hósdagur 31. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
8
PERSÓNSSØGA
Vit minnast øll yvirgangin í París
og nú Brússel. Vit vita, at hetta er
veruleikin nú. Men at yvirgangurin
skal vera komin so tætt at føroysku
tjóðini er óveruligt.
– Eg minnist framvegis einki frá
spreingingini, men tann tankin,
eg havi havt allatíðina, er, at hetta
er púra óveruligt. At hetta skuldi
henda fyri meg, sigur Sólfinn
Hansen.
Úr Brússel hoyrdu vit endur
tikið fleiri ferðir eftir atsóknina,
at hetta var væntandi. Belgiska
fólkið var ikki skelkað av, at tað nú
var teirra túrur at merkja vreiðina
hjá ekstremistunum. Men fyri
Sólfinn Hansen var tað alt annað
enn væntandi.
– Sjálvandi vita øll, at yvirgangur
er ein reel hóttan. Men nei, eg trúði
ongantíð, at eg kundi enda í slíkari
støðu, sigur hann.
Løgin dagur fyri
næmingarnar
Í floksrúminum eru næmingarnir á
einum máli. Tey trúðu ikki tí, sum
miðlarnir bóru fram. Í øllum førum
ikki í fyrstu atløgu. Tey trúðu
snøgt sagt ikki uppá tíðindini um,
at teirra føroyskt lærari skuldi
hava verið fyri yvirgangi. Men tá
veruleikin varð staðfestur við sjey
tumma seymi, ja, so fór leitanin í
gongd.
– Tá eg hoyrdi um tað, fór eg
á Facebook fyri at hyggja, um
Sólfinn hevði skrivað okkurt, ella
um man kanska kundi finna út
av, hvussu hann hevði tað, sigur
Kjartan Johansen.
Men á sosialu miðlunum var
einki at frætta. Einki lívstekin
var at hóma frá Sólfinni Hansen,
og soleiðis var í nakrar tímar eftir
yvirgangsálopið.
Miðlarnir, tey avvarðandi, før
oyska sendikvinnan – ja, øll royndu
at fáa fatur á Sólfinni Hansen, men
tað eydnast ikki beinan vegin. Og
óttin gjørdi um seg á Kambsdali.
– Eg setti meg at fylgja við í øll
um tíðindaflutninginum, tí eg var
sjálvandi ávirkaður av, at tað var
okkara føroysktlærari, sum skuldi
vera raktur av hesum, sigur Jógvan
Simonsen.
Rættiliga stutt eftir, at bumbur
nar brustu í Brússel, bórust boðini
um, at Sólfinn ikki var í lívsvanda.
Men hvat merkir tað? Tað var
spurningurin, sum ivaleyst nógvir
føroyingar og ikki minst næmingar
settu sær hendan seinnapartin, tá
ið ein føroyingur var mitt í yvir
ganginum í belgiska høvuðsstað
num.
Men eftir nakrar tímar gjørdist
greitt, at einki varandi mein var at
finna á Sólfinni Hansen.
– Læknarnir vita ikki, hvat er
hent. Eg havi ivaleyst fingið okk
urt sendandi í høvdið og eri tí sví
maður beinan vegin, sigur Sólfinn,
sum skal aftur í skannaran í kom
andi viku fyri at vita um alt er, sum
tað skal.
Ávirkar dirvi at ferðast
Báðir næmingarnir hjá Sólfinni
Hansen, sum hendan dagin siga
frá sínum tonkum og upplivingum
í samband við yvirgangin, eru á
einum máli um, at ein slík hending
ávirkar tankavirksemi, tá ið um
ræður at ferðast.
– Onkursvegna má man siga, at
man fer at hugsa meira um trygg
leika, tá man ferðast. Tað er meira
ræðandi nú, enn tað hevur verið,
sigur Kjartan Johansen.
Og hin ungi maðurin tekur
undur.
– Eingin er tryggur í Evropa. Vit
eru kanska trygg her í Føroyum,
men tá ein føroyingur kann vera
raktur av terror, so ávirkar tað
okkum øll, leggur Jógvan Simonsen
aftrat.
Eingin teirra ætlar sær at setast
aftur orsaka av hesum. Men givið
er, at tað setur síni spor.
– Vit kunnu ikki gevast við
at liva. Men kanska kunnu vit
hugsa okkum betri um, áðrenn vit
leypa avstað í feriu, sigur Kjartan
Johansen.
Eg setist ikki aftur
Sólfinn Hansen er púra sannførdur,
tá ið hann skal seta orð á, hvussu
hann hevur tað nú. Hann er lætt
aður. Fegin. Takksamur. Fyri at vera
á lívið. Reyða merkið á høvdinum
er um at hvørva. Men varð hann
troffin tveir sentimetrar longri
niðri, so vóru brotini farin gjøgn
um eyga. Var hann troffin tveir
sentimetrar longri yviri, so vóru
brotini farin gjøgnum tinningin.
Tveir sentimetrar hendan ella
handan vegin, so kundi Sólfinn
verið ógvuliga skaddur – ella í ring
asta føri deyður.
– Eg eri so fegin um at vera á
lívi. Eg hugsi um alt tað, sum eg
enn ikki havi gjørt. Tað kundi jú alt
verið liðugt handan dagin í Brússel.
Nú havi eg fingið møguleika at
gera alt tað, sum eg enn ikki havi
gjørt, sigur Sólfinn Hansen.
Hann hugsar um børnini og
konuna. Um familjulimir og vinir.
Og um, at hann als ikki hevur havt
nóg nógva tíð saman við teimum.
– Eg vil brúka hendan møguleik
an til ymiskt. Millum annað til at
vera meira saman við mínum børn
um, sigur Sólfinn Hansen.
Og spurdur um hann ætlar sær
at ferðast aftur, er hann eisini púra
avgjørdur.
– Eingin terroristur sleppur at
halda mær frá at síggja verðina,
sigur Sólfinn Hansen, lektari á
Kambsdali og offur fyri terror
atsókn í Brússel.
»Eingin er tryggur í Evropa. Vit eru kanska trygg
her í Føroyum, men tá ein føroyingur kann vera
raktur av terror, so ávirkar tað okkum øl«
Jógvan Simonsen, næmingur
Flokkurin, sum Sólfinn Hansen undirvísur í føroyskum
Jógvan Simonsen og Kjartan Johansen eru næmingarnir, sum
søgdu sína hugsan um tann dagin teirra lærari var fyri yvirgangi
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN