mánadagur 4. apríl 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sandoy
Vilmund Jacobsen
Á
heimasíðuni hjá virkinum –
www.fgv.fo – eru 30 snið av
gravsteinum at velja ímillum,
og virkið hevur altíð nakrar á goymslu.
Harumframt kunnu avvarðandi bí
leggja ein gravstein eftir ynski. Annars
verða flestu gravsteinarnir framleiddir
eftir ordra. Vanliga gongur ein stórur
mánaði frá tí, at gravsteinurin er
bílagdur, til hann stendur uppsettur.
Føroyski gravsteinurin, sum vit fram
leiða, er eisini bíligari enn teir út
lendsku og innfluttu.
Tað siga brøðurnir, sum eiga og
reka Føroya Grótvirki í Skopun, Høgni
og Heini Tausen.
– Avvarðandi kunnu fáa júst tann
gravsteinin hjá okkum, sum tey ynskja
sær, og hava fólk serlig ynski, so
ganga vit fegnir teimum á møti.
Føroya Grótvirki hevur eisini pakka
loysnir, har virkið ger gravsteinin,
graverar áskrift og dagfesting, setir
steinin upp og ger gravarbed.
– Ein slík loysn við øllum kostar
vanliga undir 20.000 krónur, siga
Høgni og Heini Tausen.
Góðir í ráðum
Teir leggja aftrat, at gravsteinarnir hjá
Føroya Grótvirki antin eru hápoleraðir
ella slípaðir. Tó er møguleiki at hava
aðra yvirflatu.
– Vit vilja altíð vera góðir í ráðum
og vilja geva okkum góðar stundir
saman við okkara viðskiftafólki.
Eitt, sum vindur meira og meira
upp á seg, er, at avvarðandi velja ein
fyribils stein, sum oftast er ein rundur
steinur við navni og øðrum á.
– Fólk kunnu nevniliga fáa ta
áskrift á fyribils steinin, sum tey
ynskja sær.
Høgni og Heini Tausen vísa á, at
viðskiftafólk eisini kunnu koma við
einum steini sjálvi, sum tey ynskja sær
á grøvina hjá einum avvarðandi.
– Tá kunnu vit eisini tillaga steinin,
um okkurt er, sum fólk vilja hava eitt
sindur øðrvísi, og vit seta tekstin á
gravsteinin.
Umvæla eisini
Føroya Grótvirki bjóðar sær eisini at
umvæla gamlar gravsteinar.
– Er tað soleiðis, at tey avvarðandi
vilja hava eitt navn aftrat á sama
stein, taka vit okkum eisini av hesum,
siga brøðurnir á Føroya Grótvirki í
Skopun.
Føroysk loysn til
gravsteinin
Á Føroya Grótvirki í Skopun kunnu
avvarðandi fáa júst tann gravsteinin
úr føroyskum gróti, sum tey ynskja
sær til ein av sínum kæru
Umframt at framleiða føroyskar gravsteinar,
sum eru bíligari enn teir útlendsku, syrgir
Føroya Grótvirki eisini fyri - um viðskiftafólk
ynskja tað - at steinurin verður settur
upp, og gravarbed verður gjørt
Mynd: Vilmund Jacobsen
Støkk inná gólvið
– altíð kaffi í kannuni og tíð til eitt prát
Selur tógv og tilhoyr
– umframt barnaklæðir
Vit selja sjálvandi eisini føroyskar bøkur
Opið:
13-17.30 mán-fríggjadag
10-14 leygardag
Ellubitin
Mørkin Mikla 5 – 210 Sandur – 230401