Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 4. APRÍL 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sandoy Vilmund Jacobsen H in 11. november í fjør var eitt ár liðið, síðan tvíburabrøðurnir, Jógvan og Martin Drangberg, byrj­aðu egna byggifyritøku, Sp/f Drang­berg. Teir hava í løtuni úr at gera í Skop- unar skúla, sum nú skal gerast liðugur. – Tilsamans er hetta ein stór byggiverkætlan, og vit taka tað eisini sum eina álitisváttan, at Skopunar komm­una vil hava okkum at gera hetta arbeiði og gera skúlan lidnan. Trý byggistig Jógvan og Martin Drangberg vísa á, at 1. byggistig í Skopunar skúla byrjaði í juli í 2015, 2. byggistig byrjaði í januar í 2016, og nú verður so farið í holt við 3. byggistig í hesi verkætlan. Tá Skopunar skúli varð útbygd­ ur í 2008, varð bygningurin bara innilokaður, men ongantíð inn­rætt­ aður. – Vit hava nú bygt tríggjar skúla­ stov­ur í nýggja bygninginum, og har­ aftrat skal byggjast vátrúm, lærara­ stova, gongir, wc’ir og so ein stórur innandura skúlagarður, sum verður millum báðar bygningarnar, gamla skúla og nýggja skúla. Jógvan og Martin Drangberg siga, at alt hetta skal verða liðugt og klárt til skúlaársbyrjan í ár. – Vit eru fýra mans í fyritøkuni, men tá mest er at gera, taka vit fleiri í arbeiði. Eisini onnur arbeiði Sp/f Drangberg hava nógv í kalend­ aranum, og tað er ikki bara Skopunar skúli, sum teir skulu fáa frá hondini í komandi tíð. – Í næstum fara vit eisini til Havnar at skifta klædning á einum húsum, og so skulu vit innrætta ein kjallara. Tá hesi arbeiði eru fingin frá hondini, skulu vit til Fuglafjarðar at skifta tak. So, Drangberg-tvíburarnir kunnu bara fegnast um at hava úr at gera, soleiðis sum gongdin er í løtuni. Jógvan og Martin Drangberg leggja stóran dent á tað, sum fyritøkan hjá teimum ger, verður væl frágingið, men teir vita eisini, at ein tíðarætlan er eins týdningarmikil og eitt gott handverk. Eisini á Facebook Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri og møguliga fingið óbindandi tilboð frá Drangberg-tvíburunum, kunnu fara inn á Facebooksíðuna hjá byggifyritøkuni, Sp/f Drangberg, har samband fæst við fyritøkuna. vilmund@sosialurin.fo Sp/f Drangberg gera stór­ arbeiði í Skopunar skúla – Tað kennist sum ein álitisváttan at skula fremja hesa stóru byggiverkætlan, sum Skopunar skúli er, siga Jógvan og Martin Drangberg Kvinnur elska klæðini hjá Brynju Klædnabúðin í Skálavík hevur gentu-og kvinnuklæði til bæði gerandis-og betri brúk, og her eru klæði til allar aldursbólkar, undantikið smábørn Tað eru tvíburarnir, Jógvan og Martin Drangberg, ið eiga og reka byggifyritøkuna, Sp/f Drangberg, sum byggir nýggjan skúla í Skopun Mynd: Birgir W. Høgnesen T að eru nú meira enn 30 ár síðan, at Brynja Trondesen læt upp Klædnabúðina í Skálavík. Orsøkin til, at handilin framvegis er við sítt fríska lív, er, at fólk í Sandoynni og fólk, sum vitja í oynni, altíð hava verið ófør at hyggja inn á gólvið. Men, eingin handil hevði yvirlivað í so mong ár, um ikki tann, sum rekur handilin, hevði hugflog at finna tey klæði, sum kvinnur vilja hava. Viðskiftaskarin hjá Klædnabúðini í Skálavík er gentur, kvinnur og eldri kvinnur. Tá tú hevur handlað í so mong ár, hava tað sjálvsagt verið tíðir, har tað gekk væl og onkuntíð minni væl. Meira lív í Nú nógv virksemi aftur er á Hotel Skálavík, gevur tað eisini ring­ virkningar, og eisini Klædnabúðin fær javnan vitjan av fólki, sum búgva á hotellinum. Onkran leygardag hevur nógv verið at gera og væl meira enn vanligar dagar í viku. - Eg selji klæði til bæði gerandis- og betri brúk, og eg selji til allar aldursbólkar, undantikið smábørn, sigur Brynja Trondesen, sum umframt klæðini, eisini selur skógvar og ymiskt prýði til kvinnur. Klædnabúðin Skálavík er eisini at finna á Facebook. Tað eru nú meira enn 30 ár, síðan Brynja Trondesen læt upp klædnahandil í Skálavík Myndir: Vilmund Jacobsen