Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-31, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016 SOSIALURIN 37 46 ÍTRÓTTUR Høgni Eysturoy (lærkrikin, 3-4 vikur) Hanus Thorleifsson (knæskaði, 5 vikur) Robert Heðin Brockie (knæði) Ivasamur: Alex Mellemgaard (lærkrikin) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (knæið, langtíðarskaddur), Øssur Dalbúð (burturstaddur, við frá komandi viku) Ivasamur: Bartal Wardum (knæið) Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Ryggskaði, ógreitt hvussu leingi) Við aftur: Jón Krosslá Poulsen, Geza Turi Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ikki við: Niklas Poulsen (Liðband í økslini, 3 vikur) Jann Ingi Petersen (venur ikki) Ivasamir: Óli Olsen (Lærkrikin), Pedro Tarancon (Lærkrikin), Ivan Joensen (Baklær), Kristian Anton Andreassen (Knæskaði) JÓANNES HANSEN S kírisdagur og annar páska­ dagur plaga at vera stórir fótbóltsdagar í heim­ligu kappingunum – lands­ kapp­ingini og steypakappingini. So­leiðis var ikki í ár. U-21 lands­ liðið var ásett at spæla EM undan­ kappingardyst í Eysturríki. Tí varð kappingin løgd soleiðis, at eingir dystir vóru í páskafrítíðini. Hóast viljin ikki hevur skortað hjá FSF, so hevur tað gingið striltið at fáa avtalur í lag um vinardystir. Nú eydnaðist tað. Uppgerðin ímóti Liktinstein í Spania var fyrsti venjingardysturin í hálvt triðja ár. 19. november í 2013 vunnu Føroyar 3-2 á útivølli ímóti Malta. Annan páskadag var úrslitið nett tað sama ímóti Liktinstein. Tað hevði verið meiri enn harmu­ligt, um tað ikki hevði eydn­ast at vinna, tí Føroyar vóru framm­an­fyri 3-0, inntil tað restaði eitt korter. Tá var møguleiki fyri, at sigurin kundi verða met stórur. Størsti sigurin í 169 altjóða skrá­ settum landsdystum er 3-0 heima­ sig­urin á San Marino 25. mai 1995. Nú tørnaði tað øðrvísi út. Eftir fleiri útskiftingar á báðum lið­ unum minkaði Liktinstein tvær ferðir um munin, so úrslitið varð 3-2 til Føroyar. Lars Olsen segði seg vera nøgd­ an við avrikið: – Vit kundu havt verið framm­ an­fyri við meiri enn 2-0 eftir fyrra hálvleik, tí vit spældu ógvuliga væl á síðsta triðinginum. Í seinna hálv­leiki vóru spælararnir eitt sindur meiri avslappaðir, og út­ skift­ingarnar órógvaðu. Tað var mis­vís­andi, at Liktinstein skoraði tvey mál, men eg eri nøgdur við sig­urin og serliga við, at vit í løtum spældu heilt væl framrættað, var við­merkingin hjá Lars Olsen. Gamla søgan spøkti Í Eysturríki var um reppið, at U-21 landsliðið vann stig. Føroyar hava fleiri ferðir skelkað Eysturríki, og týskvøldið í Wien leyp einki av hjá heimaliðnum. Einsamalla málið skoraði Eysturríki í 28. minutti. Síðstu 50 minuttirnar vóru føroy­ ingarnir ellivu ímóti tíggju. Tað bar við sær, at mesta spælið var á eysturríksku hálvuni, men tað eydn­aðist ikki at fáa úrtøku úr møgu­leikunum. – Tað er fantastiskt fyri spæl­ ararnar, at teir fáa høvi at royna seg ímóti so stinnari mótsstøðu. Í flestu førum megna teir tað. Per­ són­lig mistøk vóru orsøk til málið, sum eysturríkararnir fingu, og sjálvir megna vit ikki at vinna úr­ tøku úr møguleikunum, tá ið vit í seinna hálvleiki eru yvirmannaðir og hava greiða yvirvág í spæli. Men hetta eigur at menna okkara spæl­ arar, heldur venjarin Bill Jacobsen. Hann hevur verið U-21 lands­liðs­ venjari í tíggju ár, og hann sær ljóst upp á tað: – Tíggju av teimum, sum vóru við ímóti Eysturríki, vera eisini U-21 spælarar næsta ár. At vit við hesum spælarum stóðu okkum rímiliga væl ímóti Týsklandi, sum telist mill­um heimsins bestu, og síðani vóru óhepnir at tapa 1-0 ímóti Eystur­ríki er gott útgangsstøði. Hetta er ein stór avbjóðing At bæði A og U-21 landsliðini hava verið uttanlands í páskafrítíðini sæst aftur í venjingunum hjá lið­ unum, sum eiga flestar lands­liðs­ spæl­arar. Feløgini hava átt hesi um­boð á landsliðunum: HB (8), B36 (5), Víkingur (4), NSÍ (4), B68 (2), ÍF (1), KÍ (1) og AB (1). Tað eru altso tey fýra, sum seinnu árini hava myndað toppin í Effo-deildini, ið eiga flestar spæl­ arar. Hesaferð átti HB teir flestu. Jan C. Dam er venjari hjá HB, og hann sigur soleiðis: – Tað er ein heiður, at so nógvir av okkara umboða føðilandið. Men hetta er ein avbjóðing fyri venj­ing­ ina. U-21 landsliðið fór av landinum mána­dagin í síðstu viku og A-lands­ liðið skírisdag. Tí hava tað verið fáir og vant í HB. Harvið hava vit bara venjingina í gjárkvøldið og so venjingina í kvøld, har vit allir eru við í fyrireikingunum til sunnu­ dagin, sigur HB venjarin. Trýstið er á KÍ KÍ - SKÁLA ALEX TROLEIS sunnudagin kl. 15.00 Tað hevur oftast verið tætt, tá ið Skála hevur vitjað í Klaksvík. Í fyrra árið vann KÍ 1-0 og 3-0. Í 2008 LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Eftir sigurin á Liktinstein og tepra tapið í Eysturríki er tað trýst á teimum, sum siðstu tvær vikurnar hava havt betri fyritreytir at venja enn tey liðini, sum hava havt nógv fólk á landsliðnum Upptakt TEIR BESTU HAVA VANT LÍTIÐ