mánadagur 4. apríl 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Beatles í SMS og í
Sjónleikarahúsinum
T
eir gjørdust kendir kring allan
heimin, og neyvan nakrantíð
áður og heldur ikki síðani hevur
nakar tónleikabólkur verður so nógv
fagnaður, sum The Beatles vóru í
sekstiárunum. Tá ið teir vóru á ferð
kring knøttin, blivu teir at kalla á hvørj
um einasta flogvølli, har teir lendu,
møttir av fleiri túsundtals fjepparum,
sum stóðu og skríggjaðu og grótu
eftir hetjum sínum úr Liverpool.
Nógvir fjepparar í Føroyum
Eisini í Føroyum vóru og eru framvegis
nógvir Beatles-fjepparar, og hetta eru
fólk í øllum aldri – eisini fólk, sum ikki
vóru fødd, tá ið Beatles-fepurin var í
hæddini.
Í SMS hava tey tikið stig til eitt stórt
Beatles-tiltak alla hesa vikuna. Her
verður talan um eina sanna Beatles-
viku í SMS við forvitnisligum tiltøkum
og konsertum allar gerandisdagarnar.
Fleiri Beatles-serfrøðingar fara at
greiða frá ymiskum Beatles-útgávum
og tónleikarar fara at spæla tónleik av
ymsu útgávunum.
Hvør dagur hevur fingið navn eftir
einum av kendastu sangunum hjá
The Beatles. Mánadagurin, altso í
dag, eitur tildømis Hey Jude, og í dag
fer danski Beatles-serfrøðingurin,
Per Wium, at fortelja eitt sindur um
legendariska enska bólkin. Per Wium
er helst tann persónur í danska
kongaríkinum, sum hevur størst kunn
leika til søguna hjá The Beatles.
Skráin sæst fyri alla vikuna sæst
annars á næstu síðu.
Leygarkvøldið
verður serstakt
Tiltakið í SMS endar seinnapartin
leygardagin, men tað merkir tó ikki at
serstaka Beatles-vikan endar seinna
partin leygardagin, tí leygarkvøldið
verður skipað fyri eini heilt serligari
Beatles-fagnaðarkonsert í Sjónleik
arahúsinum.
Í sekstiárunum, tá ið The Beatles
var í hæddini, var stóra dansistaðið í
Havn uttan iva Sjónleikarahúsið.
Fleiri kvøld um vikuna var fullsettur
dansisalur í Sjónleikarahúsinum, og
allir teir bestu dansibólkarnir í Før
oyum um hetta mundi spældu til
dans. Millum teir kendastu av hesum
vóru ivaleyst Faroe Boys og Goggan,
men eisini aðrir kendir bólkar vóru
javnan á palli í Sjónleikarahúsinum.
Ein annar bólkur, sum eisini spældi
í Sjónleikarahúsinum var bólkurin
Thunderbirds úr Vestmanna, sum tá
var mannaður við heilt ungum dreingj
um. Thunderbirds verður eisini við á
konsertini leygarkvøldið.
Nakað serligt at spæla
í Sjónleikarahúsinum
Ein av upprunaligu limunum í Thund
erbirds er Øssur Christiansen. Hann
var við Thunderbirds frá byrjan, og
hann verður sjálvsagt eisini við á kon-
sertini leygarkvøldið.
– Hetta verður øgiliga stuttligt. Vit
spældu til dans í Sjónleikarahúsinum,
tá ið Faroe Boys góvust. Tá vóru tað
líkasum vit og Cream Crackers, ið tóku
yvir, greiðir Øssur Christiansen frá.
Hann sigur, at teir spældu ikki so
leingi í Sjónleikarahúsinum í seksti
árunum, tí teir gjørdust meiri ella
minni fastur bólkur í Losjuni.
– Men vit hava eisini spælt nógv
aðrastaðnis. Eitt nú spældu vit til
fyrsta dansin, sum var í Havnar
Klubba, eftir at hann var umbygdur,
greiðir Øssur Christiansen frá.
Tó heldur Øssur Christiansen, at
tað var nakað heilt serligt at spæla í
Sjónleikarahúsinum.
– Tað var eitt serligt umhvørvi at
spæla í Sjónleikarahúsinum. Sum
oftast bleivst tú kroystur í ein krók
við ljóðførunum hjá tær, men í Sjón
leikarahúsinum stóðst tú uppi á
hesum stóra pallinum og sá oman yvir
fjøldina, so tað var nakað heilt serligt,
sigur hann.
Upprunaliga manningin
spælir leygarkvøldið
Spurdur um tað er sama manning í
Thunderbirds, sum spældi í seksti
árunum, sum fer at spæla leygar
kvøldið, sigur Øssur Christiansen, at
tað er tað.
– Tað eru vit fýra Tróndur Streym
oy, Jóan Magnus Olsen, Jógvan Páll
Johannesen og eg sjálvur, sum upp
runaliga vóru við í bólkinum, og sum
fara at spæla leygarkvøldið. Men
so fáa vit eisini tveir aðrar mans við
afturat. Tað eru Gunnar Streymoy og
Gulakur Zachariassen, sigur Øssur
Christiansen.
Hann greiðir frá, at tá ið teir
blivu bidnir um at spæla til Beatles-
konsertina í Sjónleikarahúsinum, vóru
teir ikki í iva um, at teir skuldu taka av.
– Einaferð poppari – altíð poppari,
plagar man at siga. Tað fer ordiliga at
kitla í búkinum, tá man fær ein slíkan
fyrispurning, og vit plagdur altíð at
spæla nógv løg hjá The Beatles, sigur
hann.
Øssur Christiansen sigur, at teir
í Thunderbirds eru farnir í holt við
venjingina fram móti stóra dansitil
takinum, og teir eru ótrúliga spentir
uppá at fara á pallin í Sjónleikarahús
inum aftur.
Ivaleyst best kendi tónleikabólkurin
nakrantíð, The Beatles, verður nú settir
á breddan í Havn alla hesa vikuna. Allar
gerandisdagarnar verða The Beatles
tiltøk á Torginum í SMS, og leygarkvøldið
verður skipað fyri stórslignari Beatles-
fagnaðarkonsert í Sjónleikarahúsinum
Serfrøði í innrætting
og goymslu
Vit hjálpa tær við
røttu loysnini
EXPERT
S
k
j
ó
t
i
h
u
r
ð
a
r
o
g
i
n
n
r
æ
t
t
i
n
g
G
ó
ð
k
e
n
t
E
l
f
a
-
u
m
b
o
ð
The Beatles eru ivaleyst størsti tónleikabólkur
í heiminum nakrantíð
Thunderbirds á palli í Sjónleikarahúsinum í sekstiárunum.
Leygarkvøldið fara teir aftur á pall í Sjónleikarahúsinum