Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-04, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 14 • 4. APRÍL 2016 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Várið Hotellið er ein bygningur í fýra hæddum, og hevur 19 hotellkømur í trimum teimum ovaru hæddunum. WC og bað er til hvørt kamar eins og sjónvarp og internet. Elevator er millum allar hæddirnar. Fyri tey sum ynskja sær gott út­ sýni, er nýggja Hotel Havn tað heilt rætta. Sera gott útsýni er yvir býin og havnalagið. Um ikki so langa tíð verður móttøkan klár í niðastu hæddini, har gestirnir eisini kunnu hugna sær á eini café. Vikuskiftis tilboð Hostel.fo hevur alla tíðina verið væl vitjað bæði av útlendingum og føroyingum. Har gista fólk ymsastaðni frá. Sum nakað nýtt bjóðar Hotel Havn nú vikuskiftis tilboð til familjur og onnur vitjandi. Tilboðini eru serliga ætlað teimum sum koma til høvuðs­ staðin at njóta eitt hugnaligt viku­ skifti. Sum tað sæst í lýsing í blaðnum er talan um sera góðan prís við morgun­mati. Hotel Havn liggur væl fyri mitt í býnum. Dr. Jakobsensgøta við síðu­ gøtum er vorðin størsta handils­ gøtan í miðbýnum. Les meira á www. hotelhavn.fo Vikuskiftis tilboð frá Hotel Havn Í Dr. Jakobsensgøtu í miðbýnum í Havn er eitt nýtt stásiligt gistingarhús. Hotellið er partur av Hostel.fo Upp undir vikuskiftið fóru hundraðtals føroyskar bøkur á stóra Bókaúsøluna, sum er annaðhvørt ár. Skaldsøgur, yrkingasøvn, søguligar bøkur, fakbøkur, barnabøkur og aðrar bøkur eru við á Bókaútsøluni, sum varðar allan apríl mánað. Bøkurnar eru niðursettar – summar meira enn aðrar – og í rúgvuni eru bæði fyrrverandi bestseljarar og minni seljandi bókmentir. Millum rithøvundarnar, sum hava bøkur við á Bókaútsøluni, eru Jógvan Isaksen, Tórddur Poulsen, Sólrún Michelsen, Jóanes Nielsen, Heðin Klein og mong onnur. Nakað av tí mest forvitnisliga á Bókaútsøluni hesaferð eru verk eftir Jens Paula Heinesen. 9 skaldsøgur umframt onnur bókaverk eru sett til sølu fyri spottprís, og eitt nú ber til at ogna sær høvuðsverkið Frænir eitur ormurin fyri bert 30 krónur. Virkið skald Jens Pauli Heinesen vaks upp í Sanda­ vági, og hann telist millum mest virknu rithøvundar í Føroyum nakrantíð. Hann legði heili 40 skaldaverk eftir seg – bæði skaldsøgur, stuttsøgusøvn, sjónleikir og annað. Jens Pauli flutti til Havnar longu sum 14 ára gamal, men heimbygdin stóð altíð ljóslivandi fyri honum. Nógvar av søgunum í verkum hansara fara fram í og kring Sandavág. Fáur man hava lýst heimbygd sína við so stórum kærleika sum Jens Pauli Heinesen. Jens Pauli arbeiddi frá 1956 til 1970 sum lærari í Danmark og í Havn, og gjørdi hesi ár nógv fyri at fáa føroyskar skúlabøkur útgivnar. Í 1970 fór hann frá sum lærari fyri at gerast rithøvundur burturav. Jens Pauli fekk M.A. Jacobsens Virðisløn tríggjar ferðir – í 1958, í 1973 og í 1993 og var mældur til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins í 1982 og í 1994. Hann fekk Mentanarprís Føroya Landstýris í 1999. Jens Pauli Heinesen doyði 19. juli 2011, 78 ára gamal. Farna vikuskiftið var bringumynd av Jens Paula Heinesen avdúkað í heimbygdini Sandavági. Og hevur tú hug at lesa ella endurlesa verk hjá Jens Paula, so er Bókaútsølan eitt gott mið at finna bøkur hjá honum. Jens Pauli Heinesen er profilur á Bókaútsøluni Nú ber til at gera kvettið og ogna sær skaldsøgur og stuttsøgusøvn hjá Jens Paula Heinesen fyri bíligan penga á føroysku Bókaútsøluni Hotel Havn í Dr. Jakobsensgøta í miðbýnum – beint við FK Jens Pauli Heinesen legði 40 skaldaverk eftir seg