Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 4 Tað er við jøvnum millumbilum, at Evropatingið fær fyrispurningar um grind Tað staðfesti føroyska sendikvinnan í S, Kate Sanderson, í eini kunning fyri Grindamannafelagnum í samband við aðalfundin beint fyri páskir. Hon sigur, at spurningarnir eru oftast stílaðir til ES-nevndina, og hesi bæði seinastu árini eru teir heldur fleiri í tali enn teir hava verið undanfarin ár. Hóast tað ikki er nakað nýtt, at politikkarar í Evropa spyrja seg fyri um grind, er kortini synd at siga, at Evropatingið verður undirdýkt í spurningum um grind, tí síðani 2001 eru 34 spurningar settir í tinginum um grindadrápið í Føroyum. Men av teimum eru næstan helvtin, nevniliga 15 fyrispurningar settir síðani 2014. Eisini í 2008 og 2009 vóru lutfalsliga nógvir spurningar um grind í Evropatinginum, tí hesi bæði árini vóru teir 12 tilsamans. Teir flestu spurningarnir verða settur um heystið, eftir at Sea Shepherd hevur verið í Føroyum um summarið FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 10-15 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Fríggjadagin øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, men makar vindin út á dagin. Skýggjað og regn av útsynningi. Um náttina snarar hann í ein útsynning og makar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og eitt bil regn av suðri og hitin um 7 stig. Sum náttin líður makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, men móti morgni klárar í. Hitin verður um 5 stig. Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, men sum dagurin líður makar hann vindin og snarar í ein sunnan og landsynning. Tað verður turt og sólglottar og hitin um 7 stig, um náttina skýggjað og hitin millum 3 og 6 stig. 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Hvat er tað fyri tvætl at síggja almennar farleiðir sum »leiðin hjá sandoyingum«, »leiðin hjá norðoyingum, vágafólki ella suðuroyingum«. ØLL eiga og nýta hesar farleiðir. Og samhaldsfesti er ein sjálvfylgja!! Um orðið sigur Sprotin: uppboð, selja fisk á uppboðssølu Hósdagin viðgjørdi løgtingið uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, um at lata ein part av ávísum fiskasløgum seljast umvegis uppboðssølu. Les meira um uppskotið og um politisku viðgerðina her í blaðnum í dag. Týsdagin fann løgreglan ein lívleysan mann sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi. Hildið verður, at talan er um eina arbeiðsvanlukku Mikudagin brunnu eini hús í Rituvík í grund. Uppskotið um uppboðssølu var hósdagin til 2. Viðgerð í løgtinginum. Næstan 300 føroyskar familjur hava søkt um at fáa fíggjarliga stuðulin, sum skal latast teimum undir fátækramarkinum. Fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram á tíðindafundi hósdagin – samgongan boðar frá 50 milliónum í yvirskotið í 2017 »Uppboðssøla« Evropatingið fær javnan fyrispurningar um grind MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt nummarplátur skulu nú klippast, tí eigarin ikki enn hevur goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2016 638 MANGT OG HVAT Visti tú? 86 fleiri fólk arbeiða nú í eldraøkinum Sjálvandi keypa vit føroyskt Sjálvandi er prísurin ikki tað einasta, sum hevur týdning við einari vøru. Men meðan prísurin sjálvsagt skal vera kappingarførur kunnu tíni val eisini vera við til at tryggja arbeiðspláss og vera við til at menna handverk, vitan og virðisøking her heima í Føroyum. APRÍL APRÍL BÓKMENTAVIRÐISLØN: