hósdagur 31. mars 2016síða 48
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. APRÍL 2016
SOSIALURIN 37
48
48
Gunvá við Keldu
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Vinnurekandi og býráðspolitikari – Bústaður: Ánirnar
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Eg havi altíð ynskt at verið sjálvstøðug vinnurekandi. Sum barn/ung vildi eg vera
seljari, hava ymisk umboð. At eg gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi innan grafisku
vinnuna, kom eitt sindur seinni og meiri av tilvild, at tað gjørdist júst tað økið
Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár?
At hava megnað enn eitt ár við góðari heilsu og kenna meg takksama.
Enda setningin: Føroyingar kunnu allir verða samdir um, at…
… vit eiga at vera takksom fyri at liva í einum av bestu londum í heiminum, men vit
eiga at gerast meiri sjálvbjargin bæði sum tjóð og einstaklingar. At vit seta eina æru
í at klára okkum sjálvi og skorða undir, so at tey, sum veruliga tørva, fáa hjálp.
Hvør er tín fyrimynd og hví?
Havi ikki bert eina. Haldi tað kann deilast upp í privat, andaligt og politiskt. Ígjøgnum
lívið havi eg møtt nógvum fólki, bæði í familjuni og fólki, eg havi umgingist, sum
oftast eldri enn eg, ið við sínum lívi, tosingarlag og verumáta hava verið fyrimyndir
á ymiskum økjum. Estersbók í Bíbliuni er “ævisøgan” um drotningina Ester, sum var
bæði djørv og vís, tveir eginleikar eg meti høgt, ein fyrimynd. Ævisøgur hava altíð
havt mín áhuga, havi lisið um nógv áhugaverd folk, ið hava nátt høgum málum í
lívinum, eitt nú politikararnir Golda Meir og Condoleezza Rice.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Abraham Lincoln segði, at fólk eru so eydnurík, sum tey seta sær fyri at vera. Haldi
tað er nakað um tað. Gransking vísir, at 50% av okkara eydnu er avgjørt í ílegunum,
10% er tilvildarligt, og 40% er hvussu tú velur at liva títt lív. Eydnan verður skapt
innaní, hvussu tú setur sjóneykuna á lívið. Vit kunnu ikki krevja av øðrum, at tey
skulu gera okkum eydnurík. Minni filosofiskt, er
eydnuríkt lív eisini, at tey, tú elskar, hava tað
gott, at tú hevur eitt gott starv og annars hevur
til dagin og vegin. Nøgdsemi hevur ein stóran
leiklut í einum eydnuríkum lívi
Um tú tordi, hevði tú…
… skrætt eitt ár úr kalendaranum og farið út í
heim at reika. Tað er bæði ein fíggjarligur og í
dag ein trygdarspurningur um at tora
Tað seinasta, tú hevur lært, er at…
… tað nyttar simpulten onki at irriterast
Um tú skuldi sungið ein sang í X Factor, hvønn
sang hevði tú valt?
L-O-V-E í versjónini hjá Nathalie Cole
Hvør er seinasta góða upplivingin hjá tær?
Eg havi havt nógvar góðar upplivingar, men haldi at
sleppa at vitja Grønland í september í fjør, var
ein so sera stór og serstøk uppliving
Tann støðuga ringa samvitskan
snýr seg um, at eg…
… makti ov illa at
stýra míni matgleði
BAKSÍÐAN
E
in dagin herfyri fór eg út at
leita eftir Himmiríki.
Eg fann tað ikki. Tað
var, skal eg skunda mær at
leggja afturat, í Keypmannahavn.
Men er Keypmannahavn, nei,
Danmark, ikki eitt stórt Himmiríki?
Hví so leita har?
Sama ger. Ein starvsfelagi var
í móðurlandinum. Afturkomin í
anneksið visti hann at siga, at ein
nýggj ølbarr er komin í Keypmanna
havn. Hon eitur, rætt gitt, Himmeriget.
Hana mátti eg royna. So eg
avstað til gongu í góðum hýri,
njórandi Gakk tú fram við
goðum treysti. Var vísur
í, at Himmeriget var á
Åboulevard 12. Helt meg
hava sæð tað á netinum.
Var so vísur, at eg kannaði
tað ikki aftur, áðrenn
eg legði frá landi í
Istedgade. Gekk og
gekk. Tað var í lagi,
veðrið var gott, og gott at ganga nógv
og langt, sigst.
Gekk og gekk. Jú, nú var eg so við
Åboulevard 12. Men har er einki
Himmiríkið ella ríki yvirhøvur.
Har er ein vínbarr, sum
kallast okkurt við 9, men
tað var ikki henni, eg
leitaði eftir.
Eg
g e k k
víðari nakrar
hundrað
metrar. So vendi eg við. Var sjálv
sagt ikki so snildur, at eg fór yvir um
breiða strætið at ganga hinumegin
inn aftur á Ráðhústorgið. Men eg sá
skeltini hinumegin. Tey eru nógv,
men á ongum stóð Himmeriget.
Nú gangi eg ikki við alfrøðini og
allari hugsandi samskiftistøkni uppi
á mær, havi bara eina vanliga sibba
telefon frá BR. So eg fekk ikki kekkað
har á staðnum, hví Himmeriget ikki
var í nummar 12, sum mín vitan segði
mær.
Eg gekk og gekk aftur á gistingar
húsið, har ein telda er til gestirnar at
brúka. Åboulevard 27. 27 ikki 12. Og
hinu megin strætið, sjálvandi.
Av stað aftur. Fínasta slag, nógv
rørsla. Nú bar til. Himmeriget var í
nummar 27, beint hinumegin, sum
eg vendi við fyrru ferðina.
Sigast skal, at skeltið er lítið, ger
ikki nógv um seg, sæst illa, Himmiríkið
er framvegis fyri tey eyðmjúku.
Nú var ein øl forbannað góð.
Hugnaligt stað, níggju kranar og so
dýrar øl, sera dýrar, so dýrar sum
fínasta vín. Tann dýrasta kostar
2.500 krónur. Men so er hon eisini 75
sentilitrar.
Hon eitur Millenium Gueuze, sum
belgiska bryggjaríið 3 Fonteinen
bryggjaði í 1998.
Stórt úrval, fekk tað til okkurt um
240 sløg í øllistanum.
Eg fann so Himmmiríkið í seinna
umfari. Kanska fann eg tað í fyrra
umfari, um eg hevði ein GPSara við
mær. Men heldur ikki GPS ber til at
líta á. Tí fekst prógv fyri nakrar dagar
seinni, tá vit eftir ein fund í Århus
koyrdu til ferjuna til Sælands.
Koyrdu vit eftir GPSaranum, ja,
so endaðu vit uttan fyri býin. Men
bilstjórin varnaðist so líðandi, at her
ruggaði ikki rætt. Hann koyrdi so
eftir skeltunum, sum søgdu Havn, til
vit sóu ferjuna og vóru har tríggjar
minuttir, áðrenn hon loysti. GPS, eg
meini tað.
Kranaølið í Himmiríkið var annars
gott og kostaði ikki meira enn aðra
staðni, kanska eitt sindur minni, so
har fór ein góð løta, áðrenn eg aftur
longdi mær lívið við einari gonguferð
í Keypmannahavn. Himmiríkið er ikki
einki verandi stað. Tað var Plan B.
Og nú eru eisini ølsnobbar, ikki
bara vínsnobbar. Men, sum skilst, ber
væl til hjá fólki at meta um og døma
eina øl, sum kostar 1500 krónur eftir
at hava drukkið eina, sum kostar 500
krónur, eina, sum kostar 400 krónur
og ivaleyst eisini eina, sum kostar 700
krónur.
Óført at vera so væl fyri. Har eri
eg ikki.
Men Plan B var, er og verður í
allar ølævir besta ølstaðið. Hølini eru
oyðin og tóm enn. Eg var við dyrnar,
tók húgvuna av, tagdi og mintist í
ein minutt. Tað geri eg hvørja ferð,
eg eri í Keypmannahavn. Her var
Himmiríkið. Her er stongt
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Til himmals uttan GPS