mikudagur 25. august 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 160 - 25. august 2004
Nr. 160 - 25. august 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Væntar kríggj við
Russland
Forsetin í Georgia, Mikhail Saakasjvili, sigur í sam-
røðu við franska blaðið Liberation, at tað georgiska
fólkið eigur at fyrireika seg til, at kríggj kann bresta á
ímillum Georgia og Russland.
Stríðið ímillum tey bæði londini snýr seg um lands-
partin Suðurossetia, sum er ein partur av Georgia, men
sum krevur sjálvsstýri. Saakasjvili sigur, at Russland
hevur sent hermenn til landspartin at hjálpa uppreistr-
armonnunum har, og at russiskir hermenn hava verið í
bardøgum við georgiskar hermenn.
Í síðstu viku kravdi georgiska tjóðartingið, at Russ-
land skal taka sínar hermenn úr Suðurossetia alt fyri
eitt. Saakasjvili heldur, at altjóða samfelagið eigur at
skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal avgera framtíðina
hjá landspartinum. Tí vit nærkast einum kríggi, sigur
hann við Liberation.
Verja oljupallar ímóti
yvirgangi
Myndugleikarnir í meksiko bera ótta fyri, at yvirgangs-
menn fara at søkja at landsins oljupallum, og tí hevur
stjórnin sett tvey herskip afturat at ansa eftir, at óvið-
komandi før ikki sleppa ov nær pallunum.
Umleið 80 prosent av meksikonsku oljuni kemur frá
pallum í Campeche-víkini við Meksikanska Flógvan,
og eftirlitið har er hert munandi síðani atsóknirnar at
USA fyri skjótt trimum árum síðani. Fleiri herskip
sigla í økinum, og harafturat eru jagaraflogfør og tyrlur
javnan á flogi uppi yvir pallunum. Herfyri keypti
Meksiko tvey smá herskip úr Ísrael, og tey eru nú send
út í Campeche-víkina at hava eftirlit við ferðsluni har.
Ein stórur partur av meksikonsku oljuni fer til amer-
ikanska marknaðin, og tí bera myndugleikarnir ótta
fyri, at yvirgangsmenn fara at royna at steðga útflutn-
inginum til USA.
Rok í Sao Paulo
Fólk í brasilska stórbýnum Sao Paulo eru í øðini, eftir
at vápnað harkalið hava beint fyri seks heimleysum
fólkum teir seinastu dagarnar.
Sambært BBC hava myndugleikarnir illgruna um, at
drápsmenninir hava samband við onkran rúsevnafel-
agsskap. Fimm av fólkunum vórðu skotin seinasta hós-
dag og tað sætta, ein ung kvinna, varð skotin sunnu-
kvøldið. Minst átta fólk eru særd.
Sunnudagin gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu
ímóti harðskapinum. Borgarstjórin í Sao Paulo, Marta
Suplicy, var ímillum mótmælisfólkini, og har heitti hon
á fólkið um at hjálpa teimum heimleysu býarbúgvun-
um. Sambært BBC sova fleiri hundrað fólk, teirra mill-
um kvinnur og børn, á gøtunum í Sao Paulu hvørja
nátt. Skilið er tað sama í Rio de Janeiro. Har vórðu
fleiri heimleys myrd í einum álopi í 1993. Seks menn
vórðu tiknir, og tríggir teirra vórðu dømdir fyri morð.
Funnu gomul
hermannalík
Eitt italskt bjargingarlið hevur funnið líkini av trimum
hermonnum hjá eysturríkska-ungarska herinum, sum
fullu í bardaga í teimum italsku Alpunum í 1918. Hetta
var út ímóti endanum á fyrra heimsbardaga.
Maurizio Vincenzi, sum hevur staðið fyri arbeiðinum
at leita eftir hermonnunum, sigur, at menninir fullu eftir
øllum at døma í einum samanbresti við italskar hermenn
tann 3. september í 1918. Samanbresturin var í næstan
4.000 metra hædd nærhendis sveisiska markinum. Eyst-
urríkararnir vunnu bardagan við italiumenninar hendan
dagin, men teir mistu ellivu menn, og hesir tríggir vóru
teirra millum, sigur Maurizio Vincenzi við AP.
Tey trý líkini hava ligið í ísinum í Alpunum øll tey 86
árini, og sambært italsku bjargingarmonnunum hevur
tað gjørt, at tey eru lítið farin. Kortini bleiv ikki roynt
at kanna, hvørjir menninir vóru, og líkini vórðu tí
jarðað í einum kirkjugarði í bygdini Peio í gjár.
Tøkniráðið í Danmark hev-
ur nú skrivað fleiri av teim-
um donsku kommununum
bræv, har ráðið mælir
kommununum til at hava
veðurlagsbroytingarnar í
huga, tá tær leggja fram-
tíðarætlanir.
