mánadagur 4. apríl 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 14 • 4. APRÍL 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Várið
Tað er týdningar
mikið at byrja rætt
– Tað er ein vaksandi áhugi fyri
burðardyggari matvøru í Føroyum og vit
síggja, at alsamt fleiri privatpersónar
royna seg við høsnarhaldi ella at
fáa ymiskt grønmeti at vaksa, sigur
Kim C. Petersen, marknaðarleiðari
hjá Mjólkarvirki Búnaðarmanna
Best umtóktu sløgini eru enn
sum áður Folvo og Oleva, men
vistfrøðiliga slagið Raja hevur eisini
nógvar fjepparar, sigur hann.
– Tað tykist, sum fólk altíð venda
aftur til tað, sum tey kenna og hava
góðar royndir við. Hóast tey okkurt
árið royna okkurt nýtt slag, so koma
nógv til ta niðurstøðu, at Folva og
Oleva tæntu teimum væl, sigur hann.
– Vit selja eisini nógv av Raja, og
ikki bara tí, at tað er vistfrøðiligt. Raja
vísir seg at vera sera mótstøðuført
móti svartaspillu, og tí eru tað nógv,
sum spyrja eftir tí, sigur Ólavur
Weihe.
Eisini hjá Jógvan Weihe hava tey
merkt ein øktan eftirspurning eftir
vistfrøðiligum tilboðum, men Ólavur
Weihe er eitt sindur í iva um, júst
hvussu nógv ein skal leggja fyri í
royndunum at fáa vistfrøðilig epli.
– Øll seteplini eru viðgjørd móti
soppi, fyri at tey ikki skulu spillast.
Men um tú setur slík epli niður, og
so einans nýtir vistfrøðilig tøð og
annað, so ert tú jú rættiliga nær eini
vistfrøðiligari vøru, tá tú tekur eplini
upp aftur, sigur hann.
Jógvan Weihe selur eisini onnur
sløg av eplum og Ólavur Weihe nevnir
mllum annað aspargeseplini, sum eru
minni enn vanlig epli, og Blue Kongo,
sum er eitt blátt ella korkalitt epli,
sum verður heilt blátt, tá tað verður
kókað.
– Í ár hava vit tikið eitt nýtt slag
inn, sum vit hava góðar vónir til.
Cimega eitur tað og er tað slagið,
sum royndist best í royndunum hjá
Búnaðarstovuni í fjør. Cimega sigst
vera arvtakarin eftir Mette, sum
hevur verið væl umtókt, men sum ikki
er at fáa longur, sigur hann.
Tað er tó stórur munur á fólki
eisini og Ólavur Weihe sigur, at hann
hevur bæði kundar, sum ganga høgt
upp í tað, sum skriva niður og føra
logg og kanna gjølla, hvør úrtøkan
er, meðan onnur ikki minnast, hvat
tey brúktu seinast og ikki leggja
stórvegis í, hvat tey fáa, so leingi tað
riggar.
Hvat er so tað
týdningarmesta hjá fólki,
sum seta epli niður?
– Tey allar flestu, sum keypa
frá okkum, eru mest upptikin av
smakkinum. Tey eru sera fá, sum
hugsa um tað fíggjarliga, tey flestu
hava bara hug at hava síni egnu epli,
tað er eitt sindur av sporti í tí. Fólk
vera bitin av tí, tá tey síggja, at tað
riggar. Tó so, tað er eingin ivi í míni
verð um, at tað loysir seg fíggjarliga
at hava eina eplaveltu. Tey eru kortini
fá, ið einans hugsa um úrtøkuna, tá
tey skulu velja sær setepli, sigur
Ólavur Weihe.
Mest upptikin
av smakkinum
Hjá Jógvan Weihe selja tey setepl til eplaveltuna. Ólavur Weihe,
stjóri, sigur, at tað eru gomlu kenningarnir sum selja best,
men kortini eru fólk ikki bangin fyri at royna nakað nýtt
Torført er at koma uttan um MBM,
um ein skal fáast við nakað slag av
landbrúki í Føroyum, og MBM ynskir
tí eisini at veita fólkið neygðuga
kunning og vitan, umframt at geva
teimum tilfar og amboð til verkið.
Í april og mai fer MBM tí at skipa
fyri ókeypis fyrilestrum, fyri at
kunna fólk um, hvussu ein skal fara
fram, fyri at fáa besta úrslitið. Fyrsti
fyrilesturin verður um eplaveltur,
tann næsti um grasplenur og tann
triði um at sláa við líggja.
Fyrilesturin um eplaveltur verður
mikudagin 5. apríl, tá Peder Haahr
kemur at greiða frá. Peder Haahr
hevur holla vitan um eplavelting og
er væl umtóktur her í Føroyum.
– Í fjør vóru 70 fólk á einum
fyrilestri, sum vit skipaðu fyri við
Peder Haahr, og síðani hava nógv
fólk ringt og biðið okkum skipa fyri
onkrum afturat. Tað gera vit so nú,
sigur Kim C. Petersen. Fyrilesturin
verður skipaður sum okkurt líknandi
einum hugnakvøldi, har tað verður
kaffi og høvi at práta við Peder
Haahr um eplaveltuna.
Kim C. Petersen sigur, at tað
í stóran mun eru privatfólk, sum
luttaka á slíkum fundum, og hann
hevur bitið merki í, at áhugin fyri
vistfrøðiligum loysnum er vaksandi
í Føroyum.’
– Tað eru fleiri, sum ynskja
vistfrøðilig
tøð
og
fóður
og
nátúrligan ókrútstýnara, og vit hava
eisini vistfrøðilig setepli, tó at tey
eru torfør at fáa hendur á, sigur
hann og væntar, at hetta eisini
verður umrøtt á fyrilestrinum hjá
Peder Haahr.
- Tað er so týdningarmikið
at byrja rætt. Byrjar tú skeivt, er
øgiliga skjótt at missa mótið. Í fjør
var veðrið eisini sera keðiligt, so
vit vóna, at tey, ið royndu seg fyri
fyrstu ferð tá, ikki hava mist mótið.
Tað vænti eg tó ikki, tí seinastu
dagarnar, nú sólin hevur skinið, eru
fólk beinanvegin komin at leita sær
ráð, sigur Kim C. Petersen.
Seinni í apríl fer Heini Joensen
úr Vøxtri at greiða frá um hvussu
tú fært eina vakra grasplenu og ger
tín egna kompostdunga. Í mai verður
ein fyrilestur um at sláa við líggja.
– Tað er fleiri og fleiri, sum ynskja
at fara aftur til tað gamla. Nógv
halda, at nýmótans sláimaskinur,
kantklipparar og elektriskir líggjar
larma og dálka ov illa, og tey hava
tí hug at fara aftur til manuellu
arbeiðskraftina,
sigur
Kim
C.
Petersen.