Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 160 - 25. august 2004 Nr. 160 - 25. august 2004 5 Leygardagin heldur Verka- og Veiði- mannafylkingin í Norðuratlantshavi ársfund í Føroyum ÀRSFUNDUR Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin verður árs- fundurin hjá felagsskapin- um hjá fiski- og veiði- monnum í útnorði. Hesuferð verður fundurin á hotellinum á Eiði. Tað er Verka- og veiði- mannafylkingin í Norður- atlantshavi, stytt VM, sum talan er um. Hetta er felagsskapur, har fiski- og veiðimenn í Før- oyum, Ìslandi og Grønlandi eru limir. Í Føroyum eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Handverkarafelag, limir. Dagliga verður felags- skapurin stýrdur av eini samskiftisnevnd við einum umboði úr hvørjum landi og í seinastuni er tað Inge- borg Vinther, forkvinna á Føroya Arbeiðarafelag, sum hevur umboðað Føroy- ar í nevndini. Men á ársfundinum eru fleiri umboð enn so við úr hvørjum landið. Á ársfund- inum eru Føroyar umboð- aðar við fýra umboðum frá Føroya Arbeiðarafelag, trimum umboðum fyri Føroya Fiskimannafelag og trimum umboðum fyri Føroya Handverkarafelag. Úr Íslandi koma fimm um- boð og úr Grønlandi koma trý við á ársfundin. À ársfundinum er ætlanin at tosa um felags viðurskifti og har fara umboðini úr teimum ymsu londunum eisini at greiða hinum lond- unum frá støðuni á arbeiðs- marknaðinum í teimum einstøku londunum. Ein stórur partur av fund- inum snýr seg eyðsæð um fiskivinnuna, tí hon hevur alstóran týdning í øllum trimum londunum. Føroya Arbeiðara- felag heldur, at kjakið um útlendsk ítróttar- fólk í Føroyum, er farið heilt av sporinum ÚTLENDINGAMÁLIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú má landsstýrið ikki slaka meiri í málinum um útlendsk ítróttarfólk í Før- oyum. Tað sigur Ingeborg Vinther. Forkvinnan í Føroya Ar- beiðarafelag sigur, at tey kundu góðtaka treytirnar, sum innlendismálaráðið hevði sett føroysku feløg- unum fyri at fáa útendsk ítróttarfólk at spæla. Treytirnar vóru, at feløg- ini skulu sjálvi betala útlendsku ítróttarfólkunum 52% av eini arbeiðaraløn. Restina, 48%, kunnu tey forvinna hjá øðrum ar- beiðsgevarum. – Hetta var ein áseting, sum vit kundu góðtaka, sig- ur Ingeborg Vinther. Men nú vísir tað seg, at landsstýrið er framvegis undir hørðum trýsti fyri at linka treytirnar, so at ítrótt- arfeløgini sleppa bíligari og so at útlendsk ítróttarfólk í størri mun kunnu hava van- ligt arbeiði afturat ítróttin- um. Men Ingeborg Vinther sigur, at nú kann ikki slak- ast meiri. – Eg vóni ikki at lands- stýrið fer at slaka meiri tí so var líka frægt at tað als onki gjørdi men bara læt standa til, sigur hon. Hon sigur, at fer lands- stýrið at slaka meir, verður Føroya Arbeiðarafelag noytt til at taka málið upp av nýggjum. Farið heilt av sporinum Annars heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, at spurningurin um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, er farið heilt av sporinum. – Eg skilji onki av málin- um longur, tí nú er tað farið at snúgva seg um nakað heilt annað enn tað sum tað í veruleikanum snýr seg um, sigur hon. – Hetta snýr seg ikki bara um rættindini hjá føroysk- um ítróttarfeløgum at fáa útlendskar leikarar. – Hetta snýr seg sanniliga eisini um, at útlendingar taka arbeiði frá arbeiðsleys- um føroyingum og tað kann ikki bera til. Og í allarstørsta mun er talan um vanligt, tímalønt arbeiði. – Tað er arbeiðsloysi í Føroyum og tað kann ikki bera til, at útlendsk ítróttar- fólk skulu fáa arbeiði fram- um arbeiðsleysar føroying- ar. Ingeborg Vinther sigur, at tey hava nógv dømi um, at útlendsk ítróttarfólk fáa arbeiði á føroyskum virkj- um framum føroyingar, sum sostatt mugu ganga arbeiðsleysir. – Tað skerst altso ikki burtur, at í mongum førum hava útlendsk ítróttarfólk størri rættindi á føroyska arbeiðsmarknaðinum