mánadagur 4. apríl 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
Í
Húsavíkar kommunu eru bygdirnar,
Húsavík,
Dalur,
Djúpidalur
og
Skarvanes.
Hin 1. februar í ár var samlaða
fólkatalið í kommununi 116, sum er
trý færri enn somu tíð árið fyri. Hetta
svarar til eina minking á 2,5 prosent
eftir einum ári.
Borgarstjóri í Húsavíkar kommunu
er Jákup Martin Sørensen, ið dagliga
arbeiðir sum timburmeistari, har hann
altíð hevur nóg mikið at takast við.
Søga og sagnir
Bygdirnar í kommununi eru gamlar,
og hin elsta er helst Húsavík, sum í
miðøldini varð hart rakt av Sóttini
Svørtu, sum herjaði í Føroyum.
Dalur, sum er syðsta bygdin í
Sandoynni og sum seint í tíðini fekk
vegasamband, er eisini gomul bygd.
Í báðum hesum bygdum liva nógvar
søgur og sagnir.
Ungmannafelagið Sólarris í Húsa
vík varð stovnað í 1943 og eigur
felagshús, og fyrst í sjeytiárunum varð
dansifelag stovnað í Dali. Stígum Fast,
sum dansifelagið eitur, eigur eisini
felagshúsið, ið kallast Eiriksgarður.
Bæði Sólarris og Eiriksgarður
kunnu leigast út til bólkar.
Kirkjan í Húsavík er vígd í 1863, og
kirkjan í Dali er vígd í 1957.
Í bygdunum í Húsavíkar kommunu
eru søgulig støð at vitja, sum Kunn
ingarstovan í Sandoynni – visitsandoy.
fo – veit um at siga.
Djóradagur í Húsavík
Seinastu árini hevur verið skipað fyri
einum árligum djóradegi í Húsavík,
sum í ár verður hildin leygardagin 14.
mai – ella leygardagin fyri hvítusunnu.
Hetta er ein sera hugnaligur dagur
í Húsavík, har høvi er hjá familjum við
børnum at síggja mong ymisk djór og
flogfena eins og livandi fiskar, krabbar
og skeljar í kørum, sum verða sett
upp.
Alt gongur fyri seg kring ung
mannahúsið og á gamla vøllinum. Alt
eftir, hvussu veðrið lagar seg henda
dagin, liggur eisini stóri sandurin opin
sum eitt stórt spælipláss.
Djóradagin verður vøllurin fullur
av djórum, flogfenaði og kørum við
fiskum, krabbum og skeljum.
Her verður eisini ponyríðing, og
høvi verður soleiðis hjá familjum at
ganga og hugna sær allan seinna
partin.
Hetta er eitt forvitnisligt tiltak,
sum ikki kostar tað stóra hjá teimum
vitjandi, og høvi verður eisini at keypa
sær okkurt etandi av grillini, sum
verður tendrað.
Tað eru djór og flogfenaður úr
nærumhvørvinum, sum verður við á
djóradegum, men farið verður eisini
norður um Skopunarfjørð eftir onkrum
forvitnisligum.
Í fjør var eitt nú kendi tarvskálvurin
– Freddy úr Kirkjubø – við á djóra
degnum í Húsavík, og okkurt árið hev
ur onkur lama verið við.
Sandoyarstevna í Húsavík
Men, tað verður ikki bara djóradagur
í Húsavík í ár.
Her verður eisini sandoyarstevna,
sum ferðast millum bygdirnar í oynni
fjórða hvørt ár.
Í ár verður tað so Húsavík, ið verður
vertur fyri stevnuni, sum verður hildin
í døgunum, 1.-3. juli.
Her verða tónleikatiltøk, møtir,
hugnakvøld og dansur, eins og nógvur
góður matur verður til keyps.
Úr Húsavík verður sagt, at á sand
oyarstevnuni verða bæði verðslig
og andalig tiltøk, og her verður av
sonnum nakað til øll, bæði børn og
vaksin, sum meira verður at frætta
um seinni.
Húsavík verður karmur
um djóradag og stevnu
Tað er hugni, tá tiltøk og stevnur verða fyriskipað í smáu
bygdunum í Føroyum, og soleiðis verður eisini í Húsavík,
sum bjóðar til tvey lutfalsliga stór tiltøk í summar
Í ár verður Húsavík karmur um bæði djóradag og sandoyarstevnu, sum skiftir millum bygdirnar í Sandoynni
Bygdahúsið Sólarris er miðdepilin, tá skipað
verður fyri tiltøkum í Húsavík
Á djóradegnum verður eisini
ponyríðing, eins og her verða
bæði djór, flogfenaður, fiskar,
krabbar og skeljar at síggja