takk til Sverra Steinhólm, Meinhard Bjartalíð
og Jógvan Højgaard fyri góð og troystarrík orð í
kapellinum og í kirkjuni.
Takk til sangarar, dekn, klokkara og urguleikara.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Jóhan Henrik, Ingrid, Súsanna, Jógvan Andrias
og børnini
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæra mamma vermamma, omma og langomma
Tóra Johannesen
f. 23. mai 1935 d. 10. november 2015
andaðist og varð jarðað.
Takk til starvsfólkið á Fløtti á Mørkini, sum vóru
um hana, ta seinastu tíðina. Tøkk til Bergtór
Bjarkhamar fyri andakt á kamarinum, til Henning
Bøgesvang fyri góð og troystarrík orð á Mørkini
og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og
øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferð og ervi.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og
peningagávur til Leguhúsið í Nesvík.
Somuleiðis tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni
til seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jóhannes Juhl og Óluva
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá ið elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Karin Elena Joensen
Vágur
andaðist og varð jarðað.
Takk til tykkum á eldrasambýlinum fyri góða røkt
og umsorgan.
Takk til samkomuna í Bethel. Takk til tykkum sum
bakaðu. Takk fyri gávur til Zarepta.
Takk til tykkum øll, sum fylgdu
mammu til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hans, Jóan Petur, Margret og Mourits
eblaðið
sos.fo