enn føroyingar hava. Teir verða bidnir til arbeiðis framum føroyingar og kunnu fara úr arbeiði til venjingar og til dyst, akkurát, sum teimum lystir. Samnstundis góðtek- ur arbeiðsgevarin ikki, at føroyingar ikki kunnu ar- beiða yvir av ymsum orsøkum, kanska tí at tey mugu vera heima hjá børn- um. Tað hevur Føroya Ar- beiðarafelag ein hóp av klagum um. – Tað er ikki av ongum, at vit hava reist málið, sigur hon. Ingeborg Vinther sigur, at hetta kann ikki vera mein- ingin, samstundis sum einir 1.400 føroysk arbeiðsfólk ganga heilt ella partvís arbeiðsleys. – Tað var hetta, sum vit heitti á landsstýrið um at fáa skil á, og onki annað! Ómøguligt við sakligum kjaki Hinvegin heldur hon eisini, at tað vísir seg at vera heilt ómøguligt at fáa eitt sakligt orðaskifti um hesi viður- skiftini. – Tey, sum hava dittað sær at muta ímóti hesum óskilinum og vilja hava greið viðurskifti á økinum, verða skýrd rasistar og tað, sum verri er, enntá lands- stýrismaðurin sjálvur. – Undir slíkum treytum ber ikki til at hava eitt sakligt orðaskifti. Men Ingeborg Vinther heldur fast um, at Føroya Arbeiðarafelag vil hava skil á hesum viðurskiftunum og verður landsstýrið trýst til at slaka meir, fer felagið at taka málið uppaftur, tí so endar alt aftur í sama óskil- inum og tað vil Føroya Ar- beiðarafelag ikki góðtaka. Mugu ikki slaka í málinum um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum Fiskimenn og veiðimenn á árs- fund í Føroyum – Tað kann ikki vera meiningin, at útlendsk arbeiðsfólk verða tikin framum arbeiðsleysar føroyingar, men tað er heilt vanligt, sigur Ingeborg Vinther. Myndin er tilvildarlig Ingeborg Vinther umboðar Føroyar í samskiftisnevndini í Verka- og Veiðimannafylkingini í Norðuratlantshavi – Høgguslokka- vertíðin royndist illa seinasta vetur. Lítið var at fáa, og bátarnir royndu til langt út á várið. Vit keypa agn í kapping við eitt nú skipini, sum veiða tunfisk, og tá ið kapp- ingin gjørdist so stór, reyk prísurin eisini upp, siga tey á P/F Kambi á Strondum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrr í ár noyddist P/F Kambur at boða skipum og bátum, sum regluliga keypa agn á Strondum, frá, at høgguslokkurin var farin at ganga undan. – Vit lótu skip og bátar vita, at neyðugt fór at vera at skamta høgguslokkin fyri at fáa hann at røkka, til høgguslokkur fekst aftur. Alternativið var at gera sum aðrir og selja, til agnið var uppi. Tá høvdu teir, sum fiska væl, keypt størstu nøgdirnar, meðan aðrir høvdu verið fyri van- býti, siga tey á Kambi. Vignaðist illa Tá ið felagið aftur fekk nýggja sending av høggu- slokki umleið hálvan mai, var hesin vorðin nógv dýr- ari at keypa, tí veiðan eftir høgguslokki vignaðist so illa seinasta vetur. – Agnið er nú dýrari, men hinvegin vænta vit, at nóg mikið verður av høggu- slokki restina av hesum árinum. Á Kambi siga tey, at høgguslokkavertíðin við Falklandsoyggjarnar roynd- ist illa seinasta vetur. – Veiðan er vanliga í desember, januar og febru- ar, men við tað, at so lítið var at fáa, dróg vertíðin út, soleiðis at roynt varð heilt út í apríl mánaða. Hetta førdi til, at long tíð gekk, áðrenn Kambur fekk nýggja sending av høggu- slokki. – Vit keypa agn í kapping við eitt nú skipini, sum veiða tunfisk, og tá ið kappingin um høgguslokk- in gjørdist so stór, reyk prísurin eisini upp, siga tey á Strondum. Størri høgguslokkur Spurdur, um høgguslokk- urin ikki er størri í ár, tá ið vertíðin við Falklands- oyggjarnar gjørdist so long, siga tey: – Jú, hann er størri, enn hann hevur verið seinastu árini. Onkur stødd er so mikið stór, at til ber at klúgva høgguslokkin í tvey, soleiðis at hann verður drúgvari. Men samstundis verður eisini meira arbeiði av honum. Á Strondum siga tey, at orsøkin til vánaliga fiski- skapin við Falklandsoyggj- arnar síðsta vetur var, at