Herfyri boðaðu danskir
granskarar frá, at vatnstøð-
an í havinum við Danmark
fer at hækka umleið ein
hálvan metur tey næstu
hundrað árini. Tað fer at
ávirka viðurskiftini í teim-
um kommununum, sum
liggja úti við sjógvin, og tí
vil tøkniráðið hava hesar
kommunurnar at hava hetta
í huga, tá tær leggja ætlanir
um útbyggingar í fram-
tíðini, skrivar Politiken.
Eitt nú fer broytingin at
hava stóra ávirkan á við-
urskiftini í nógvum donsk-
um havnum.
Tann kringsetti ir-
akski presturin Moqt-
ada al-Sadr fær størri
og størri undirtøku.
Samstundis harðna
atgerðirnar ímóti
irakska stýrinum
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hóast hann er kringsettur
saman við monnum sínum í
býnum Najaf, sýtir prestur-
in Moqtada al-Sadr fyri at
gevast
við
mótstøðuni
ímóti stýrinum í Bagdad og
hersetingarvaldinum. Sam-
stundis fær hann alt størri
og størri undirtøku aðra-
staðni í landinum.
Í gjár vóru stórar shia-
muslimskar
mótmælis-
gongur í býnum Basra har
suðuri í Irak. Reuter skriv-
ar, at nógvir av mótmælis-
monnunum vóru vápnaðir,
og teir kravdu, at USA skal
taka sínar hermenn úr
Najaf.
Nógvastaðni
stongdu mótmælismenninir
fleiri gøtur við brennandi
bildekkum, og irakska tjóð-
arhirðin aftraði seg við at
leggja uppí.
Nógv tann størsti part-
urin av fólkinum í Basra
eru shiamuslimar eins og
Moqtada al-Sadr, og sein-
astu dagarnar hava saman-
brestir verið javnan ímill-
um
viðhaldsmenn
hjá
prestinum og bretskar her-
menn, sum hava støð í
býnum.
Tvær morðroyndir
Samstundis harðna atgerð-
irnar ímóti irakska stýr-
inum.
Gjáramorgunin royndu
menn at beina fyri tveimum
ráðharrum. Fyrst brast ein
bilbumba tætt við bila-
fylgið hjá Sami al-Mud-
haffar, kenslumálaráðharra.
Ráðharrin skal óskalaður
frá álopinum, men tveir av
vaktarmonnum
hansara
doyðu, og trý onnur fólk
vórðu særd.
Lítla løtu seinni varð
roynt at beina fyri um-
hvørvismálaráðharranum,
Mishkat Moumin, tá ein
bumba brast tætt við bilin,
sum hon sat í. Sjálv fekk
hon ongan skaða, men
minst fýra av lívverjum
hennara doyðu av spreing-
ingini.
– Tíðin er búgvin til,
at USA fær eina
kvinnu til forseta, og
eg vóni, at tað verður
Hillary Clinton, sigur
fyrrverandi amerik-
anski uttanríkisráð-
harrin, Madeleine
Albright
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Tann dagur kemur, tá
USA fyri fyrstu ferð fær
eina kvinnu í forsetaem-
bætið. Vit hava sæð tað í
øðrum londum, og aðra-
staðni hava kvinnur verið
forsætisráðharrar. Men eg
veit, at tað er ikki lætt.
Madeleine Albright var
uttanríkisráðharri hjá Bill
Clinton í fýra ár, og tað
embætið gjørdist krúnan á
hennara langa politiska
lívið. Hon dylir ikki fyri, at
hon heldur nógv av Hillary
Clinton.
– Eg haldi, at Hillary
Clinton er ein av teimum
mest sermerktu politikar-
unum í dag, og eg vóni, at
hon ein dag verður amerik-
anskur forseti, sigur Al-
bright við norska blaðið
Aftenposten.
Sjálv veit hon ikki, at tað
fer at lukkast Hillary Clint-
on at gerast forseti. Al-
bright hevur kortini góðar
vónir. Hon vísir á, at fyrr-
verandi forsetakonan eru
ung enn, og at hon er í ferð
við at fáa sær politiskar
royndir. Hon situr í Senat-
inum, og eftir stuttari tíð
hevur hon strítt seg upp á
tær ovastu røkurnar í demo-
kratiska flokkinum, og hon
er ein kvinna, sum nógvir
amerikanarar hava virðing
fyri, sigur Madeleine Al-
bright.
Hon hevur valt at halda
seg uttan fyri valstríðið í ár,
men heldur, at John Kerry
hevur góðar møguleikar at
basa Bush, forseta.
– Hann hevur góðar
møguleikar, tí nógvir amer-
ikanarar vilja hava eina
broyting nú, sigur hon.
Danmark má fyrireika seg
til veðurlagsbroytingarnar
Al-Sadr fær størri undirtøku
Hon verður einaferð
forseti í USA
Hillary Clinton kann gerast
tann fyrsta kvinnan í amer-
ikanska forsetaembætinum,
heldur Madeleine Albright
Túsundtals shiamuslimar
gingu í gjár kravgongu í
irakska býnum Basra. Teir
kravdu, at amerikanararnir
skulu taka seg úr heilaga
býnum Najaf
Partur av summar-
tiltaki, sum Sanda-
vágs Ítróttarfelag
skipaði fyri í Sanda-
vági leygardagin, var
fjallarenning, har
runnið var úr Sanda-
vági niðan á Húsafelli
og omanaftur
RENNING
Edvard Joensen
Sandavági: Vinnarin rann
teinin upp á 40 minuttir og
20 sekund. Húsafelli er 591
metrar høgt.
17 luttakarar fullførdu
túrin. Ein gavst rættiliga
skjótt eftir byrjan.
Hóast titltakið varð nevnt
renning, vóru kortini fleiri,
ið tóku túrin sum ein van-
ligan motiónstúr og brúktu
heldur longri tíð enn vinn-
arin. Kappast varð um eina
flogferð, so okkurt var hjá
teimum fyrstu at renna
eftir. Og tætt var í oddinum.
15 sekund millum nummar
eitt og nummar tvey, og so
10 sekund niður til nummar
trý.
Elsti luttakarin í tiltakin-
um var 68 ára gamal, og
tann yngsti var 10 ár. Teir
brúktu ávikavist ein tíma
og 30 minuttir og ein tíma
og tríggjar minuttir um
túrin.
Vinnari av renningini
gjørdist ungi kollfirðing-
urin Jóan Karl Joensen,
sum í summar hevur roynst
rættiliga væl í rennikapp-
ingunum, sum verið hava.
Hann brúkti 40.20 min. um
túrin. Allan Nielsen úr
Sandavági hevði tíðina
40.35, og Edgar Caballero
úr Paraguay hevði 40.45
min. um at koma niðan á
Húsafelli og aftur.
Tíðindastjórin í
TV2 heldur uppá, at
eingir embætis-
menn hava verið
orsøk til søguna um
føroysku og donsku
fiskimenninar, sum
fekk Fiskimanna-
felagið at kæra
støðina til Presse-
nævnet
TV2
Edvard Joensen
Tíðindastjórin á TV2,
Michael Hertz, ásannar,
at tað var rættiliga illa
umhugsað av TV2 at
senda innslagið, sum
varð orsøk til kæruna frá
Føroya Fiskimannafelag.
Men eingir embætis-
menn hava borið við til
hetta bálið, sigur hann.
– Tað er greitt, at vit
hava ikki gjørt okkara
arbeiði nóg væl, sigur
hann. Har eru so ógvu-
liga nógvir leysir endar í
søguni, sum vit als ikki
hava kannað. Og tað er
bara ikki nóg gott arbeiði
frá okkara síðu, ásannar
hann.
Sæð í baksýni er lætt at
siga, viðgongur hann, at
skipaninar, vit tosa um,
líkjast ikki. Har eru
nógvar torgreiddar regl-
ur, og fyri føroyska part-
in er bert talan um ein
heilt lítlan part av fiski-
monnunum.
Spurdur um tað er so,
sum formaður Føroya
Fiskimannafelags hevur
hug at halda, at keldan til
søguna eru fólk, sum
vóru á ráðstevnu um
blokkstuð-ulin, ið hildin
varð á Christiansborg,
sigur Michael Hertz, at
eingin
embætismaður
hevur borið við til hetta
bálið.
– Vit hildu okkum hava
funnið eina góða søgu,
sum vit valdu at senda.
Aftan á hava vit í ólukku-
mát sannað, at søgan var
ikki nóg væl útborin. Tað
er ikki av ræðslu fyri
Pressenævnet, at vit hava
rættað hana. Men bert tí,
at vit hava ásannað, at
hon var ikki røtt, sigur
hann.
Hann sigur, at tann
parturin av málinum, har
Kristian Thuelsen Dahl
frá Dansk Folkeparti
hevur tikið málið upp
politiskt, hevur einki við
innslagið hjá TV2 at
gera.
Hann
hevði
undan
hesum innslagnum sett
fíggjarmálaráðharranum
nakrar spurningar, og tí
valdu vit at gera eina
samrøðu við hann, sigur
Michael Hertz, tíðinda-
stjóri í TV2.
Eingir embætis-
menn uppií
Fjallarenning
Rennararnir høvdu ikki stundir at njóta frálíka útsýnið av Húsafelli
Mynd: Edvard Joensen
Norðurlendskur ársfundur
um ferðslutrygd var um
vikuskiftið í Reykjavík.
Ymisk viðurskifti vórðu
havd á lofti, millum annað
rúsdrekkakoyring. Norður-
lendska Ferðslutrygdarráð-
ið óttast øktu rúsdrekka-
koyringina í Norðurlond-
um.
- Ferðslutrygdin í Norður-
londum hevur verið í stór-
ari framgongd seinastu
árini, men tað at fólk koyra
ávirkað ger, at framgongd-
in ikki er so stór, sum hon
kundi verið. Tað er eyðsæð,
at samband er í millum rús-
drekkakoyring og fallandi
prísir á rúsdrekka, og at tað
er lættari at fáa hendur á tí,
stendur at lesa í yvirlýsing
frá Norðurlendska Ferðslu-
trygdarráðnum.
Víst verður á, at rús-
drekkakoyringin er ikki
bert ein spurningur um
ferðslutrygd, men at tað
eisini er ein samfelags-
spurningur.
-Vanligu
upplýsingar-
átøkini kunnu missa ávirk-
an, um aðrar kreftir í sam-
felagnum beinleiðis, ella
óbeinleiðis eru við til at
økja um misnýtsluna av
rúsdrekka, sigur Norður-
lendska Ferðslutrygdarráð-
ið í yvirlýsingini.
Norðmenn leggja nógva
orku í at tryggja vælferðina
hjá komandi norskum ætt-
arliðum. Eitt lið í hesi ætl-
an er tann ovurstóri olju-
grunnurin, sum er nógv
vaksin í øðrum ársfjórð-
ingi. Ognin var 915 milli-
ardir norskar krónur í fyrsta
ársfjórðingi í ár, men í
seinna var ognin vaksin til
943
milliardir
norskar
krónur. Tað eru hækkandi
oljuprísirnir, sum eru orsøk
til stóra vøksturin í norska
oljugrunninum.
Økt rúsdrekkakoyring
í Norðurlondum
Ríkir norðmenn
Altjóða oljumessan ONS
byrjaði í Stavanger í gjár,
og í tí sambandi lat før-
oyski básurin við millum
annað Atlantic Airways
upp. Norski kongurin og
drotningin boðaðu frá, at
tey komu á stutta vitjan.
Tað var Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
við
vinnumálum,
sum
tók
ímóti
teimum
norsku
kongligu. Oljumessan er
liðug
fríggjadagin,
og
kvøldið fyri syngur Eivør
Pálsdóttir fyri oljufólki.
Kongur og drotning
vitjaðu føroyingar
Poul Mohr og Haraldur
kongu.jpg: Haraldur kongur
til vinstru hevur áður hitt
føroyingar
Eitt grønlendskt ferðalag við politikarum, vinnulívsfólki
og embætisfólki hevur júst verið í Føroyum og kunnað seg
um landið. Stjórin í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum
var væl nøgdur við ferðina.
-– Vit kunnu læra nógv av føroyskum loysnum, sigur
Ole Rud, stjóri í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum,
við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Tað er Vinnuhúsið, sum hevur lagt ferðina hjá grønlend-
ingunum til rættis. Skipað varð fyri kjaki, fyrilestrum og
virkisvitjanum.
Olja var farin á sjógv mánakvøldið klokkan 18:00 frá
einum russara á fjørðinum uttanfyri Havnina. Oljan varð
tikin upp beinanvegin. Ein bót verður skrivað antin til
veitara ella móttakara, men alt eftir hvør hevur ábyrgdina
av spillinum.
Ein bátur við einum manni umborð var týsdagin ávegis til
Nólsoyar av Strondum, men hesin kom ikki fram til tíðina.
Tórshavn Radio sendi út boð um hetta, og bátar í økinum
byrjaðu at leita, men onki varð funnið.
Seinni um dagin fann løgreglan bæði bát og mann í
Tórshavnar havn. Bátur og maður vóru í góðum standi,
men maðurin hevði siglt fullur. Hann verður nú ákærdur
fyri brot á sjólógina.
Roknskapurin hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag
P/F er almannakunngjørdur, og hann vísir eitt hall á
298.000 krónur. Hetta skrivar heimasíðan hjá Føroya
Sparikassa. Kaupthing sigur í tíðindaskrivi, at úrslitið er
ikki nøktandi.
– Men nógv virksemi hevur verið í felagnum og alt
bendir á, at seinna hálvár verður munandi betri, stendur at
lesa.
Føroya Sparikassi eigur stóran part av Kaupthing í
Føroyum. Føroyski bankin eigur 49 prosent av íslendska
felagnum.
Læra nógv av føroyingum
Olja á sjógv
Bátur við manni ikki
at finna
Kaupthing hevði hall
C
M
Y
K
3
2