Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 4. APRÍL 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ TRIMUM ORÐUM: Optimist, rationalist, teldunørdur HVAT MERKI ER BILUR TÍN? Opel Zafira HVAT MERKI ER TELEFON TÍN? Apple HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR­ FRÍTÍÐARUPPLIVING? Fyri uml. 20 árum í Marmaris, Turkaland saman við vinmonnunum HVAT ORÐ ELLA HVØNN SETNING NÝTIR TÚ OFTAST? Eg skal bara líka.... HVØRJUM HYGGUR TÚ AT HJÁ HINUM KYNINUM? Andliti og verumáta annars HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG? At njóta eina góða coulottusteik saman við familjuni HVAT STRESSAR TEG? Tá ov nógvir teldutrupulleikar koma samstundis HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR? Ræst kjøt HVAT GLEÐIR TEG? Hava feriu saman við familjuni HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ, SUM TÚ FEKST UPPFYLT? Fingu ein son fyri 5 árum síðani HVAR ARBEIÐIR TÚ? Sjálvstøðugur teldumaður HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA INNAN JÚST HESA VINNU ELLA ØKI? Havi altíð verið teldunørdur, so hetta var eitt natúrligt val HVØR ER STUTTLIGASTA UPPLIVING TÍN Í STARVINUM Tá man arbeiðir sum teldumaður er tað ikki nøkur løta, sum er beinleiðis stuttlig HVØRJUM TÓNLEIKI LURTAR TÚ EFTIR? Sera blanda. Frá populerum popptónleiki til Metallica og Rammstein HVAT ER BESTA UPPFINNINGIN OG HVÍ? Teldan og Internetið. Ongin grund til at forklára hví :-) HVAT ER BESTA ÍLØGAN, TÚ HEVUR GJØRT? Tá vit avgjørdu at flyta til Hvalbiar HVAT ER TÍTT BESTA HEIMARÁÐ? Alt fæst á ebay.com HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR? Ein hund og eina kettu HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN EINA MILLIÓN? Keypt ein Tesla EL-bil HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ VANN TÍGGJU MILLIÓNIR? Farið á pensión OG keypt ein Tesla EL-bil HVAT ER BEST VIÐ FØROYUM OG HVÍ? Her er »tempoið« meira seint og meira avslappað. Minni stress og betri hjá barnafamiljum HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR? Í Hvalba framman fyri telduni Poul Laust Christiansen STÓLURIN Í STÓLINUM HESA VIKUNA So koyrir tað bara ... Gott at búgva í Hvalba