streymviðurskiftini háttaðu sær øðrvísi enn vanligt, og tí rak yngulið samstundis øðrvísi enn vanligt. P/F Kambur á Strondum selir høgguslokk, makrel, sild, kúfisk og nebbasild. Tá ið teir, sum selja agn til línuflotan, fingu nýggja sending av høgguslokki fyrr í ár, reyk prísurin úr 10 krónum fyri kilo, upp í 16 krónur. Hækkaði prísurin hevur ført til, at skipini egna minni av høgguslokki nú enn áður FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið útboðið minkar, hækkar prísurin. Tað er hetta, sum er gald- andi fyri høgguslokkin, sum fyri 3-4 mánaðum síð- an fór úr umleið 10 krónum fyri kilo upp í 16 krónur fyri kilo. Hetta er ein stór øking í prísi hjá einum flota, sum hevur havt mink- andi inntøkur orsakað av nógv slakari fiskiskapi og lægri fiskaprísum. Í Klaksvík, har nógv línuskip eru, keypa fleiri agnið hjá P/F Kambi á Strondum, meðan aðrir keypa agnið hjá P/F Kósini. Torleif Sigurðsson, sum er reiðari á línuskipunum, Pison og Kvikki, sigur, at teir keypa agnið á Kósini, tí hann heldur, at hetta fyri teir er praktiskari. Hann sigur tó, at P/F Kambur er ein góður, støð- ugur og álitisfullur útvegari av agni, sum hevur eina góða tænastu. Minni útboð Torleif sigur, at útboðið av høgguslokki í ár hevur verið lítið, tí fiskiskapurin eftir høgguslokki við Falk- landsoyggjarnar hevur svikið. Sostatt var høggu- slokkur vorðin ein mangul- vøra. – Sum vit hava skilt, hev- ur tað verið torført hjá út- vegarum at fingið fatur á høgguslokki, og tá ið nýggj sending kom fyri einum 3-4 mánaðum síðan, fór prísur- in upp við einum seks krón- um fyri kilo, úr umleið 10 krónum upp í 16! P/F Kambur fekk fyrr hendur á høgguslokki enn Kósin, sum ikki altíð hevur havt høgguslokk á goymslu. Hann sigur, at P/F Kamb- ur hevur skamtað søluna av høgguslokki, tá ið goymsl- an var minkandi, soleiðis at skipini ikki altíð fingu tað, tey bóðu um. – Hetta gjørdu teir fyri at fáa høgguslokkin at røkka, sigur hann. Sum skilst á Torleifi, hevur Kósin eitt nú keypt sild og makrel frá Norð- borg. – Men Kósin hevur leingi ongan høgguslokk havt, til felagið nú fekk hendur á høgguslokki aftur. Í fyrsta lagi fingu teir 100 tons og skuldu síðan fáa 100 tons aftrat, men eg haldi ikki, at tey seinnu 100 tonsini eru komin. Reiðarin ásannar, at tað er P/F Kambur, sum hevur tryggjað línuflotanum agn. Teir hava skipaði viður- skifti og hava verið trúfastir sum útvegarar av agni. – Nú Kambur fyrst fekk nýggjan høgguslokk og seinni Kósin, fór prísurin uppá 16 krónur fyri kilo, sigur hann. Torleif sigur, at tann smái høgguslokkurin roynist drúgvari enn hin stóri, og hann hevur skilt, at høggu- slokkurin hjá Kósini er smærri enn tann, ið Kamb- ur selir í løtuni. 6-7 tons av agni Reiðarin veit at siga, at ein línubátur brúkar eini 6-7 tons av agni til ein vanligan línutúr, sum er einar 8-9 setur, og tað svarar til einar 50.000 krónur. – Skipini, eg eri reiðari á, hava egnt ógvuliga lítið av høgguslokki í summar, men tey hava altíð høgguslokk umborð. Hann heldur, at Pison og Kvikk í seinastuni hava havt minni enn eitt tons av høgguslokki við, tá ið tey byrja nýggjan túr. – Orsøkin til, at vit hava so lítið av høgguslokki við, er partvís, at hann er so dýrur, og haraftrat hava teir heldur ikki latið so væl at honum. Reiðarin sigur, at Pison og Kvik mest egna makrel og nakað av sild. – Tá ið makrelurin er passaligur í stødd, verður hann klovin, og tá er hann eisini drúgvari, sigur Tor- leif Sigurðsson. Tað er dýrari at egna línurnar – Orsøkin til, at vit hava so lítið av høgguslokki við, er partvís, at hann er so dýrur, og haraftrat hava teir heldur ikki latið so væl at honum, sigur Torleif Sigurðsson, reiðari Nú er nóg mikið av høgguslokki Høgguslokkavertíðin vignaðist illa síðsta vetur, og tí gjørdist agnið so dýrt, tá ið ein nýggj sending kom C M Y K 5 4