mánadagur 4. apríl 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
B
yggifyritøkan
Sp/f
Fritleif
Kjærbæk arbeiðir primert við
sethúsabygging, umbyggingum,
renoveringum og dagføringum, og í
løtuni er fyritøkan í holt við at byggja
eini nýggj sethús á nýggju útstykk-
ingini í Skopun.
– Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit
byggja hús í Sandoynni. Vit hava bygt
nøkur hús her, og vit hava arbeitt nógv
í Sandoynni seinastu sjey árini.
Tað sigur Fritleif Kjærbæk, sum
eigur og rekur byggifyritøkuna.
Hann vísir á, at fyritøkan hevur
tríggjar mans í starvi, og tá fólk vilja
hava eitt hvørt timburarbeiði gjørt, er
svarið altíð ja.
– Eg sigi altíð ja, men so mugu fólk
eisini góðtaka, at ein dagur verður
settur á longur frammi – ein dagur,
sum eisini heldur, sigur eigarin av
byggifyritøkuni.
Royndur í leikum
Fritleif Kjærbæk hevði árini 1991-
2005 eina byggifyritøku í Noregi við
14 monnum í starvi, og nú eru umleið
10 ár síðan, at føroyska fyritøkan hjá
honum varð stovnað.
Sigast má tí, at Sp/f Fritleif Kjær
bæk hevur drúgvar royndir aftan fyri
seg innan byggivirksemi.
– Vit gera nógvar húsaumvælingar,
skifta tøk, klædningar, vindeygu og
hurðar, og vit gera nógv renoverings
arbeiði, sigur Fritleif Kjærbæk.
Tey, sum kundu hugsað sær at
spurt seg fyri hjá byggifyritøkuni,
kunnu ringja á tlf. 284010 - ella
senda teldupost á til fritleif@hotmail.
com
Sp/f Fritleif Kjærbæk
byggir sethús í Skopun
Fyritøkan hevur
drúgvar royndir
innan byggivinnuna,
bæði í Føroyum
og uttanlands
Hygg inn á gólvið í Ellubitanum
- Her er pláss at seta seg niður, og eg eigi altíð kaffi í kannuni, sigur fryntliga handilskvinnan, Anja Sandoy
Fritleif Kjærbæk hevur drúgvar
royndir innan byggivinnuna,
bæði í Føroyum og uttanlands
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hetta eru húsini, sum
byggifyritøkan, Sp/f Fritleif
Kjærbæk, byggir í Skopun
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Vilmund Jacobsen
H
andilin Ellubitin á Sandi, sum
húsast á adressuni Mørkin
Mikla 5, hevur eitt breitt úrval
av føroyskum og útlendskum tógvi og
ymiskum tilhoyri til binding.
Tað er Anja Sandoy, ið eigur og
rekur handilin, sum eisini selur barna_
klæði, ymisk heimavirkaði pløgg og
føroyskar bøkur.
Handilskvinnan sigur, at tá summ
arið fer at nærkast, fer hon eisini at
selja ís og kaffi.
– Um summarið kemur fitt av
ferðafólki á gátt, og er okkurt serligt í
Sandoynni, detta eisini fólk inn á gólv
ið aðrar tíðir av árinum.
Anja Sandoy vísir á, at tað er eitt
hanagleiv frá eitt nú matvøruhandl
inum Eldhúsi og handlinum Hjá Ró
lanti og oman í Ellubitan.
– Her er pláss at seta seg niður,
og eg eigi altíð kaffi í kannuni. Mær
dámar væl at skifta orð við viðskifta
fólk, sum altíð eru vælkomin á gátt,
sigur fryntliga handilskvinnan.
Nógv verður øðrvísi
Eins og onnur í Sandoynni er Anja
Sandoy eisini spent eftir, at Sandoyar
tunnilin kemur.
– Tá verða broytingar í bygdini og
í Sandoynni sum heild, og tá er vænt
andi, at eisini Ellubitin fer at broytast,
sigur hon brosandi.
Nú Smyril Line hevur nógv virksemi
í Skálavík, hevur handilskvinnan eisini
merkt, at talið av viðskiftafólki er
vaksið.
– Bæði tey lokalu, sum eru ófør at
hyggja inn á gólvið og ferðafólk, sum
leita sær í Sandoynna, eru hjartaliga
vælkomin á gátt, sigur hon.
Forvitnisligi handilin á Mørkini
Miklu 5 er eisini at finna á Facebook
undir navninum – Ellubitin – og her
verða javnan myndir av nýggjum vør
um og pløggum lagdar út, eins og
kunnað verður um tilboðsvørur og
annað.
Vanligar yrkadagar er Ellubitin
opin seinnapartar, og leygardag er
opið fyrrapart.
Í Ellubitanum á Sandi fært tú føroyskt og útlendskt tógv, alt tilhoyri
til binding, og her fært tú eisini barnaklæði og føroyskar bøkur
– Mær dámar væl at skifta orð við viðskiftafólk, sum
altíð eru vælkomin á gátt, sigur Anja Sandoy
Mynd: Vilmund Jacobsen