hósdagur 31. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
6
PERSÓNSSØGA
BARBARA HOLM
U
ttan fyri miðnáms
skúlan á Kambsdali
verður dúgliga bygt,
stríðst og stáplað. Ar
beiðsmenninir í gulu draktunum
gera við í øllum endum og kantum.
Uttan fyri høvuðsinngongdina
standa eini fimm, seks unglingar.
Tey hava nýtt høvið at fáa sær ein
royk og eitt gott prát í regninum
hendan hósmorgun 31. mars.
Inni sita næmingar í ymsum
skotum við hvør sínari teldu.
Røddin á fíggjarmálaráðharranum
hoyrist úr floksrúmunum, nú
fíggjarkarmarnir fyri 2017 verða
lagdir fram á tíðindafundi. At
síggja til er hetta ein púra vanligur
dagur í skúlanum á Kambsdali.
Men aftanfyri hurðina, sum er
merkt 102, er støðan alt annað enn
vanlig.
Inni har sita næmingarnir í
flokkinum B13a. Tey hava føroyskt,
og lærarin Sólfinn Hansen er
komin aftur.
Síðani tey byrjaðu sína skúla
gongd á Kambsdali, hava tey tvær
ferðir um vikuna havt Sólfinn
Hansen í føroyskum, men hesin
undirvísingartímin er eitt sindur
øðrvísi.
Hetta er fyrsti dagurin í skúl
anum, síðani lektarin í føroyskum
var raktur av yvirgangi á metro-
støð í Brússel.
Reyða sárið á pannuni er so at
siga horvið. Heilsan er eftir øllum
at døma góð. Men framvegis er
sálarligu sárini ikki heilt lekt. Og
tó. Sólfinn Hansen er við gott mót.
– Hetta er í veruleikanum fan
tastiskt. At fáa gerandisdagin
upp at koyra aftur, og at royna at
koma víðari frá tí sum hendi, sigur
Sólfinn Hansen.
Tað fyrsta, hann skuldi gera, var,
at fáa skil á mat- og svøvnvanar
aftur. Næsta stigið er at fáa ger
andisdagin aftur á rætt kjøl. Um
enn tað til tíðir tykist løgið.
Óveruligi veruleikin
Tað orðið, sum best lýsir tað, sum
Sólfinn situr eftir við, er »óveru
ligt«. Vit vita, at yvirgangur er
verulig hóttan, sum lond kring
okkum mugu fyrihalda seg til so
at siga hvønn dag. Vit hoyra javn
an um yvirgangsatsóknir, sum
danska fregnartænastan PET
hevur steðgað í evstu løtu.
Tá eg hoyrdi
um tað, fór eg
á Facebook fyri
at hyggja, um
Sólfinn hevði
skrivað okkurt,
ella um man
kanska kundi
finna útav,
hvussu hann
hevði tað«
Kjartan Johansen, næm.
Næmingar hjá Sólfinni Hansen
Framhald á næstu síðu
– Fyrst trúðu vit ikki, at tað var okkara lærari, sum varð raktur
av yvirganginum. Vit vita, at heimurin er ótryggur, men tað
er nakað heilt annað, tá tað er ein man kennur, sum verður
raktur, siga Jógvan Simonsen og Kjartan Johansen, næmingar
hjá Sólfinni Hansen. Vikuskiftis Sosialurin var við, tá ið Sólfinn
hevði sín fyrsta arbeiðsdag á miðnámsskúlanum á Kambsdali,
eftir at hann fekk skaða í yvirgangsatsókn í Brússel
TERROR
ÁVIRKAR
OKKUM ØLL